hósdagur 1. desember 2016síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 2. DESEMBER 2016
SOSIALURIN 139
20
Sjeystjørnu: Stuttsøguløta í Bartskerstovu/ hjá Katrinu Christiansen
TJÓÐHILD PATURSSON
A
t hoyra eina søgu er sum
at ganga í haganum.
Tú slappar av, merkir
kroppin og hugsar um
alt ella einki. At lurta eftir søgum
er vetranna gongutúrur - úti er
myrkt, tað er kalt, tað er illfýsið
og einki hugaligt at fara í hagan,
men søgurnar hóska seg væl. Inni
í hitanum.
Eftir hugnaliga kvøldið við
upplestri í gamla handlinum hjá
Katrinu Christiansen eri eg vís í:
1. Eg eri ógvuliga móð.
2. Søgur eru ikki bara fyri børn
3. Eg fari aftur
4. Tað gongur ein tíð áðrenn
eg fari at venja meg við at
siga Bartskerstova heldur
enn handilin hjá Katrinu
Christiansen
5. Eg ynski mær føroysk
stuttsøgusøvn í jólagávu
Mín uppliving av kvøldinum var
nakað soleiðis (orsaka langa inn
gangin, men hann er partur av
søguni):
Skunda mær at hugna mær
Enn ein langur arbeiðsdagur.
Síðani í skundi út til Nólsoyar við
Ternuni - sum um at mín fjáltur
og mítt stress umborð á Ternuni
fær hana at sigla skjótari. Heim
við taskuni. Stríða meg gjøgnum
vind og regn niðan í barnagarðin.
Hugnaligt jólaklipp - og góðar
piparnøtir! Ahh… tað hjálpti
uppá stressið - men ikki uppá
ringu samvitskuna um at skula
avstað aftur til Havnar um… tik,
tak, tik, tak, tik tak… 27 minuttir.
Eg má skunda mær at hava tað
hugnaligt. Skunda mær at hugna
mær ordiliga nógv. So eg kann
skunda mær til Havnar at hugna
mær enn meira. 14 minuttir. Eg má
heldur fara at ganga mær oman
á Ternuna. Mussa barnið farvæl,
siga at mamma verður aftur, tá
ið hon vaknar. Renna oman á
Ternuna. Sita og royna at slappa
av umborð á Ternuni - løgið at tað
er nakað man noyðist at ‘royna’.
Oman í Miðlahúsið í ein tíma at
royna at skriva hasa greinina
liðna - ja right! Finna alt møguligt
meira spennandi á netinum at
undirhalda mær við. Næstan ov
sein. Skunda mær yvir í gamla
handilin hjá Katrinu Christiansen
- nú byrjar hugnin aftur! Skjótt.
Taka nakrar myndir ímeðan eg bíði
eftir at upplesturin byrjar… klikk,
klikk… nakrar myndir afturat…
klikk, klikk, klikk…. klikk. Yes! Nú
byrjar tað.
Kroppurin sovnar,
og eg fái frið
Vit verða deild í tríggjar bólkar og
byrja á hvør síni av teimum trimu
hæddunum. Eg byrji ovast. Saman
við honum eg fylgist við. Áh bíða
nú, eg fylgist við onkrum. Má
royna at vera eitt sindur sosial. Eg
spyrji um okkurt. Eg minnist ikki
hvat. Eg gloymdi tað allarhelst
beint eftir at eg hevði spurt, tí eg
skilti ikki svarið. Seti meg niður
við eitt hugnaligt borð. Síggi ein
hugnaligan vogn við portvíni í
vøkrum gløsum. Reisi meg upp
aftur. Fái mær portvín. Seti meg
aftur. Síggi pannukøkur á einum
fati á eini kommodu. Reisi meg
upp aftur. Fái mær pannukøku.
Tað næstsíðstu pan-nukøkuna.
Seti meg aftur. Skammist yvir
ikki eisini at hava tikið til hann eg
fylgist við. Ætli at fara upp aftur,
men nú eru pannukøkurnar uppi,
onkur var áðrenn eg. Upplesarin,
Mariann Hansen, harkar. Hon
er forkølað. Eg hoyri tað ikki á
harkinum, men eg veit tað, tí eg
kenni hana. Hon byrjar at lesa. Eg
lurti. Av og á. Hoyri sumt. Annað
fer framvið. Royni at sita still á
stólinum. Kroppurin stríðist ímóti.
Hann vil ikki sita stillur og lurta.
At enda gevur kroppurin upp og
sovnar. Bara høvdið er eftir. Eg
merki møðina í mínum sovandi
kroppi. Eg hoyri allar tankarnar i
høvdinum. Fyri fyrstu ferð síðani…
seinasta hagatúrin einaferð í
summar?… fái eg samband. Við
meg. Við meg sjálva. Søgan er long.
Ógvuliga long. Og tá ið tann fyrra
er av, lesur Mariann tað næstu.
Søgur metta
Søgurnar báðar eru av. Eg eri mett.
Ikki av lítlu pannukøkuni, men av
inntrykkum. Tað passar ikki meira
inn í mín lítla knokk. Tvær hæddir
eru eftir. Tveir upplesarar og tvær
søgur afturat á hvørjari hædd. Eg
gangi niðurundir. Taki taskuna og
hvørvi út í myrka kvøldið. Spáki
mær oman á Ternuna. Renni ikki,
gangi ikki við stórum fetum. Eg
spáki. Leggi meg á ein av bonkun
um umborð og sovni.
MENTAN
Orðið ‘eg’ er 5 % av hesum
tekstinum – hugsaði bara
at nevna tað, um nú onkur
ætlaði sær at telja. Eisini fyri
at vera klár um nú onkur
ætlar at kritisera mín tekst
fyri at vera egocentreraðan.
Gott at hava fakta í ordan. 10
% er mítt evstamark.
Søgurnar eru
vetranna gongutúrar
Stuttsøgurnar, tey
ið lósu upp og tey,
ið stóðu fyri:
Frásøgufólk:
Gunnvá Zachariasen
Hans Tórgarð
Mariann Hansen
Høvundar & søvn:
Sólrún Michelsen: “Rottan"
Hanus Kamban:
“Gullgentan"
Sámal Soll: “Glasbúrið"
Ingun Christensen:
“Skuggamyndir"
Arnbjørn Dalsgarð: "So hon
starir inn í veggin”
Oddvør Johansen:
"Svanirnir syngja”
Katrin Ottarsdóttir:
“Aftanáðrenn”
Fyrireikarar:
FarLit
Hafnia
Norðurlandahúsið