hósdagur 1. desember 2016síða 31
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 2. DESEMBER 2016
SOSIALURIN 139
31
Gudstænastur 4. desembur
Havnar kirkja kl. 11:
Gudstænasta v/Theodor
E. D. Olsen, sóknarpresti.
Cellospæl: Gwendalyn
Philbrow. Talvan gongur fyri
føroysku sjómanskirkjuna
Vesturkirkjan kl. 11.00:
Bergur Debes Joensen.
Altargongd. Sunnudagsskúli
er undir gudstænastuni.
Kirkjubøar kirkja kl. 11.00:
Derhard Jógvansson.
Hoyvík kl. 11, altargongd.
Skriftamál kl. 10.40. Ann D.
Hansen.
Kollafjarðar kirkja kl. 12.
Maria Jørðdal Niclasen
Sandavágur kl. 11, Inga
Poulsen Dam
Sørvágs kirkja: Altjóða
gudstænasta kl. 16:00.
Prædika og sálmar verða á
enskum, okkurt barnavinarligt
verður á skránni og bólkurin
Blátt Gras framførir. Eftir
gudstænastuna verður
boðið kaffi og køkum í
Kirkjuhúsinum
Miðvágs kirkja kl. 11.00
Guðstænasta við Marjun í
Kálvalíð.
Sørvágs kirkja: International
Family Christmas service at
4:00 PM. The sermon and
the hymns will be in English
and the band Blátt Gras will
perform some of their songs.
A story will be told for the
kids as well. After the service,
everyone is invited for coffee
in Kirkjuhúsinum
Kvívíkar kirkja: Stuðulskonsert
fyri Í Menniskjum Góður
Tokki kl. 19:00. Tey, ið fara
at framføra eru: Jens Marni
Hansen, Magni Christiansen,
Kim Hansen, Petra Iversen,
Holgar Jacobsen, Bára
Silvansdóttir og Bjarta Arge.
Møguleiki verður at geva eina
gávu til ÍMGT.
Norðskála: kl. 12 messa Emil
Olsen.
Eiði: Kl. 19 sálmakvøld
í kirkjuni. Advents- og
jólasálmar verða sungnir.
Tjørnuvíkar kirkja, Bergtórur
H. Bjarkhamar, kl. 12.00
Hvalvíkar kirkja, Bergtórur
H. Bjarkhamar, kl. 15.00,
familjugudstænasta. Eftir
gudstænastuna kl. 16. verður
jólahugni í missiónshúsinum.
Glyvra kirkja kl. 11,
barnagudstænasta í sambandi
við at jólakrubban er sett
upp. Meinhard Bjartalíð. Børn
kveikja kertur og syngja.
Eftir gudstænastuna verður
hugnaløta.
Gøtu kirkja kl 12.00.
Altargongd. Ovi Brim
Fríðrikskirkjan kl 11.00.
Lestur.
Fuglafjarðar Kirkja kl. 12.00:
Guðstænasta við altargongd.
Marjun Bæk
Christianskirkjan kl.11 lestur
Haraldssund kl.11.00
Familjugudstænasta
Marjun Lómaklett. Aftaná
gudstænastuna verdur ein
drekkamunnur og okkurt gott
at fáa til børnini.
Húsar kl. 11 Hanus á Gørđum
altarg.
Mikladalur kl.12.15 Hanus á
Gørđum altarg.
Hvannasunds kirkja, lestur, kl.
12.00
Viðareiðis kirkja, Jóannes
Purkhús, kl. 12.00
Sands kirkja kl. 12, Havstein
Klein
Vesturkirkjan
Leygardag 3. desember kl.
11.30: Deyvagudstænasta.
Bergur Debes Joensen.
Frá Kirkju- og
missiónshúsinum
á Argjum
Sunnudagin 4. desembur
kl. 11.00: Gudstænasta og
sunnudagsskúli.
Sunnudagin 4. desembur kl.
18.00: Vit syngja jólini inn
www.koma.fo
Samkoman Marknagil
Fjalsg.2, Tórshavn.
Sunnudag: Morgunmøti kl
10.30, sunnudagsskúli kl 12
Sunnukvøld kl. 18 evangeliskt
møti.
Mánakvøldið kl.20 bønar- og
uppbyggingarmøti.
Øll hjartaliga vælkomin.
Ebenezer
Sunnumorgunin 4. desember
kl. 11: Minnismáltíð Harrans.
Sunnudagin 4. desember kl.
12: Sunnudagsskúli.
Sunnukvøldið 4. desember kl.
18: Evangeliskt møti.
Týsdagin 6. desember kl.
17-19: Frítíðararbeiði
Mikumorgunin 7. desember kl.
10-12 møtast mammur við
børnum.
Mikukvøldið 7. desember
kl. 20: Bønar- og
uppbyggingarmøti.
Hóskvøldið 8. desember kl.
20: Ungdómsmøti.
Hjartaliga vælkomin
www.Ebenezer.fo
Adventistakirkjan
Leygardagin 3. desember
2016
Kl. 10 Sabbatsskúli: Jónas
Joohnsson
Kl. 11 Gudstænasta:
Thorbjørn Brochs
Meinigheitshúsið í Havn
Sunnudagur kl. 14,
Sunnudagsskúli, kl. 17.30,
bønarløta, kl. 18, Møti v/
Marjan Kass Nielsen, evni:
Maria við barn
Sjómanskvinnuringur verður
mánakvøldið kl. 20.00 og eru
allar kvinnur vælkomnar.
www.meinigheit.fo
KFUM og KFUK í Havn
Hósdagur 1. desember kl.
15.00 í KFUK: Binditreff, allar
kvinnur eru vælkomnar.
Hósdagur 1. desember kl.
20.00 í KFUK: Varðmenn
hittast.
Mánadagur 5. desember
kl.15.00 í KFUK:
Seinnapartsamkoman við
Argjamonnunum Alla Hansen
og Gunnar Reynslág. Evni:
Advent.
Týsdagur 6. desember kl.
16.30 í KFUK: Várgleði fyri
børn. Jólahugni.
Hósdagur 8 desember kl.
15.00 í KFUK: Binditreff, allar
kvinnur eru vælkomnar.
Mánadagur 12. desember kl.
18.00 í KFUK: Adventsveitsla.
Inngangur við Theodor E.
D. Olsen presti, Søga lisin.
Kristiliga sangkórið syngur.
Vit fáa nátturða. Vælkomin,
bjóða onkrum við.
Jólaaftan 24. desember kl.
18.00: Er onkur einsamallur
ella vil verða saman við
okkum eru tit vælkomin
at halda jólaaftan í KFUK.
Húsið er opið frá kl. 16.30.
Tilmelding neyðug á tlf.
311928 / 211824 /
212740.
Frelsunarherurin, Tórshavn
Sunnudagur 4.12 kl. 11.00
Halganarmøti. Major Ida Karin
Eide talar.
Fríkirkjan Oasan
Sunnudagin 4. desembur
Kl. 11:00 Guðstænasta
v/Símun Absalonsen
Mánadagin 5. desembur
Kl. 19:00 Bønamøti
Týsdagin 6. desembur
Kl. 20:00 Jólahugni fyri
kvinnur
Morgunkórið í Kollafjarðar
kirkju
Mánakvøldið, 5. desembur kl
20:00 verður jólakonsert við
Morgunkórinum,
undir leiðslu av Sigrið
Sivertsen, í Kollafjarðar kirkju.
Eftir konsertina verður
møguleiki at geva eina gávu
til 'Í Menniskjum Góður Tokki'
Ver vælkomin!
Sandavág
Sjómanskvinnuringurin kemur
saman
í Meinigheitshúsinum til
jólahugna
týskvøldið 6. dec.kl.20.00.
Allar kvinnur eru hjartaliga
vælkomnar.
Selatrað
Møti verður sunnukvøldið 4.
dec. Kl 18.00. Sverri Kass
talar. Innsavnan til húsið.
Hjartaliga vælkomin
Keldan, Skálafirði
Sunnumorgunin kl. 11,
Morgunmøti, ymisk luttøka.
Barnamøti kl.11
Missións- og ungdómshúsið
á Glyvrum
Fríggjadagin 2. des.
kl. 21:00 Ungdómsmøti
Sunnudagin 4. des.
kl. 16:30 Bøn
kl. 17:00 Møti, ung skipa fyri
Týsdagin 6. des. kl. 20:00
Todos venur
Mikudagin 7. des. kl. 19:30
Bøn og Bíbliutími
Hósdagin 8. des. kl. 19:00-
20:30 Junior fyri øllum í 5.-7.
fl.
Seinastu ferð fyri jól
Fríggjadagin 9. des. kl. 21:00
Ungdómsmøti
Veri hjartaliga vælkomin
KFUM & K Klaksvík
Leygardag
Kl.13.00 Marknaðardagurin
hjá KFUM & K er leygardagin
3.dec kl.13.00. Nógv sera
spennandi at keypa og vinna.
Sunnudag
Kl.14.00 Sunnudagsskúli.
Vit syngja, hoyra bíbliusøgu,
gera aktivitetir, drekka o.a.
Børn í øllum aldri, foreldur,
ommur, abbar, øll vælkomin.
Barnakórið venur aftaná
Kl.17.30 Bønarløta
Kl.18.00 Evnismøti.
Barnaansing er undir
møtinum.
Kl.20.30 Ungdómsmøti
Øll hjartaliga vælkomin
Pensionistafelagið í Havn
Mikudagin 7. decembur kl.
19,00 verður hugnakvøld.
Borðreitt verður við holikøkum
og rísalamande.
Mikudagin 14. decembur kl.
18,00 verður jólaborðhald í
Losjuni.
Neyðugt er at tekna seg og at
gjalda, í seinasta lagi
9. decembur. ( Kostnaður
200,- kr. )
Tilhaldið í Tórsgøtu 21
tel. 216627 og 216629
opið er mánadag – fríggjadag
kl. 09 – 16 Teldupostur:
tilhald@torshavn.fo –
Heimasíðan: tilhaldid.fo
Drekkamunnur er til keyps
og dagbløðini tøk at lesa.
VÆLKOMIN
TILTØK OG MERKISDAGAR
90 ára føðingardagur
Fríggjadagin 2. des. fyllir
Anna Sofía í Vági 90 ár. Dag
urin verður hildin í Góðu
stovu á Láargarði leygar
dagin 3. des. millum kl. 15-17
90 ára føðingardagur
í Famjin
Týsdagin 13. desember fyllir
Jacob Albinus-Jacobsen 90
ár. Dagurin verður hildin
heima, á Traðarvegi 8, frá
kl. 13:00 til kl. 17:00. Øll eru
hjartaliga vælkomin.
Heilsan Jákup
90 ára føðingardagur
Jonny Lamhauge, Rituvík,
verður 90 ár 5. desember.
Dagurin
verður
hildin
í
Kvinnufelagshúsinum
á
Glyvrum 3. desember frá kl.
16.00, har øll eru vælkomin.
85 ára føðingardagur
Sunnudagin 4. dec. verður Judith
Gudmundsson Michaelsen, Vágur, 85 ár.
Dagurin verður verður hildin hjá dóttrini
á Bøgøtu 28 frá kl. 16.
75 ára føðingaradagur
Hildibjørg Weihe fyllir 75 ár tann
5. desember. Opið hús verður á
Boðanesheiminum í millum kl 16.00 og
20.00. Øll er vælkomin.
GIS-teknikari til Umhvørvisstovuna
Postboks 2048, 165 Argir, tel 342400, us@us.fo
Umhvørvisstovan sóknast eftir einum
GIS-teknikara, ið skal taka sær av viðlíka-
haldi, tænastuveiting og menning av GIS
økinum á stovninum.
Umhvørvisstovan leggur stóran dent á
gott og vælvirkandi dátugrundarlag, sum
eisini verður ein týðandi partur av Talgildu
Føroyum ætlanini.
Vit bjóða
Vit eru eitt arbeiðspláss við góðum trivnaði
og samstarvi millum fakbólkar. Vit kunnu
bjóða eitt spennandi starv á einum stovni
við sera fjølbroyttum uppgávum, har tú
hevur góðar møguleikar at menna tínar
førleikar.
Tú fert at arbeiða við GIS-skráum innan
virkisøkini hjá Umhvørvisstovuni.
Tú verður við til at verkseta ætlanir innan
digitalisering, herundir integratión av GIS
við aðrar fakskipanir.
Ein av uppgávunum verður at umleggja
verandi CAD skipanir til GIS.
Eisini fert tú at læra upp og vegleiða
starvsfelagar tínar í nýtsluni av GIS-skip-
anini, sum er grundað á ArcGIS tøkni.
Somuleiðis skalt tú veita tænastur innan
verandi Bentley forrit.
Vit vænta
Umhvørvisstovan væntar, at tú sært nýggj-
ar og skiftandi arbeiðsuppgávur sum eina
spennandi avbjóðing, dugir væl at sam-
starva og samskifta við onnur, bæði í skrift
og talu, og at tú arbeiðir sjálvstøðugt.
Tú skalt hava viðkomandi arbeiðsroyndir
við GIS- og CAD amboðum og kunnleika til
talgild infrakervi. Somuleiðis skalt tú hava
praktiskar royndir við ArcGIS og Bentley
Map. Tað er ein fyrimunur, um tú hevur
royndir við dátugrunnum og vev tænastum.
Setanarviðurskifti
Starvið er fulltíðarstarv og verður sett
sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið
og Starvsmannafelagið.
Skrivlig umsókn við avriti av prógvum, CV
og møguligum viðmælum skal sendast til:
Umhvørvisstovan
Postboks 2048
165 Argir
ella sum teldupostur til: us@us.fo.
Umsóknir skulu vera Umhvørvisstovuni í
hendi í seinasta lagi tann 19. des. 2016.
Meira fæst at vita um starvið, við at venda
sær til Stein Fossá, deildarleiðara, á tlf.
342400 ella við telduposti til steinf@us.fo.