Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-12-01, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. desember 2016síða 32

‹ fyrra síða allar 32 síður

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 2. DESEMBER 2016 SOSIALURIN 139 32 MYND: HEINESEN MYNDIR S unnudagin 11. desembur verður árliga Geyta- virðis­lønin handað besta føroyska stuttfilminum. Umframt Geytastandmyndina, sum Astrid Andreasen hevur gjørt, fær besti filmurin 25.000 krónur. Áskoðararnir fáa eisini høvi at velja sín yndisfilm, og vin-narin av áskoðaravirðislønini fær 15.000 kr. Í ár kappast sjey filmar um Geyta­virðislønina. Teir sjey eru: ÓTTAFET hjá Nollywood Nattens Stjerner hjá Atla Brix Kamban Frávik hjá Mariu G. Tórgarð Bittersweet hjá Róa Davidsen Marra hjá Hans Kristian Eyðunsson Hansen og Torfinni Jákupsson Ramblers hjá Hanus Johannesen, og Et Knæk hjá Andriasi Høgenni. Virðislønin er uppkallað eftir Her­ álvi Geyti, vanliga nevndir Geytin, sum ferðaðist kring Føroyar í 60'unum og 70'unum og vísti filmar. Hann doyði í 1985, 71 ára gamal. Í fjør fekk Andrias Høgenni Geytan, fyri filmin Stina Karina. Hinir vinnararnir av Geytanum hava verið Sakaris Stórá í 2012 fyri Summarnátt, Dávur Djurhuus fyri Terminal í 2013 og Heiðrikur á Heygum fyri Skuld í 2014. Áskoðaravirðislønin er farin til Mist hjá Anniku á Lofti í 2012, Munch hjá Jónfinn Stenberg í 2013, Skuld hjá Heiðriki á Heygum í 2014 og Tunnuna hjá Jónfinni Stenberg og Jóannesi Lamhauge í 2014. 32 BAKSÍÐAN S iti í flogfari úr Íslandi til Danmarkar. Har niðri, 11.893 metrar undir okkum, eru Føroyar. Beint har niðri, langt har niðri. Síggjast ikki tí­verri, oyggjarnar. Okkara ferð er 896 kilometrar um tíman, so skjótt eru Føroyar farnar afturum í myrkrinum. Úti eru minus 56 stig. Kalt har úti, men ikki inni. Alt hatta stendur í teldulinginum í stólabakinum framman fyri meg. Eg hugsi um heimlandið. Hugsi um kundan, sum eftirspyr. Tað siga og endurtaka snild hand­ ils­fólk, kundi eftirspyr. Á føroyskum er tað, at kund­in, viðskiftafólkið, vil hava, spyr eftir. Men á donskum siga tey efterspørger. Og so siga vit sjálvandi eisini tað á før­oyskum, eftirspyr. Men sama ger við has­um málsliga. Gott, at onkur hugsar um okk­ara tørv. Vit eftir­spyrja og fáa. Fyrr kom til dømis posturin seks dagar um vikuna. Nú kemur hann trý kvøld um vikuna. Tað er ivaleyst at fáa reklamur og rokningar annan hvønn gerandisdag. Framstig. Kundin eftirspurdi. Peningastovnarnir noyðast at spara og spara, sjálvandi, tí annars fáa partaeigararnir ov lítið í sínar stóru lumm­ar. Vit, hálovaðu kundarnir, sum eftir­ spyrja og eftirspyrja, gera arbeiðið fyri peningastovnarnar, ókeypis. Nei, tvørturímóti skulu vit gjalda pen­ ingastovnunum fyri at sleppa fram at okkara egnu pengum. Hvat kallast hetta? Tað kallast tænasta í 21.øld. Kundin eftirspyr, og hatta er frá­ líka svarið. Tað er ein tænasta at svara. Tæn­ asta er avoldað, siga tey grenjutu. Ikki eg. Come on! Vit eru í 2016, skjótt í 2017. Vit eiga at fegnast um, at onkur lurtar eftir okkum, tí sum sagt kundin, tú, eftirspyr. Tað ger einki, um gongufólk detta í hálkuni og bróta seg sundur, áðrenn fanin er illa skøddur. Tey kunnu bara lata vera við at fara út at ganga so árla og keypa sær bil í staðin fyri. Tað ber ikki til, at bilarnir fáa skøv­ ur ella tað, sum verri er, buglur. Tí verð­ ur saltað fyri bilunum, áðrenn hin grá­ beinti er komin í svartaskógvarnar. Bileigarar eftirspyrja salti. Ætlaði mær ikki á fólkaatkvøðuna, sum neyvan verður næsta ár. Men tá eg hoyrdi, at í Føroyum skal kristna siðalæran valda sambært stjórn­ar­skipanini, grundlógini, sam­ leikaskjalinum ella onkrum øðrum. Tá eg hoyrdi, at í hasari løgtingslógini, ikki ríkislógartilmælinum, skal standa fremst eins og í lógini um fólkaskúlan, at kristindómur valdar í Føroyum, fór eg at ivast. Skal eg atkvøða kortini, skal eg fara og siga nei? Men tað er, sum politikarar plaga at siga, ein hypotetiskur spurningur. Tí eingin fólkaatkvøða verður næsta ár. Hon verður neyvan so leingi, eg eri her. Latið tey vera kristin, sum tað vilja. Gevið okkum øðrum frið, eisini í grundlógini ella. Var ikki okkurt um at fara fyri seg sjálva at biðja og dyrka Gud? Allar hurðar og øll vindeygu aftur. Haldi sjálvur Jesus segði tað í fjallaprædiku sínari. Og hann eiga vit at taka fyri fult, tí hann var einkarbarn Guds og tí Guds besta barn. Trúarfrælsi verður eisini við í nýggju lógini, sum er við gerast hálv­gomul. Trúarforboð, sigi eg. So kanska, kanska, eg bróti prinsippið og atkvøði...ja. Ein amerikanskur ósiður afturat er komin oman yvir okkum, tí hann eisini er í Danmark. Sjálvandi, annars var hann ikki komin higar. Óskikkurin kallast black friday. Hjá okkum var hasin fríggjadagurin ikki svartur, hann var gráur, myrka­ gráur, ókey, næstan svartur. Tilboð alla staðni, uttan í Rúsuni sjálvandi, tíverri. Langt har niðri undir okkum eru kundin, brúkarin, borgarin, rukkan, sum eftirspyrja. Høgni Djurhuus Høgni Djurhuus fekk Móðurmáls­ viðurslønina 2012 Rukkan, sum eftirspyr 7 filmar kappast um Geytan