mánadagur 5. desember 2016síða 18
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
- Eg minnist, at teir, sum sótu við síðuna av mær, tóku fast um setrini tá
ið vit skuldu lenda. Eg hugsaði hví teir gjørdu hetta, men tað kom eg so at
merkja, sigur Romica Øster um lendingina í Føroyum, sum eisini gjørdist
lendingin í eitt fullkomiliga øðrvísi lív, enn tað hann frammanundan var
vanur við sum fulltíðar flogbóltsspælari í heimlandinum Rumenia
Mánadagur 5. desember 2016 · Nr. 140
VANGAMYND
Pætur Albinus
Hann er eitt kent andlit í
føroyska
flogbóltslands
lagnum, tann 198cm høgi
Romica
Øster,
sum
fyri
skjótt 20 árum síðan fór úr
heimlandinum
Rumenia
og kom til Føroya at spæla
flogbólt. Fyrst sum spælari,
nú sum venjari – men eisini
við síðuna av flogbóltinum
hevur hann fingið eitt lív,
sum í mangar mátar ger
hann til ein av okkara.
Rumenia
Dópsnavnið
er
Romica
Pascu, og hann er føddur
og uppvaksin í rumenska
býnum Craiova, har tað
búgva áleið ein hálv millión
fólk. Fyrstu árini royndi
Romica seg í nógvum ítrótt
um, eitt nú í kurvabólti,
hondbólti, fimleiki, borð
tennis og fikting, men hann
gekk í fótasporunum hjá
eldra bróðuri sínum, Dan, og
fór at spæla flogbólt sum 10
ára gamal. Frálæruna fekk
hann í Universitatea Craiova,
sum er eitt stórt og gott
felag, sum í ár vann greipuna
í rumenskum flogbólti. Dan
Pascu er høvuðsvenjari í fel
agnum.
Romica byrjaði at spæla
við U12-liðnum, seinni U14, og
tá ið hann kom í U16-deild
ina, byrjaði liðið at vinna
meira. Tað var eisini sum
16 ára gamal, at Romica á
fyrsta sinni varð innlimaður
í besta hópin hjá felagnum,
har hann slapp at venja við
og eisini fekk eitt sindur av
tíð inni á vøllinum.
Tað serliga við Romica
var, at hann kundi spæla alla
staðni á vøllinum. Honum
dámdi tó best at vera hevari.
Romica fór á universitet
í Craiova. Hann las ítrótt í
fýra ár, og spældi samstundis
flogbólt. Hann var fulltíðar
flogbóltsspælari í 17 ár og
umboðaði tilsamans seks
ymisk lið.
- Eg fór har, sum besti
sáttmálin
var.
Onkuntíð
vóru teir góðir, onkuntíð
minni góðir. Serliga í Uni
versitatea Bacau høvdu teir
ilt við at gjalda lønir. Teir
bóðu okkum bíða, tí lønin
var ávegis, men hon kom
ongantíð fram, sigur Rom
ica, sum síðani rýmdi úr fel
agnum, har Daniel Rapa, sum
seinni spældi við VÍF, eisini
var. Hann var á hondbólts
linjuni, og teir báðir hittust
tilvildarliga í Føroyum nøkur
ár seinni.
Føroyar
Sum árini gingu fekk Rom
ica ætlanir um at flyta úr
Rumenia. Hóast landsins
leiðari, Nicolae Ceaușescu,
var fallin, so kendi Rumenia
framvegis
avleiðingarnar
av tí hart stýrda kommun
istiska stýrinum – ikki tí,
Romica og aðrir flogbólts
spælarar høvdu tað gott.
Teir sluppu at keypa úr
handli, ið var tilegnaður flog
bóltsspælarum sum honum,
og teir sluppu eisini uttan
lands. Tað sluppu tildømis
aðrir familjulimir hjá Rom
ica ikki.
Í 1999 setti Romica sær
fyri at fara úr heimlandinum.
- Eg var einsamallur, og
eg saknaði eina gularót. Eg
ætlaði mær til Kanada at
finna mær arbeiði og eitt
felag at spæla við. Eg tosaði
eisini við eitt felag í Italia,
men tað var ikki serliga seri
øst, greiðir Romica frá, sum
best sum hann var tilreiðar
at fara til Kanada fekk eitt
heilt øðrvísi tilboð.
- Nakrar mánaðir áðrenn
eg skuldi fara, ringdi Ion
Geolgău, sum tá var venjari
hjá HB, til sín góða vinmann
frá tíðini í Craiova, nevniliga
beiggja mín, og spurdi um
hann hevði hug at koma til
Føroya at spæla. Tað vildi
hann ikki, kanska serliga tí
at hann var í holt við at lesa
ítrótt, sigur Romica.
- Hann spurdi so meg
ístaðin. Tað fyrsta, ið eg
hugsaði, var hvat Føroyar
var fyri nakað. Ion greiddi
mær frá, at Føroyar var
eitt friðarligt og hugnaligt
land við fittum fólki. Hann
bað meg royna eitt ár, og eg
hugsaði hví ikki. Mín karri
era var kortini liðug. Tað
var ov nógv at venja tríggjar
ferðir um dagin, helt Rom
ica, sum síðani setti seg í
flogfarið til Føroya.
- Eg minnist, at teir, sum
sótu við síðuna av mær,
tóku fast um setrini tá ið vit
skuldu lenda. Eg hugsaði hví
teir gjørdu hetta, men tað
kom eg so at merkja, sigur
Romica um eyðkendu inn
flúgvingina í Vágum.
Móttøkan
Romica minnist aftur á
fyrstu tíðina í Føroyum sum
verandi góða. Hann var spæl
andi venjari hjá Fleyr, og tey
í felagnum gjørdu alt fyri
at hann skuldi trívast her.
Serliga minnist hann góðu
hjálpina frá Rosu Jacobsen,
Klæminti
Isaksen,
Jan
Hentze og landsmanninum
Doru Tiberiu á Torvlaðnum.
- Mær dámdi beinanvegin
í Føroyum. Tað var stuttligt
at spæla. Tað var nakað
annað at koma frá at vera
professionellur til at venja
tríggjar ferðir um vikuna,
men eg royndi at koyra hart
á teir, sigur Romica, sum hev
ur spælt við Fleyr og Fram
heilt fram til fyri seks árum
síðani.
- Eg fekk trupulleikar við
tí eina knænum, so eg helt
tað vera best at steðga, sigur
hann.
At brádliga skifta rum
ensku tilveruna út við ta
føroysku var ikki bara sum
at siga tað.
- Tað var ringt at fara til
arbeiðis fyrstu tíðina. Eg
hevði jú bara íðkað flogbólt
áðrenn. Eg arbeiddi á flaka
virkinum Ísbjørn í trý ár,
og so havi eg eisini arbeitt
sum ítróttarlærari í stud
entaskúlanum í eitt hálvt
ár, greiðir Romica frá, sum
av álvara fekk næmingarnar
at merkja, at hann kemur frá
ROMICA ØSTER
Komandi vikur-
nar fer Ítróttar
sosialurin at varpa
ljós á útlendingar
í føroyskum
ítrótti
ÚR RUMENSKA
MELDRINUM Í
FØROYSKA FRIÐIN