hósdagur 1. desember 2016síða 27
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 2. DESEMBER 2016
SOSIALURIN 139
27
normalisering. Í amerikanska
valstríðnum legði Trump upp
til, at avtalan millum Obama og
Raul Castro um normaliserings
tilgongdina verður ógildað. Hvat
Trump velur at gera fer at hava
stóran týdning fyri framtíðina
hjá Kuba. Kubanska stýrið hevur
sæð tað sum ein stóran møguleika
fyri búskaparvøkstur at fáa
betri handilsviðurskifti við USA.
Amerikanska
handilsbannið
hevur verið í gildið síðani 60ini.
Hetta er tó upp til Trump og
Republikanararnar, og alt bendir á,
at normaliseringin verður vrakað
aftur.
Hugsjónin hjá Fidel
Stóru hugsjónarligu fyrimyndirnar
hjá Fidel Castro vóru Jose Martí
og Karl Marx. Martí gjørdist ein
stórur partur av kubanska stríð
num fyri loysing frá Spania í
19indu øld. Hann var yrkjari og
rithøvundur og skrivaði nógv um
sjálvsavgerðarrættin hjá kubanum
umframt um frælsi og demokrati.
Búskaparliga ynskti at virðini í
samfelagnum í størri mun skuldu
koma øllum til góðar. Martí var
sera kritiskur ímóti sponsku
kolonialistunum og tí vaksandi
áhuganum USA fekk fyri Kuba.
Fidel var marxist-leninist, og
hevði ein sterkan anti-imperial
istiskan og eisini nationalistiskan
profil. Richard Gott, ið er søgu
frøðingur, vísur á, at tað var
blandingin av sosialismu, anti-
imperialismu og nationalismu,
ið fekk undirtøku millum fólkið.
Kubanar høvdu fingið nóg mikið
av spaniólum, amerikanarum og
stóra ójavnanum í Kuba.
Mannarættindabrot
Hugsanirnar um frælsi og demo
krati hjá Martí endurspegla
tó ikki kubansku skipanina
síðani kollveltingina. Sum sagt
samantvinnaði Fidel hugsanina
hjá Karl Marx um proletariska
diktaturi og sosialismu saman við
nationalismuni hjá Martí. Eins og
í øðrum kommunistiskum londum
hevði diktaturi við sær strangt
eftirlit við landsins borgarum og
skert persónligt frælsi. Amnesty
International og Human Rights
Watch hava áhaldandi víst á, at
har fara stór mannarættindabrot
fram í Kuba. Valini eru ikki fræls,
bert kommunistiski flokkurin er
lógligur, nógvir politiskir fangar,
vánalig rættartrygd, vánalig
internetatgongd og framsagnar-
og trúarfrælsið er skert.
Aftur til fríkenningina
Lat okkum fara aftur til væl
kendu orðini hjá Fidel Castro um
at søgan fer at fríkenna hann. Ein
marxististiskur einaræðisharri
vil spjaða einhvørja fjøld og fólk
fara at vera ósamd um arvin hjá
honum. Summi síggja hann sum
eina fyrimynd fyri sosialismu,
sjálvsavgerðarrætt og mótstøðu
móti imperialismu, meðan onnur
síggja hann, sum ein, ið var við til
at kúga eitt heilt fólk.
Í 1990 fekk Nelson Mandela
ein spurning í beinleiðis sjónvarpi
um hansara vinabond við Fidel
Castro, Yasser Arafat og Muammar
Gaddafi. Tá svaraði Mandela:
»Eitt av mistakinum hjá summum
politiskum viðmerkjarum er, at
teir halda, at teirra fíggindar eisini
skulu vera okkara fíggindar«. Hetta
lýsir væl hugsanina hjá nógvum
statsleiðarum í menningarlondum
um Fidel Castro.
Søgan um Fidel Castro byrjaði
longu fyri nógvum árum síðani,
og hann fer áhaldandi at verða
viðgjørdur úr øllum heimsins
hornum: sum ein frælsishetja fyri
summi, men so sanniliga eisini sum
ein harðrendur einaræðisharri, ið
kúgaði sítt fólk í nærum fimm
øldir. Hann verður fríkendur av
summum, men dømdur av nógvum
øðrum.
Tráin Petursson Nónklett
lesandi