hósdagur 1. desember 2016síða 26
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 2. DESEMBER 2016
SOSIALURIN 139
26
Tíðargreinin verður skrivað av skiftandi
fólkum, sum ikki dagliga eru knýtt at blaðnum.
Evnini eru ymisk, men viðgera øll okkurt evni,
sum er viðkomandi fyri tíðina júst nú.
Tíðargrein
»Søgan fer at
fríkenna meg«
»Søgan fer at fríkenna meg«. Orðini eigur Fidel Castro, ið
andaðist fríggjadagin 25. november, 90 ára gamal. Tá vit hyggja
eftir 20. øld, kemst ikki uttanum Fidel Castro, sum hevur havt
stóran týdning fyri heimssøguna. Í Miami fegnast eksilkubanar
á gøtunum, meðan Kuba hevur lýst almenna landasorg í
níggju dagar. Nú er spennandi, hvussu framtíðin hjá Kuba
sær út, og um søgan veruliga fer at fríkenna Fidel Castro
T
að er kanska lagnunnar
speisemi, at sosialistiski
leiðarin hjá Kuba í
næstan fimm áratíggju,
doyði á Black Friday – ein stór
kapitalistiskur dagur. Fidel Castro
var stórur mótstøðumaður móti
kapitalismuni og amerikansku
imperialismuni. Meðan hann las
jura gjørdist hann virkin ímóti
stýrinum hjá Fulgencio Batista.
Batista var einaræðisharri í Kuba
frá 1952 til 1959, tá ið 26. juli-rørslan
við Fidel Castro á odda koppaði
honum. Batista var stuðlaður av
USA, og afturfyri lovaði hann
amerikanskar fyritøkur at hava
virksemi í Kuba. Eisini fór nógvur
organiseraður kriminaliteturin
fram av amerikanskari mafiu í
Kuba.
Í 1952 gerst Batista forseti í
Kuba gjøgnum eitt hernaðarkvett.
Hann var sum heild illa dámdur
av nógvum kubanum, og stórt
ynski var at fáa hann frá. 26.
juli 1953 stendur Fidel Castro á
odda fyri einum álopi á Moncada
konsernuna, ið var ein hernaðar
støð, saman við yvir 100 øðrum
militantum kubanum. Álopið
miseydnast tó, og 61 fólk hjá Fidel
Castro verða dripin og 51 tikin til
fanga – m.a. beiggjarnir Fidel og
Raul Castro. Teir verða settir í
fongsul í ávikavist 15 og 13 ár. Tað
var til rættargongdina, har Fidel
sum juristur vardi seg sjálvan,
helt fýra tímar longu røðuna, har
hann endaði við at siga kendu
orðini: »søgan fer at fríkenna meg«.
Beiggjarnir báðir vóru tó leyslatnir
sum politiskir fangar aftaná bert
tvey ár í fongsli eftir fólksligum
trýsti. Hetta kom Batista at angra.
Aftaná eina tíð í útlegd í Meksiko
møtti Fidel uppreistrarsinnaðar
eksilkubanar umframt argentinan
Che Guevara. Desember 1956 fór
herliðið, 26. juli-rørslan uppkallað
eftir Moncada álopið, við bátinum
Granma aftur til Kuba. Málið
var ein vápnað kollvelting móti
Batista. Eitt gurilljakríggj, sum
vardi fram til januar 1959, tá ið 26.
juli-rørslan setti Batista av, og tók
valdið. Yvir 5000 fólk doyðu undir
kollveltingini.
Aftaná væleydnaðu kollvelt
ingina var Fidel Castro á vitjan í
USA í 11 dagar. Her lovaðu hann
demokratisk val og greiddi frá,
at teir ikki vóru kommunistar.
Men kubanska stjórnin fór
skjótt í gongd við at ognartaka
amerikanskar fyritøkur í Kuba
umframt at gera nýskipanir innan
landbúnaðin og at læra fólk at lesa
og skriva. Demokratisk val komu
tó ongantíð, og í 1961 kunngerð
Fidel, at hann er "sosialistur,
marxistur og leninistur". Kuba
varð skipað sum kommunistiskt
einfloksskipan. Kuba gerst sosial
istisk og Sovjetsamveldið gerst
tættasti samstarvsfelagið hjá Kuba.
Tað, ið serliga hevur skrivað
Fidel Castro í søgubøkurnar er
Kubakreppan, sum vardi í 13 dagar
í oktober 1962. Fólk sótu negld
frammanfyri útvarpstólini hesar
dagar, tí at tey vóru bangin fyri,
at kjarnorkukríggj fór at bresta á
millum USA og Sovjetsamveldið.
Sovjetsamveldið setti rakettir upp
á Kuba, eftir ynski frá kubansku
stjórnini, sum aftursvar til
amerikansku innrásina í Kuba í 1961,
sum tó var niðurbard av kubanum,
og rakettuppstillingarnar hjá USA
í Turkalandi og Italia. Rakettirnar
á Kuba kundu raka Washington
uppá stutta tíð. 28. oktober 1962
kunngjørdi Nikita Khrustjov,
sovjetskur leiðari, at rakettirnar
fóru at verða tiknar niður aftur.
Fidel Castro var í øðini, tí hann
ikki var við til at taka hesa avgerð.
Hann var í veruleikanum til reiðar
at nýta rakettirnar. Hetta er ein av
týdningarmiklastu hendingunum
undir Kalda Krígnum, og tað
nærmasta vit eru komin eitt veru
ligt kjarnorkukríggj.
Tað sigst, at amerikanska
fregnartænastan CIA hevur roynt
at tikið Fidel Castro av døgum yvir
600 ferðir. Nógvar av royndunum
minna um aktiónfilmar, har
CIA m.a. hevur roynt at koyrt
spreingievnið í eina sigar, koyrt
eitur í eitt milkshake og fylt ein
talarastól við spreingievnum.
Fidel hevur sagt, at um tað var
ein ítróttargrein at yvirliva dráps
royndir, so var hann heimsmeistari.
Hvørja leið fer Kuba
í framtíðini?
Fáar av stóru hetjunum frá
kollveltingini eru á lívi í dag.
Ungdómurin hevur ikki somu
kenslur fyri kollveltingina sum
eldra ættarliði, og nógv ynskja
broyting. Che Guevara, Camilo
Cienfuegos og nú Fidel Castro eru
allir farnir. Saman við Raul Castro,
beiggi Fidel og kubanskur forseti
síðani 2008, eru teir ímyndirnar
av kollveltingini. Tá Raul fer, so
prýða teir bert veggir, pengaseðlar
og t-shirtir, og kollveltingin gerst
í størri mun søga. Tó, at tað eru
nøkur ár síðani Fidel Castro fór frá
vegna sjúku, so hevur hann fram
vegis havt týdning sum ein ímynd
av kollveltingini og kubansku skip
anini.
Kubanska samfelagsskipanin er
nakað broytt seinastu árini. Aftaná
at Sovjetsamveldið fall, hevur Kuba
havt tað tungt fíggjarliga og hava
leita eftir nýggjum marknaðum
runt um í heiminum. Ein ávís
búskaparlig liberalisering er farin
fram innan t.d. ferðavinnuna
og bústaðarmarknaðinum. Tó,
at Kuba hevur opnað búskapin
nakað, so tykist ikki at ætlanin er
at broyta búskaparligu skipanina
eins nógv og t.d. Vjetnam og Kina
hava gjørt. Tey eru eisini einaræðir
við kommunistaflokki á odda, men
sum í stóran mun eru farnar yvir
til marknaðarbúskap.
Umheimurin um Fidel
Nógvir politiskir leiðarar hava víst
samkenslu aftaná deyða Fidels.
Leiðarar sum Vladimir Putin, Evo
Morales, François Hollande, Frans
pávi, Ban Ki Moon, Bashar Al-Assad
og Xi Jinping, fyri at nevna nakrar.
Tað sæst, at tað eru sera ymsir
leiðarar, ið senda samkenslukvøður
til Kuba: demokratiskt valdir for
setar, einaræðisharrar og enntá
pávin. Úr Føroyum hava vit ikki
hoyrt frá løgmanni.
Barack Obama, ið er amerikansk
ur forseti í nakrar vikur afturat,
hevur eisini víst samkenslu til
familjuna. Samstundis sigur hann,
at USA og Kuba framhaldandi eiga
at betra um viðurskiftini landanna
ímillum, aftaná at sambandið
hevur verið fullkomiliga kvett
næstan líka síðani kollveltingina
í 1959. Donald Trump, komandi
forseti hjá USA, hevur tó heilt
øðrvísi retorikk. Arvurin eftir Fidel
Castro og kommunistiska stýrið er
óhugsandi pínsla, fátækt, stuldur
og brot á mannarættindi, sigur
Trump.
Retorikkurin hjá Trump er hin
sami, sum ymsir amerikanskir
forsetar hava brúkt síðani komm
unistiska stýrið tók við. Obama
og Raul Castro hava seinnu árini
roynt at normalisera støðuna land
anna ímillum, men nógv bendir á,
at Trump fer burtur frá hesari
Tíðargrein