mánadagur 5. desember 2016síða 14
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 5. desember 2016 · Nr. 140
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
14
HONDBÓLTUR
Pætur Albinus
Upp á stás
Føroyar riggaði væl sum
vertur fyri HM-undankapp
ingini um vikuskiftið. Tað
halda tey, sum stóðu fyri
kappingini.
- Tað spældi øgiliga væl
av, tað vil eg siga. Vit høvdu
fyrireikað okkum væl, og alt
á staðnum, altso í høllini, og
avgreiðing av dystum, gekk
sum tað skuldi. Hotel og ferð
ingin gekk eisini upp á stás,
so tað hevur ikki verið nakað
at sett fingurin á, sigur Ári
Rouch frá umsitingini í
Hondbóltssambandi Føroya.
Hann viðgongur, at tað
hevur kravt nógva tíð við
fyrireiking hjá starvsfólkum
og nevndarfólkum í Hond
bóltssambandinum
og
starvsfólki í høllini, men
tað var hesa kappingina, ið
Hondbóltssambandið gjarna
vildi sleppa at hýsa.
- Tað er soleiðis, at tá
ið slíkt undanumfar verð
ur drigið, so er talan í út
gangsstøðinum um heima-
og útidystir, men um londini
kunnu semjast um tað, so
kann kappingin avgreiðast
á einum stað yvir eitt viku
skifti. Tað er ein bíligari
máti í og við at tað er minni
ferðing. Vit hava ligið fram
við at sleppa at hýsa onkrari
kapping, tí vit gjarna vilja
bjóða føroyingum altjóða
hondbólt. Vit spurdu hini
londini, um tey vóru við upp
á hetta, og tað spældi soleiðis
av, at tey vóru við upp á at
koma hendanvegin, greiðir
Ári frá.
- Tey sóu kanska, at tey
trý londini vóru tey sterkaru
liðini í bólkinum, so reint
kappingarliga hava tey bara
tikið tað sum nakrar dystir á
uttanveltaðum vølli, heldur
Ári.
Gongur væl
Ári Rouch heldur, at upp
møtingin
hjá
føroysku
áskoðarunum hevur verið
hampilig. Hann er varugur
við, at fólk hesa ársins tíð eru
á jólafrokostum og stákast til
jóla, og hann heldur, at um
dystirnir vóru meira 50/50,
so hevði tað helst drigið fleiri
áskoðarar í høllina.
Tað gongur ikki leingi,
áðrenn HM- og EM-undan
kappingar
aftur
verða
spældar í Føroyum. Í januar
verða nevniliga heili tvær
undankappingar
spældar
her. Fyrst verður EM-undan
kapping fyri U21-landslið hjá
monnum, har Føroyar eru
í bólki við Finnlandi, Ísrael
og Sveis. Hendan kappingin
verður dagarnar 6. til 8.
januar.
14. til 16. januar verður tað
so HM-undankapping hjá
A-landsliðnum hjá monnum,
og tá eru Føroyar í bólki við
Grikkalandi og Kýpros.
Tað er sum heild komið
meiri
lív
í
føroyskan
landsliðshondbólt
síðani
hann lá nærum stillur í 2011.
- Hesa tíðina hekk tað
ikki saman fíggjarliga, so
vit fóru gjølla til verka í 2012
og royndu at byggja alt upp
av nýggjum. Hetta er fyrsta
árið, at vit aftur eru umboðað
við øllum landsliðum, og tað
Neli Heldarskarð
F
øroyar
taptu
allar
dystirnar í HM-und
ankappingini,
sum
varð spæld í høllini á Hálsi
hetta vikuskiftið, men kort
ini tykist breið semja at
vera um, at nøgdsemi er við
avrikið hjá føroysku kvinn
unum.
Mótstøðulondini,
Makedonia, Ísland og Eyst
urríki, eru lond á einum heilt
øðrum støði, tá ið landsliðs
hondbólt
umræður,
men
kortini fingu hesi londini
góða mótstøðu frá Føroyum
í øllum trimum dystunum.
- Eg eri rættiliga væl
nøgdur við okkara avrik.
Okkara mótstøðulið vóru
øll rættiliga góð - okkurt
var
kanska
eisini
betri,
enn vit høvdu væntað. Eg
hevði spátt Makedonia at
vera tað tað liðið í hesari
undankappingini, sum var
nærmast okkum í støði, men
Makedonia var í roynd og
veru eitt rættiliga gott lið.
Makedonia var okkara fyrsta
mótstøðulið, og tí høvdu vit
fyrireikað okkum 100% til
dystin
ímóti
Makedonia.
Eftir kappingini hevur tað
víst seg, at okkara úrslit ímóti
Makedonia var ómetaliga
gott, hóast vit taptu við
tveimum málum, sigur annar
av landsliðsvenjaranum hjá
kvinnulandsliðnum, Andreas
F. Hansen.
Viðvíkjandi
Makedonia
sipar Andreas F. Hansen til,
at Makedonia seinni vann
við heili sjey málum ímóti
Íslandi og harvið spældi seg
víðari til næsta undankapp
ingarumfar.
Áhugi úr Týsklandi
Møguliga høvdu mótstøðu
liðini
hjá
Føroyum
ikki
væntað ta heilt stóru mót
støðuna frá einum lands
liði, sum hevur verið rætt
iliga óvirkið seinastu árini,
men við sínum avrikum
seinastu dagarnar hava før
oysku
kvinnurnar
fingið
sera góð orð á vegnum frá
venjaranum hjá Eysturríki,
sum eisini er venjari hjá
einum felagi í týsku Bundes
liguni, ið telist ímillum allar
størstu hondbóltskappingar
í Evropa.
- Venjarin hjá Eysturríki,
Herbert Müller er venjari
hjá einum liði í týsku Bund
esliguni, sum eitur Thür
inger. Fríggjakvøldið, tá ið
Eysturríki tapti við fýra
málum ímóti Íslandi, segði
hann, at hann var sera ov
farin og hugtikin av okk
ara avriki í fyrsta dystinum
ímóti Makedonia. Hann hev
ði yvirhøvur ikki væntað, at
vit fóru at vera so væl við,
sigur Andreas F. Hansen.
Eysturríski
venjarin
var so bergtikin av føroy
ska liðnum, at hann hevur
skaffað onkur telefonnumm
ur frá nøkrum føroyskum
leikarum.
- Venjarin hjá Eystur
ríki hevði yvirhøvur ikki
væntað, at vit vóru á tí støð
HSF:
Hondbóltssamband Føroya leggur seg eftir at hava trý bein at standa á. Arbeiðsorku, tað fíggjarliga
og tað ítróttarliga. Tað gongur betur og betur á øllum økjum. - Vit eru ikki komin á mál, men vit
hava flutt okkum langt, sigur Ári Rouch, sum eisini heldur, at undankappingin eydnaðist sera væl
BUNDESLIGAVENJARI
OVFARIN AV FØR
OYSKU LEIKARUNUM
- Eftir dystin ímóti Eysturríki bað teirra venjari, sum eisini er venjari hjá
einum felagi í týsku Bundesliguni, um telefonnummarið hjá onkrum
av okkara leikarum, sigur Andreas F. Hansen, landsliðsvenjari. Hann er
væl nøgdur við avrikið hjá føroysku kvinnunum hetta vikuskiftið
TAÐ GONGUR BETUR FÍG