hósdagur 1. desember 2016síða 28
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 2. DESEMBER 2016
SOSIALURIN 139
28
ÍTRÓTTUR
NELI HELDARSKARÐ
F
rá í dag av byrjar ein av
bjóðing, ið er sera stór fyri
føroyska kvinnulandsliðið
í hondbólti. Fyri fyrstu ferð nak
rantíð er føroyskur hondbólt
ur vertur fyri eina HM-undan
kapping. Kappingin verður spæld
frá fríggjadegi til sunnudag, og
mótstøðuliðini hjá føroyingum
eru trý í tali: Makedonia, Ísland
og Eysturríki. Hetta eru øll lond,
sum á altjóða hondbóltspallinum
hava nógv fleiri royndir og eru á
einum hægri støði enn føroysku
kvinnurnar. Men hesi londini fara
ikki at spæla ímóti einum føroysk
um landsliði, sum leggur seg nið
ur, sigur annar av venjarunum hjá
kvinnulandsliðnum, Andreas F.
Hansen.
Profilar mangla
Avbjóðingin gerst ikki minni
av, at Føroyar ikki stilla upp
við sterkasta liði. Leingi hevur
verið greitt, at málskjótandi bak
spælarar sum Marianna Holm
Jacobsen og Liljan Djurhuus
ikki kunnu vera við orsakað av
ávíkavist skaða og barnsburði.
Ein av profilunum av liðnum, ið
plagar at vera góð fyri nógv mál í
føroysku landskappingini, Marjun
Danberg, fær eiheldur spælt við.
Mánakvøldið var hon heilt óheppin
undir venjing.
- Eg var sera óheppin, tá ið eini
fingurin hjá mær bleiv fastur í
einari T-shirt undir venjing. Tíverri
havi eg brotið fingurin. Eg eri sera
vónbrotin um ikki at sleppa at
spæla við, sigur Marjun Danberg í
samrøðu við Rás2.
Tískil eru tað aðrir spælarar,
sum í størri mun verða noyddar
at taka við ábyrgd á liðnum.
Spæla øðrvísi
Andreas F. Hansen, venjari hjá
kvinnulandsliðunum, sigur, at
orsakað sterku mótstøðuna ætla
Føroyar at verja rættiliga øðrvísi
í verjustøðu.
- Í altjóða hondbólti verður al
oftast dekkað 6-0, men soleiðis fara
vit ikki at verja. Vit ætla okkum
longur niðan fyri at steðga teimum
stóru
mótstøðuleikarunum,
áðrenn teir koma upp í ferð. Hetta
gera vit eisini við tí fyri eyga, at
mótstøðuleikararnir gera onkrar
feilir, so vit kunnu fara í mótálop,
sigur Andreas F. Hansen, ið saman
við Scott Harrington varðar av
landsliðnum.
Tað er tó ein ávísur váði í at
verja á slíkan hátt.
- Soleiðis orka leikararnir tó ikki
at spæla ein heilan dyst. Skulu vit
spæla soleiðis, so fer tað at krevja
útskiftingar javnan. Eisini er
týdningarmikið, at hugburðurin
er í lagi, og at leikararnir trúgva
upp á hendan verjuháttin, tí um
ein slík verja miseydnast, so verða
vit revsað, sigur Andreas F. Hansen
avgjørdur.
Andreas F. Hansen dylur ikki
fyri, at tað fer at merkjast á før
oyska spælinum, at áðurnevndu
profilar ikki eru við.
- At vit mangla hesar leikarar fer
avgjørt at merkja okkara spæl. Tað
merkir, at vit í størri mun mugu
leypa á úti á síðunum. Vit mugu
vita, um okkara kvikaru leikarar
megna at bróta ígjøgnum, ella um
vit kunnu spæla vengurnar leysar.
Tað verður sera ringt at royna at
skjóta ígjøgnum verjurnar hjá
mótstøðuliðunum.
Skulu tora
Sum sæst á yvirlitunum yvir
mótstøðuliðunum, so er talan
um mótstøðu, sum føroysku
kvinnurnar úr Hvonndeildini ikki
HONDBÓLTUR Hetta vikuskiftið fær føroyska kvinnulandsliðið í hondbólti sera harða
mótstøðu, tá ið HM-undankapping verður í høllini á Hálsi. - Tað, sum spælararnir
tora í heimligu kappingini, mugu teir eisini tora her, sigur annar av venjaranum
HM-undankapping á Hálsi:
VIT
SKULU
TORA