Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-12-01, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. desember 2016síða 25

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 2. DESEMBER 2016 SOSIALURIN 139 25 SOSIALURIN 136 Komandi partur Í komandi parti kemur Ólavur inn í myndina Eftir sótu kona og fimm børn, tað yngsta var ársgamalt. Gretha, konan, fór at handla árið eftir sum Dia doyði, og hon hevði handil í 25 ár. Gretha giftist aftur við Jens Davidsen úr Ólavstovu. Dia var altíð so fittur. Hann plagdi at koma á møti hjá brøðrunum, tá ið teir komu til Æðuvíkar. Úr Æðuvík til Canada Ein beiggi Dia, Sofus, f. 1902, fekk útlongsil. Hann átti ein hest, sum hann seldi, fyri peningin fór hann 24 ára gamal til Amerika. Hann fór saman við einum vinmanni, Petur Heinesen úr Hoygarðinum á Toftum. Saman høvdu teir ein bóndagarð í sjey ár. Tá beindi skerpingur og grashoppur fyri grøðini. Tá góvust teir við landbúnaðinum. Sofus fór tá at arbeiða fyri eitt jarnbreytafelag, men her kom hann illa til skaða, og tað gekk leingi, áðrenn hann kom fyri seg aftur. Seinni kom ein familja Lund at taka sær av honum restina av ævuni, og hann arbeiddi fyri tey í fleiri ættarlið. Tað var nokk ikki nakað serligt samskifti heim til Æðuvíkar. Men systir hansara Elisabeth, vitjaði hann eina ferð. Tá høvdu tey ikki sæst í meira enn 60 ár. Norður aftur Tá eg var 15 ár fór eg norð í summarferiu. Tá fór eg eitt skeið í húsi hjá Sannu, dóttir Emil. Hon hevði eisini ein lítlan handil, har skuldi eg eisini hjálpa til. Hetta var ein handil av tí gamla slagnum uttan fastar opningstíðir. Tá fólk vildu keypa komu tey innar at siga frá. Tá var farið inn í handilin at avgreiða kundan. Eg fór eitt skeið suður aftur. Tá ið eg kom norður aftur fór eg til D.P.Højgaard á Toftum at arbeiða sild. Hetta fyrst í teirra tíðini, tá ið skip fóru á sildaveiðu við gørn­ um millum Føroyur og Ísland. Sildin varð avhøvdað og saltað í tunnur. Á landi var tað so uppgávan at pakka sildina av nýggjum við at leggja sildina í fløgur í tunnurnar. Hetta var so mín uppgáva saman við nógv­ um øðrum. Síðan gjørdist eg arbeiðskona hjá Jenny Danielsen á Glyvrum. Her var talan um at luttaka í øllum arbeiði, sum hoyrdi til eitt hús. Lestur á sjúkrastovuna Men tá fekk eg eina so ringa pínu. Eg varð send á hospitalið í Havn, har tað var staðfest, at eg hevði fingið beinetara. Men tá var pensilinið tíbetur komið, og tað grøddi meg og onnur, sum høvdu somu sjúku. Á sjúkrahúsinum lá eg á stovu saman við Onnu Vang úr Kaldbak og Sigrid av Kamarinum í Havn. Eg hevði fingið eitt Nýggja Testamenti 14 ára gomul og las nógv í tí. Eina ferð spyr Anna, um eg ikki kundi lesa hart. Tað gjørdi eg so, og vit bóðu eisini saman. Sigrid var tá nokk so illa fyri, men seinni, tá ið hon kom meira fyri seg, takkaði hon okkum fyri, at vit høvdu lisið og biðið, eisini fyri henni. Sigrid var dóttir Magnus á Kamarinum og fór seinni til Íslands. Hon er grivin í gamla kirkjugarði í Havn saman saman við pápanum. So til Havnar Í 1948 fekk eg eitt fyrrapartsarbeiði hjá Poul Guttesen, kendur sum býarverkfrøðingur í Havn í mong ár. Lønin var 60 kr. um mánaðin, sum ikki var so galið. Eg búði hjá Petru Andersen og rindaði kr. 20 fyri kost og logi. Eg var eisini onkuntíð barnagenta hjá Arly Lund, sum tá var fyristøðumaður í Evangeliihúsinum. Hvønn morgun, áðrenn eg fór til arbeiðis las eg í Bíbliuni, og las eina bøn. Kl. 4 seinna­ partin fór eg eisini á møti í Evangelii­hús­ inum. Tann, sum altíð møtti fyrst upp, var Tom Nicolaisen. Vit fingu altíð eitt gott prát, áðrenn møtið byrjaði. Tá ið veturin kom fór eg at arbeiða fullan dag hjá Poul Guttesen, tá fekk eg kr. 80 um mánaðin. Tá kom eg eisini at búgva hjá teimum. Har var eg til 1. mars 1949. Tað var nóg mikið at gera. Tey vóru trý børn, Vøgg, Rolf og Ivy. Hvønn morgun skuldi eg fara upp at kika og kóka havragreyt til Vøgg og Rolf. So heim til Palla Bager, ættaður úr Norðragøtu, at keypa kryddaríir. Onkuntíð vaskaði eg stórvask, tá kundi eg fáa hol á knúgvarnar, so út á snór at hanga klæðini upp. Eina ferð eg gjørdi døgurða setti eg eina steikigrýtu út á. Tað kom eldur í hana. Eg fekk blakað hana út í tún. Tá var eg bangin fyri, hvat frúan fór at siga. Eg slapp bara væl frá tí. Har var gott at vera. Tey vóru fitt fólk. Frúan, Hedvig, var virkiliga fitt. Vøgg dámdi væl at arga meg. Tann yngri, Rolf, var meira friðarligur. Ivy var bara 2-3 ár. Hana práti eg við viðhvørt. Í Køkubúðina So søkti eg arbeiði í Køkubúðini og byrjaði har 1. apríl 1949. Ímyndin av køkubúðini var jú Andreas, sum var ættaður úr Norðragøtu. Hann var giftur við Annufíu, sum var ættað av Skála. Tey vóru sera fitt at vera hjá. Har var nógv at gera. Eg arbeiddi eina viku í handlinum, og so eina viku uppi á. Hetta vóru húsini, sum Tofta Jógvan, abba­ beiggi mín, hevði átt. Andreas hevði tá keypt húsini. Eg og Bodil, systir Annufíu, høvdu kam­ ar saman. Vit báðar skiftust um at vera í handlinum og í húsinum. Vit høvdu tað gott saman. Lønin var 140 kr. um mán­ aðin. Sonurin, Óli, uppkallaður eftir pápa­ beiggjanum, sum gekk burtur við Immanuel í 1932, var føddur tá. Jóna varð fødd, meðan eg var hjá teimum. Johanna Sofía og Hans. Á seinni myndini er Johanna Sofía við børnunum, v.f. Maja, Lena, Rikka, Poul, Magnhild og Olevina Jovina við minnisvarðan fyri teir sum bygdu Æðuvík Køkubúðin, har Jovina hitti Ólav