mánadagur 5. desember 2016síða 15
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 5. desember 2016 · Nr. 140
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
HONDBÓLTUR
inum, sum vit vóru á. Eftir
seinasta dystin í gjár bað
hann
um
telefonnumm
arið hjá onkrum av okkara
leikarum, sigur Andreas F.
Hansen, áðrenn hann leggur
afturat:
- At ein venjari í Bundes
liguni sigur slíkt er eitt stórt
herðaklapp til okkara leikarar.
Aðrar tóku við
Undan
undankappingini
kom tað illa við, at fleiri
av profilinum í føroysku
Hvonndeildini, so sum Marj
un Danberg úr Neistanum og
Marianna Holm Jacobsen og
Liljan Djurhuus úr VÍF, ikki
fingu verið við. Andreas F.
Hansen vísir tó á, at aðrar
tóku við ístaðin.
- Breiddin á liðnum hevði
sjálvandi verið størri, um
allir leikarar hjá okkum
vóru tøkir, men aðrar tóku
við ístaðin. Vit manglaðu
onkrar orsakað av skaðum
og barnsburði, men tær 16,
sum spældu við í hesari
undankappingini, hava verið
við til at skapt góð úrslit,
sigur Andreas F. Hansen væl
nøgdur um lið sítt.
Áðrenn hesa undankapp
ingina hevði hann víst á, at
tað hevði sera stóran týdning,
at føroysku leikararnir tordu
at spæla sítt vanliga spæl.
- Um vit skuldu hava nak
ran kjans ímóti hinum, so var
tað sera týdningarmikið, at
allar á liðnum tordu at taka
ábyrgd. Okkurt høvdu vit
kunnað gjørt betur og øðrvísi,
men yvirhøvur hava leikarar
nir víst, at vit hava uppiborið
at spæla við í slíkum kapp
ingum, og sum heild hevur
hópurin hjá okkum víst, at
vit hava nógv at bjóða uppá,
sigur Andreas F. Hansen.
Framtíðin er ljós
Talan var um eitt sera ungt,
føroyskt lið. Miðalaldurin á
liðnum var ikki meira enn
22 ár, og hetta ber boð um, at
nógvar av kvinnunum hava
nógv landsliðsár fyri framm
an. Andreas F. Hansen vónar,
at enn meira verður gjørt
burturúr landsliðshondbólt
inum komandi árini.
- Hetta er fyrsta fetið hjá
okkara unga liði, sum ligg
ur um 20 ár í miðalaldri. Vit
manglaðu eisini fleiri leik
arar, og tískil eiga vit at klára
at savna eini 25 leikarar, sum
vit kunnu arbeiða nógv við
tey komandi árini. Vónandi
verður nógv gjørt burturúr,
tí
føroyskur
hondbóltur
kann menna seg heilt nógv.
Vit hava gott tilfar, ið vón
andi fer at mennast nógv
komandi árini, sigur Andreas
F. Hansen at enda.
Næsta avbjóðingin hjá
føroyska kvinnulandsliðnum
í hondbólti verður í komandi
ári, tá ið kvinnurnar skulu
spæla EM-undankapping.
merkir nógv fyri okkum,
at vit vísa, at vit eru við í
Evropa. Tað merkir eisini
nógv, at vit kunnu vísa okk
um fram á heimavølli, og tað
gevur okkum eisini betri
møguleikar við stuðlum og
at sum heild marknaðarføra
okkara ítrótt her heima,
sigur Ári.
Hann sigur, at tað gongur
betur og betur fíggjarliga hjá
Hondbóltssambandi Føroya.
- Í 2012 var fíggjarætlanin
1,3 milliónir krónur, men hon
er nú farin at nærkast 3,5
milliónum krónum. Okkara
mál er at tað skal mala runt
við fimm milliónum krónum
árliga, fyri at tað skal rekast
forsvarliga soleiðis sum vit
ynskja tað, sigur Ári.
Til samanberingar kann
nevnast, at íslendska hond
bóltssambandið hevur eina
fíggjarætlan áljóðandi 10
milliónir krónur árliga, og
har starvast trý fólk.
- Tað er eitt prógv um, at
tað ber til at koma langt við
einari lítlari fíggjarætlan,
heldur Ári.
- Vit plaga at siga, at
vit skulu hava trý bein at
standa á. Arbeiðsorku, tað
fíggjarliga og tað ítróttarliga,
sigur Ári, sum eisini heldur,
at tað ítróttarliga er við at
koma seg.
- Vit ivaðust, hvar vit fóru
at flóta ítróttarliga, men tað
vísir seg, at vit standa okkum
væl. Úrslitini eru betri í dag
enn fyri 10 árum síðani. Ung
dómslandsliðini eru eisini
farin at vinna dystir, og
tað flytur okkum upp eftir
styrkislistanum, sigur hann
og peikar á, at føroysku ung
dómslandsliðini
ikki
eru
styrkismett í niðasta styrk
islagi longur, tá ið lutakast er.
- Vit eru ikki komin á mál,
men vit hava flutt okkum
langt, sigur Ári Rouch at
enda.
albinus@sosialurin.fo
GJARLIGA