hósdagur 1. desember 2016síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 2. DESEMBER 2016
SOSIALURIN 139
21
Um tiltakið 24. november:
Nýumvældu húsini hjá Katrinu Christiansen í Bringsnagøtu í Havn vóru karmur
um tiltakið, sum hevði fingið heitið Sjeystjørnur. Heitið hevur tilsipingar til
William Heinesen, sum er føddur har í húsinum og skrivaði "Tornið við heimsins
enda" á kvistinum á ovastu hædd, og til bókina "Móðir sjeystjørna", sum snýr seg
um kærleika av ymiskum slag. Júst kærleiki er ein av felagsnevnarunum fyri tær
sjey stuttsøgurnar, ið vóru at hoyra. Fleiri stuttsøgusøvn eru givin út seinastu
árini og aðalendamálið við tiltakinum var at varpa ljós á stuttsøgurnar og at leita
aftur til gamla frásagnarsiðin, har man tey myrku kvøldini savnaðist í stovuni at
lurta eftir søgum.
Tiltakið fór fram á øllum trimum ovastu hæddunum í húsunum, og á hvørjari
hædd var ein upplesari, sum fortaldi tvær stuttsøgur. Áhoyrararnir vórðu
deildir upp, soleiðis at byrjað varð á øllum trimum hæddum í senn, og tá umleið
ein hálvur tími var farin, fluttu áhoyrararnir úr einari hædd í aðra at lurta eftir
hinum søgunum. Á hvørjari hædd varð eisini ymiskt gómagott bjóðað sum partur
av atgongumerkinum.
Lætt umskrivað av facebooksíðuni hjá FarLit.
MYNDIR: TJÓÐHILD PATURSSON