hósdagur 1. desember 2016síða 29
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
29
FRÍGGJADAGUR 1. DESEMBER 2016
SOSIALURIN 138
eru vanar við. Venjarin leggur dent
á, at skal tað lata seg gera at fáa góð
úrslit, so mugu leikararnir taka í
egnan barm og tora at spæla upp til
sítt besta, hóast mótstøðan kanska
kann tykjast ræðandi.
- Tað, sum spælararnir tora
í heimligu kappingini, mugu
teir eisini tora her. Hetta eru al
tjóða dystir við framúr góðum
umstøðum, og vit eru eisini á
heimavølli. Hetta eigur at vera
ein risa uppliving fyri okkum øll
rundan um liðið, men eisini fyri
føroyskan hondbólt sum heild.
Um onkur ikki torir at spæla til
sítt besta, so skal viðkomandi ikki
spæla við, eru greiðu boðini frá
Andreasi F. Hansen.
At enda sigur Andreas F. Han
sen, at viðvíkjandi úrslitum hevur
landsliðið ikki sett sær greið mál,
men avrikið skal í øllum førum ikki
liggja eftir.
- Vit eiga ikki at vinna, tí at vit
møta harðari og góðari mótstøðu,
men um bæði venjarar og leikarar
kenna á sær eftir kappingina, at
vit hava givið alt, sum vit hava í
okkum, so mugu vit vera nøgd við
tað. Hetta landsliðið er tað fyrsta,
sum veruliga sleppur at umboða
føroyskan kvinnuhondbólt í
altjóða hondbólti. Vit arbeiða við
einari langtíðarætlan, og hendan
kappingin er eitt startskot, sigur
Andreas F. Hansen.
Makedonia
Ísland
Eysturríki
ANDREAS F. HANSEN UM MÓTSTØÐULIÐINI
- Vit hava funnið nakrar videoupptøkur, sum vit hava
hugt eftir. Makedonia er óivað tað veikasta av okkara
mótstøðuliðum. Av tí, at møguleikin at fáa stig er bestur
ímóti Makedonia, so hava vit fyrireikað okkum 100% til
hendan fyrsta dystin. Hinar dystirnar taka vit leygardagin
og sunnudagin. Bæði okkara verju- og álopsspæl er lagt
eftir dystinum ímóti Makedonia
- Makedonia hevur nakrar stórar leikarar. Kropsliga
er Makedonia nakað størri og sterkari enn vit, men við
okkara skjótleika ætla vit at bjóða teimum av.
- Íslendskur kvinnuhondbóltur er nakað aftanfyri
manshondbóltin, men við tí sagt, so hevur Ísland luttikið
í so at siga øllum endaspølum síðani 2010, sum fevna um
HM, EM og OL. Tó spældi Ísland seg ikki víðari til komandi
EM-endaspæl.
- Ísland er í ferð við at byggja eitt nýtt lið upp, har helvt
in eru hondbóltsútisetar. Nakrir av hesum leikarum spæla
í Champions League við feløgum frá ymsum londum. Ís
lendska liðið er gott, men eisini ímóti íslendingum ætla vit
at spæla øðrvísi og agera ístaðin fyri at reagera.
- Eysturríki hevur ætlanir um at koma víðari úr
hesari undankappingini. Farna vikuskiftið var liðið
í Kekkia og luttók í venjingarkapping. Har taptu eyst
urríkarar bert við einum og trimum málum ímóti
ávíkavist Kekkia og Serbia - tvey lið, sum spæla við
í komandi EM. Flestu av leikarunum spæla í stórum
hondbóltstjóðum sum í Fraklandi og Týsklandi.
- Men dysturin ímóti Eysturríki er ikki fyrr enn
sunnudagin, so tann dystin hava vit ikki hugsað
stórvegis um.
Fríggjadagin kl. 18.00 Eysturríki – Ísland
Fríggjadagin kl. 20.00 Føroyar – Makedonia
Leygardagin kl. 15.00 Eysturríki – Makedonia
Leygardagin kl. 17.00 Føroyar – Ísland
Sunnudagin kl. 16.00 Ísland – Makedonia
Sunnudagin kl. 18.00 Føroyar – Eysturríki
Málverjar:
1. Fríða Petersen, 33 ár - Neistin
12. Viviann Petersen, 25 ár - VÍF
Útileikarar:
3. Bjarta Osberg Johansen, 23 ár - Kyndil
4. Turið Arge Samuelsen, 22 ár - Kyndil
6. Anna Armgarðardóttir Brimnes, 21 ár - Kyndil
7. Brynja Høj, 20 ár - Neistin
8. Bára Krossteig Hansen, 21 ár - Kyndil
9. Eir Martinsdóttir Berg, 21 ár - Neistin
10. Birita Jacobsen, 20 ár - Neistin
11. Kristianna Henneberg Joensen, 20 ár - FC Midtjylland
13. Tóra Eliasen, 17 ár - Stjørnan
14. Lilja Mohr, 20 ár - Neistin
15. Bára Krosslá Mortensen, 25 ár - VB
17. Anja Eliasen, 24 ár - Kyndil
18. Súna Krossteig Hansen, 18 ár - Kyndil
19. Pernille Brandenburg, 19 ár - GOG
20. Bára Hansen, 23 ár - Neistin
21. Ninna Katrin Johansen, 28 ár - StÍF