hósdagur 1. desember 2016síða 24
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 2. DESEMBER 2016
SOSIALURIN 139
24
Óli Jacobsen
Á ferð til Havnar úr Æðuvík saman við pápanum komu tey
so illa fyri, at hon roknaði ikki við at koma afturíaftur
Jovina:
6. partur
E
ftir ein støðg verður nú hildið
áfram við áhugaverdu frásøgnini
hjá Jovinu. Við hesum partinum
verða tríggir partar afturat.
Lívshættisliga havnarferðin
Eg var 14 ára gomul, tá eg fór úr skúlanum.
Lærarin segði við pápa, at hann skuldi lata
meg fara í handilsskúla, tí eg hevði góð evni
at læra. Men pápi hevði ikki ráð, so eg fór
til Suðuroyar at tæna hjá mostur míni á
Tvøroyri.
At fara til Suðuroyar tá í tíðini var ikki
bara sum at siga tað. Tað vanliga var, at
fyrst var farið av Toftum til Havnar við
mjólkarbátinum. Gist varð í Havn og so til
Suðuroyar við Smirli.
Pápi átti eitt fýramannafar við motori.
Hann helt, at hann kundi sigla meg til
Havnar. Hetta gjørdist ein minnilig ferð.
Veðrið var ikki av tí besta, men pápi helt,
at tað mundi ikki fara at bila. Eg var ikki
bangin á sjónum, so tað mundi vera í lagi.
Men sum vit sigldu, bleiv tað bara verri og
verri veður. Vit fingu ein sjógv, so motorurin
steðgaði. Pápi fekk hann ikki í gongd aftur,
hvussu hann enn royndi. Vit høvdu tvær
árar, so skuldi hann fara at rógva. Men nú
missir hann aðra árina, tá ið hann skuldi
koyra hana í homlubandið.
Nú sótu vit har og fingu einki gjørt. Vit
byrjaðu at reka til havs. Hetta sá hættisligt
út, men eg var ikki bangin. Eg bað til Jesus
og visti, at komu vit ikki aftur til lands,
komu vit til hansara . Eg veit ikki hvat pápi
hugsaði.
Eg fór tá at syngja ein sang á donskum,
sum nú er á føroyskum, og sum byrjar so:
Eg eri Guds barn og vil tað vera...
Vit trúðu bara, at vit komu ikki livandi
burtur úr hesum. Men knappliga kom ein
bátur úr Æðuvík undan Eystnesi. Vit róptu
og veittraðu, alt vit kundu. Til alla lukku
ansaði hann eftir okkum, og teir sleipaðu
okkum heim aftur.
Eg slapp til Toftir við teimum, so til
Havnar við postbátinum og dagin eftir til
Suðuroyar. Tað var av ringasta veðri. Øll
spýðu uttan eg. Ein kom og kravdi fyri
billettina. Hann segði við meg: “Tú er ein
ordiligur sjómaður”. Tá var eg errin.
Arbeiðsgenta á Tvøroyri
Eg kom sum sagt at vera í húsi hjá mostur
mín, Johanna Elisabeth, sum var gift við
Hans Jacobsen hjá Poul Nikkil. Hans var
sera skilagóður og mintist væl til. Hann var
ein av keldunum hjá Jóannes Dalsgaard,
tá ið hann skrivaði doktararitgerðina um
arbeiðsmannafelagið á Tvøroyri, Fylking.
Hans hevði lært til timburmann, men
hann koyrdi lastbil. Ein av hansara upp
gávum var at koyra arbeiðsmenninar, sum
arbeiddu í kolinum bæði til arbeiðis og frá
arbeiði.
Ein sonur Hans er Poul Jacobsen, giftur
við Ásu á Dul í Havn. Poul minnist væl aftur
á Jovinu, hon var bæði tolin og fitt!
Mostir hevði arbeitt hjá tannlæknanum
Kaaber í Havn. Hann vildi hava hana við
sær, tá ið hann flutti til Danmarkar. Tað
vildi hon ikki og endaði í staðin í Suðuroy,
fyrst sum arbeiðsgenta hjá einum lækna.
Tey vóru seks børn, sum komu til, Maja,
Poul, Olevina, Rikka, Lena og Magnhild.
Umframt vóru í húsinum beiggi Hans,
Johannes, og Jona, sum var ættað av Sandi.
Við so stórum húski var nóg mikið at
gera. Har skuldi vaskast, pussast og næstan
gerast høvuðreint leygardag. Dagurin end
aði við at hava børnini í bað.
Mær dámdi væl har suðuri. Mostir gekk
á møti hjá brøðrasamkomuni í húsum,
sum bókbindarin, D.J. Magnussen, hevði
bygt. Hann var ein tann fyrsti í brøðrasam
komuni á Tvøroyri. Aðrir leiðandi brøður,
sum eg minnist, vóru Magnus Debes og
Arnhold Jespersen. Fleiri ungdómar vóru
eisini. Ein teirra var tann nú 90 ára gamli
Dánjal av Rana.
Eg gekk eisini á møti og fekk eina vin
konu, sum kallaðist Nilsia. Ungdómurin har
var aktivur. Onkuntíð vóru vit í Hvalba og
høvdu møtir. Tá vórðu vit bjóðaði inn til
drekkamunn. Hetta var áðrenn bergholini,
so vit gingu um fjøll.
Eisini var eg á samfelagsmøtum í Vági,
sum eru har aðru hvørja hvítusunnu.
Tá búði eg hjá Haldor Olafsson, sum var
ættaður av Viðareiði. Hann var giftur
við Miu, dóttir kenda skiparan Gunnar
Danielsen, sum var ættaður úr Søldarfirði.
Haldor flutti seinni til Havnar. Sonur teirra,
Árni, er kendur sum embætismaður bæði í
Danmark og Føroyum.
Mamma hevði verið í húsi hjá Olafi, pápa
hansara, tá hann var lítil. Tí gjørdust vit so
serliga væl.
Enn eitt undur
Eina ferð mostir hevði fingið gestir, skuldi
eg fara í eitt annað hús at sova. Eg hevði
havt børnini í bað. Ravmagnið var farið, so
eg mátti hava stearinljós við mær.
Í kamarinum, har eg skuldi sova, var bara
ein pappeskja við køkum. Eg setti hana við
síðuna av seingini, tendraði stearinljósið og
setti tað á eskjuna. Eg hevði langar flættur og
reyð silkibond. Eg var so móð, at eg sovnaði,
áðrenn eg fekk tikið silkibondini av, og ljósið
var ikki sløkt. Nú knappliga vakni eg við, at
eg standi úti á trappu. Eg vendi so inn aftur,
nú er kamarið fult av royki. Eldur var komin
í gardinurnar, men hann var sløknaður, tá
ið tað var brent nakað upp. Vindeygað var
opið og eskjan kastað út. Eg var so bangin,
at eg tordi ikki at siga tað dagin eftir. Men
tey sóu sjálvandi, hvat ið var hent, men tey
vóru ikki ill við meg.
So gekk veturin. Tá eg kom norður aftur,
spurdi mamma meg, um tað feilti nakað
júst hesa náttina. Hon var vaknað upp við
eini sovorðnari trongd at biðja fyri mær.
Fyrst bað hon í songini, men so mátti hon
fara upp at leggja seg á knæ at biðja, til hon
kendi ein frið yvir seg. Hetta var akkurát tað
klokkuslettið, sum hetta hendi. Eg eri vís í,
at tað var bønin hjá mammu, sum gjørdi,
at eg fór út á trappuna, so eg ikki gjørdist
roykeitrað.
Lønin var annars ikki tann stóra, eitt
oyra av og til, men eg fekk seymaði klæðir,
so eg leið onga neyð. Hetta var tað vanliga
tá í tíðini.
Vanlukkan við Dia hjá Jóannes
Meðan eg var í Suðuroy hendi ein syrgilig
vanlukka í Æðuvík. Hetta var 17. desember
1945, at Jens Andreas, kallaður Dia, sum var
elsti sonur Jóannes Davidsen, var farin at
skjóta fugl. Hann datt oman og doyði.
Dia hevði hendan dagin verið eftir
torvi og hevði sæð nógvan fugl framvið
bakkanum. Hann fer heim eftir byrsuni
og avstað aftur. Tá hann gongur fram við
bakkanum, var hann áhaldsin og gleið.
Hann steðgaði ikki aftur fyrr enn niðri á
helluni. Hann doyði í fallinum.
Siðsøga
SIÐSØGA
Óli Jacobsen
SANG LÍVINUM FARVÆL
Tað var langt at fara úr Æðuvík til Tvøroyrar
Sofus, sum flutti til Amerika, Gretha og Dia, sum datt oman