Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-12-05, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 5. desember 2016síða 16

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 5. desember 2016 · Nr. 140 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Hetta vikuskiftið hevur nakað so sjáldsamt sum ein HM-undan- kapping í hondbólti verið í Før- oyum. Føroyar høvdu fingið heima vøll í høllini á Hálsi til fyrstu undankappingina til HM í kvinnuhondbólti, sum verður í Týsk landi í 2017. Mótstøðuliðini hjá Føroyum vóru Makedonia, Ís land og Eysturríki. Hetta eru øll landslið, sum hava nógv fleiri roynd ir í altjóða hondbólti, enn Før oy ar hava. Møguleikin var ímóti Makedonia Áðrenn kappingina hevði annar av venjarunum hjá føroyska lands- liðnum, Andreas F. Hansen, sagt, at føroyska landsliðið í høvuðs- heitum hevði fyrireikað seg til fyrsta dystin ímóti Makedonia fríggja kvøldið. Bæði tí, at hetta var fyrsti dysturin, men eisini av tí orsøk, at frammanundan varð vænt að, at hetta var dysturin, har møgu leikin hjá Føroyum at vinna stig var bestur. Og tað var týðiligt, at her vóru møgu lig stig at vinna. Makedonsku kvinn urnar vóru væl størri enn tær føroysku, men føroysku kvinn ur- nar smæddust als ikki burtur, tí at tær vístu, at tær væl kláraðu at vera við. Liðini fylgdust á máltalvuni allan fyrra hálvleik og fóru til hálv- leiks við støðuni 8-8. Eftir 24 minuttir løgdu Før oyar seg á fyrsta sinni á odda í dystinum, men hetta var eisini einastu ferð, at føroysku kvinn ur nar vóru frammanfyri. Í seinna hálvleiki var framvegis javnleikur, tá ið 10 minuttir vóru farnir av hálv- leikinum, men so gjørdi Makedonia eitt hál og legði seg fram um 18-15. Hesa leiðsluna megnaði landsliðið ongantíð at innheinta, og endaliga úrslitið gjørdist 21-19 til Makedonia. Mun urin var lítil, millum annað tí, at føroysku kvinnurnar stríddust sera væl. Tað var tískil onki annað enn fult uppiborið, at føroysku áskoð ararnir klappaðu kvinnunum av vøllinum. Eftir fyrsta dystin stóð tó greitt, at tað fór at blíva ómetaliga trupult hjá kvinnunum at vinna nakað stig í undankappingini. Harðari mót støða bíðaði leygardagin, tá ið Ísland var mótstøðuliðið. Brendu ov illa Fríggjakvøldið fekk Ísland eina góða byrjan upp á undan- kappingina, tá ið íslendingar vunnu 28-24 ímóti Eysturríki. Seinastu nógvu árini hevur íslendska kvinnu landsliðið verið fastur fúsur í bæði HM- og EM-endaspølunum í kvinnu hondbólti, so ongin ivi var um, at Ísland var stórfavorittur ímóti Føroyum. Føroyar fingu eina fína byrjan upp á dystin og kláraði væl at fylgja við fyrstu 10 minuttirnar. Sum fyrri hálvleikur leið gjørdist tað tó meira og meira eyðsæð, at stóri trupulleikin hjá Føroyum var vantandi málskjótingin. Antin vóru føroysku skjúttarnir ikki nóg neyvir ella bjargaði íslendski mál verjin, Guðrun Mariasdóttir, skot royndunum hjá heimaliðnum. Av tí sama skoraðu Føroyar bara fimm mál í fyrra hálvleiki og var aftanfyri 9-5 í hálvleikinum. Í seinna hálvleiki av hesum dystinum var tað serliga høgri vongurin hjá Íslandi, Thórey Rósa Stefánsdóttir, ið skaraði framúr við at skora heili sjey mál. Tað gekk betur við málskjótingini í seinna hálv leiki, men íslendingar fóru eisini eitt gear upp og endaðu við at vinna dystin 24-16. Mest eyðsýndi, føroyski leikarin í dystin var 20 ára gamla Kristianna Henne berg Joensen, sum spælir við danska FC Midtjylland. Hon gjørdist føroyskur toppskjútti við sjey málum. Ein keðilig hending setti sín dám á dystarendan, tá ið føroyski vinstri vongurin úr Kyndli, Turið Arge Samuelsen, varð borin av vølli- num. Hon meiðslaði sær knæið í samanstoyti, og skaðin var so mikið álvarsamur, at hon fekk ikki spælt við í síðsta dystinum ímóti Eystur- ríki sunnudagin. Endaðu kappingina væl Síðsti dysturin í undankappingini var í gjár. Ein ávísur spenningur var undan hesum dystinum, tí at rætti liga óvæntað hevði Makedonia vunn ið sannførandi sigur ímóti Íslandi við úrslitinum 27-20. Tískil var trýst á Eysturríki, sum skuldi greiða sína skyldu við at vinna ímóti Føroyum, um eysturríkar skuldu koma víðari. Eysturríki hevur leikarar frá Champions League-feløgum úr Týsk landi og Fraklandi, og tað gjørdist skjótt týðiligt, at støðið hjá eysturríkarunum var ov høgt til føroyingarnar. Eysturríkarar vóru størri, sterkari og spældi skjótari hond bólt, serliga í fyrra hálvleiki. Dyst urin var longu avgjørdur í hálvleikinum, tá ið liðini fóru til hálvleiks við støðuni 18-10 til Eystur ríki. Í seinna hálvleiki gekk tó betur hjá føroysku kvinnunum, sum byrjaðu at bíta frá sær. Tað gekk væl betri í verjuni, har Fríða Petersen hevði nakrar bjargingar, og eisini megnaðu føroyingar í størri mun at lirka eysturrísku verjuna upp og skora fleiri mál. Endaliga úrslitið gjørdist 29-20 til Eysturríki, og harvið vóru Føroyar bert eittans mál verri enn Eysturríki í seinna hálv leiki. Eitt startskot Havast skal í huga, at føroysku kvinnurnar ikki hava nakað serligt av royndum á hesum støðinum, tí at so lítið er blivið gjørt burturúr før oyskum landsliðshondbólti seinastu árini. Nú er tó vend komin í. Eitt stórt arbeiði verður gjørt við ymsu ungdómslandsliðunum, so tað verða óivað fleiri ungir leikarar, ið fara at gera krav upp á sítt pláss á kvinnu landsliðnum komandi árini. Miðal aldurin á føroyska liðnum var eisini bert 22 ár, so nógv teir flestu leikararnir hava nógv ár á lands- liðnum fyri framman. Eysturríki og Makedonia spældu seg víðari til næstu undankapping. HØVDU MØGU­ LEIKAN ÍMÓTI MAKEDONIA Føroyska kvinnuhondbóltslandsliðið tapti allar dystirnar í HM-undankappingini, sum varð spæld í høllini á Hálsi hetta vikuskiftið. Avrikini vóru tó góð, og serliga í fyrsta dystinum hevði úrslitið lættliga kunnað verið øðrvísi, tá ið Føroyar spældu ímóti Makedonia