mánadagur 5. desember 2016síða 19
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 5. desember 2016 · Nr. 140
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
einari heilt øðrvísi og harðari
ítróttarmentan.
- Eg gjørdi eina ordans
upphiting í eitt korter, har
tey ordiliga fingu sveittan
fram. Nøkur hildu tað vera
ov hart, men eftir nakrar
vikur kom ein genta til mín
og greiddi frá, at hon hevði
havt trupulleikar við knø
unum í longri tíð, men at
hetta nú var farið vekk, sigur
Romica og nærum fegnast
um hendan lítla sigurin, at
teir heldur hørðu ítróttar
tímarnir gjørdu mun.
Seinastu
árini
hevur
Romica tó havt eitt heilt
annað starv. Nevniliga á
Jarðfeingi,
har
hann
er
savnsteknikari. Fyrstu árini
arbeiddi hann bara hálva
tíð og sum hjálpari, men
nú er hann í føstum starvi.
Hann hevur eina master-
útbúgving innan ítrótt frá
universitetinum í Craiova,
men árini 2012 til 2014 var
hann knýttur at University
of St. Andrews í Skottlandi,
har hann las Museum and
Gallery Study og nú er settur
í starv sum tað á enskum eit
ur physical archive manager.
Arbeiðið á einum flaka
virki metti hann verða ov
einstáttað, og hann er glaður
fyri at starvast á Jarðfeingi.
- Mær dámar ordiliga væl
hvat tey gera, og eingin dag
ur er eins, sigur hann.
Kærleikin
Tað var ikki bara flogbólt og
arbeiði, sum Romica fann í
Føroyum. Her hevur hann
eisini
funnið
kærleikan.
Hann er í dag giftur við
Mariann Øster – hansara
lívskærleiki, sum hann fann
stutt eftir at hann var komin
til Føroya.
- Eg var venjari hjá kvinn
unum, har Mariann var lið
skipari, so vit tosaðu nógv
saman um ymiskt. Soleiðis
kom tað bara so spakuliga,
greiðir Romica frá.
- Tað var ein góð hjálp, tí
hon er ógvuliga seriøs. Hon
lærdi meg nógv ting, og tað
skuldi vera ordan í, sigur
hann víðari.
Saman eiga tey eisini
sonin Rúna, sum er føddur í
2002. Tað eru ikki ábending
ar um, at hann fer at ganga
í fótasporunum hjá for
eldrunum og spæla flogbólt.
Heldur spælir hann bad
minton.
- Hann tímur ikki at spæla
flogbólt. Eg havi roynt at
lokka hann, men hann sigur
kortanei, greiðir Romica frá.
Romica eitur í dag Øster
til eftirnavn. Heldur serligt,
so valdi hann at fáa sær eftir
navnið hjá konuni, tá ið tey
giftust.
- Tað haldi eg vera tað
rætta at gera. Eg valdi at
verða her í Føroyum, so eg
haldi tað gevur meira mein
ing at taka eftirnavnið hjá
henni heldur enn at hon skal
skifta til Pascu, heldur hann.
Trívist
Romica er fallin væl til í før
oyska samfelagnum, og í dag
tosar hann føroyskt. Fyrstu
árini tosaði hann enskt, og
hann hevði ilt við at kasta
seg út í tað føroyska.
- Tað vóru nøkur ár, har
eg mátti tosa enskt, tí eg var
bangin fyri at tosa føroyskt.
Eg var bangin fyri at gera
feilir og at siga okkurt býtt.
Eg helt, at tað var betri at
læra føroyskt ordiligt fyrst,
sigur Romica, sum tó broytti
meining.
- Eg valdi bara at prøva
meg fram og ikki leggja
nakað í, um eg segði okkurt
skeivt.
Fólk
hava
eisini
rættað meg og hjálpt mær,
sigur Romica, sum eisini
hevur luttikið á kvøldskúla
skeiðnum 'Føroyskt fyri út
lendingar'.
Tað eru ikki so fáir rum
enar í Føroyum, og tað kem
ur eisini meira enn so fyri,
at Romica rennur seg inn í
onkran rumena her heima.
Umframt tey eru tað eisini
tey, sum búgva her, og nøk
ur teirra kennir hann væl.
Serliga tey innan ítróttin,
har hann nevnir eitt nú Sorin
Anghel, Daniel Rapa og Nic
oletu Radu Hansen.
Romica sigur, at hann
trívist sera væl í Føroyum.
- Her er ordiliga gott at
vera. Fólk eru løtt at tosa
við, tey eru smílandi og rólig,
heldur Romica, sum sigur
tað vera stóran mun at vera í
Føroyum og í Rumenia.
- Lívið her er friðsælt og
róligt. Í Rumenia er tað stress
og tíðarneyð. Her er lítið
og hugnaligt, og í Rumenia
er tað stórt og stressandi,
sigur Romica, sum eisini
nevnir ferðsluna, har hann
í Craiova hevði upp ímóti
einum hálvum tíma at koyra
frá venjing og heim, tí at tað
vóru so langar bilrøðir.
Romica og húski hans
ara vitja javnan heima í
Craiova, har hann plagar
at hitta føroyavinin Ion
Geolgău, sum í dag starvast
hjá rumenska fótbóltssam
bandinum.
Flogbólturin
Romica hevur altíð havt venj
araleiklut á sær í Føroyum,
og nú hann sjálvur er givin
at spæla, hevur hann halgað
seg til venjarayrkið. Hann
er venjari hjá kvinnunum
hjá Fleyr, og so hevur hann
eisini havt ábyrgd av fleiri
landsliðum.
Hann heldur, at støðið
er eitt vet lægri nú, enn tá
ið hann kom til Føroya. Ein
orsøk metir hann vera, at tað
vóru fleiri útlendingar fyrr í
tíðini, og at tað nú einans eru
tríggir eftir, har bara tveir
teirra spæla avmarkaða tíð,
nevniliga Rajko Petrovic og
Boban Ilic.
Fáir útlendingar er tó
ikki øll orsøkin, undirstrikar
Romica.
- Vit mangla eisini hallar
tímar. At venja tríggjar ferðir
um vikuna er ov lítið. Tað er
ikki pláss til styrkivenjing, tí
tað ber heldur ikki til at venja
við bólti bara tvær ferðir um
vikuna. So styrkivenjingini
mugu
leikararnir
sjálvir
taka sær av, sigur Romica,
sum eisini heldur, at tað skal
ein hugburðsbroyting til, har
leikararnir mugu vera meira
seriøsir og lata vera við at
geva avboð til venjingar, tí
teir skulu okkurt annað.
- Tað skal tó sigast, at
nakrir leikarar eru ógvuliga
raskir, og at tað eisini sæst
aftur á menningini hjá hes
um leikarunum, sigur Rom
ica.
Hann nevnir sum dømi, at
tá ið hann spældi saman við
Rúna Weihe í Fram, spurdi
Rúni hann, um kundi verða
verandi eftir venjing fyri at
fáa rættað upp á teknikk og
annað. Hann vildi hava rætt
ingar, hann tók við læru og
var glaður fyri tað. Eitt nær
lagni, sum gjørdi hann til ein
av bestu spælarunum í før
oysku flogbóltssøguni.
Tað næsta, sum er á
skránni hjá Romica, er ein
NEVZA-kapping í Onglandi
við U17-kvinnulandsliðnum
í oktobur næsta ár. Vanligt
hevur verið, at landsliðini
byrja
vikuskiftisvenjingar
tveir mánaðir áðrenn kapp
ingina, men nú vil Romica
hava tað øðrvísi. Hann held
ur, at tað er ov lítið av venj
ing.
- Vit vóru við U19 í ár. Tær
vóru raskar, men tað sást,
at tær manglaðu venjing, tí
alt botnar í samskifti og at
spæla saman, sigur Romica,
sum tískil ætlar sær at hava
hópin hjá U17-landsliðnum
kláran longu í januar og at
alt fyri eitt fara undir fyri
reikingarnar til kappingina
í oktobur.
ALBINUS@SOSIALURIN.FO
Navn: Romica Øster
Føddur: 15. mars 1968
Heimbýur: Craiova, Rumenia
Bústaður: Hoyvík
Fyrrv. feløg: Universitatea Craiova, Steaua
Bucharest, CSU Oradea, Hidro Constanta,
Calculatorul Bucharest, Universitatea
Bacau, Fleyr og Fram
Starv: Savnsteknikari
Venjarastarv: Fleyr og FBF