mánadagur 5. desember 2016síða 20
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 5. desember 2016 · Nr. 140
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
André Olsen
Eftir eitt tíggju-ára skeið
sum U21 landsliðsvenjari,
stóð Bill McLeod Jacobsen í
oktober á seinasta sinni á
odda
fyri
føroyska
U21
landsliðnum, tá teir spældu
heimadyst móti Eysturríki.
Endin varð ikki soleiðis, sum
nakar hevði ímyndað sær
frammaundan.
Tá
dómarin
bríkslaði
dystin av, og Bill á seinasta
sinni skuldi heiðrast fyri
drúgva arbeiðið sítt, fór alt
fullkomiliga í svart.
U21
landsliðsvenjarin
small niður í vøllin, meðan
øll
rundanum
leikvøllin
stóðu skelkaði og hugdu at.
Tað var ein samanrenning av
sterkum kenslum og einum
strongdum
gerandisdegi,
sum elvdu til ógvusligu
hendingina.
– Tað hevur eisini spælt
inn, at eg eina viku fram
manundan fekk boðini um,
at eg ikki slapp at halda fram
sum U21 landsliðvenjari, og
fekk at vita, at eg skuldi
gevast sum venjari hjá FSF
aftaná 18 ár, sigur Bill
McLeod Jacobsen.
Ein strongdur
gerandisdagur
Tað eru nú tveir mánaðir
síðani skelkandi hendingina,
tá Bill McLeod Jacobsen lá á
vøllinum og mátti koyrast
við sjúkrabili á landssjúkra
húsið. Hann minnist væl
hendingina í dag
– Eg minnist, at eg til tann
dystin var eitt sindur meira
tendraður enn vanligt. Eg
minnist, at eg einaferð í
seinna hálvleiki kendi á mær,
at tað var sum um eitt loft
var uppiyvir mær. Eg kundi
ikki fara longur enn eitt vist,
sigur Bill M. Jacobsen og
minnist
aftur
á
kalda
oktoberdagin á Toftum
– Tá dómarin bríkslaði
dystin av, og eg skuldi takka
mótstøðuvenjaranum
fyri
dystin, small eg brádliga í
vøllin.
Eri
bara
øgiliga
undrandi yvir, hví tað skuldi
henda júst tá. Hví hendi tað
ikki um morgunin, tá vit ótu
morgunmat? Hví hendi tað
ikki undir taktikkfundinum?
Hví hendi tað ikki undir
upphitingini? Eg fái ongantíð
eitt heilt greitt svar upp á hví
tað hendi júst tá, sigur
klaksvíkingurin.
Bill
McLeod
Jacobsen
hevur tó eina hóming av, at
tað er ein strongdur gerand
isdagur, sum eigur sín lut í, at
hann fór í svart.
- Tað hevur serliga verið
ein strongdur gerandisdagur,
sum hevur elvt til hend
ingina. Pro-license útbúgv
ingin krevur nógv av mær, eg
arbeiddi tá fulla tíð á Lands
sjúkrahúsinum, var venj
arainstruktør hjá FSF, U-21
landsliðsvenjari og koyrdi
McLeod coaching við síðuna
av. So tað hevur heilt sikkurt
verið eitt tekin uppá at tað
hevur verið ov nógv, sigur
Bill McLeod Jacobsen.
Signaði seg áðrenn
fyrsta dystin
Bill McLeod Jacobsen hevur
síðani 2007, tá liðið sá dags
ins ljós, staðið á odda fyri U21
landsliðnum.
Fyrstu
átta
árini í einum venjaratoyni
við
Heðini
Askham,
og
seinastu tvey árini sum
høvðusvenjari við Eli Hentze
sum hjálparvenjara.
Bill
McLeod
Jacobsen
greiðir frá, at tað hevur verið
eitt tíðarskeið við nógvum
góðum og ógloymandi minn
um. Hann minnist serliga
væl fyrsta dystin hjá U-21
landsliðnum, sum var á
útivølli móti Kroatia.
– Leikararnir vóru púra
óroyndir, tí talan var um
fyrsta U21 landsdystin nak
rantíð. Eg minnist at eg
signaði meg væl, áðrenn eg
fór út á vøllin, so tað ikki
skuldi
gerast
heilt
ljótt,
greiðir Bill M. Jacobsen frá.
Longu
fyrsta
dystin
gongur væl. Kroatia leggur
seg
miðskeiðis
í
fyrra
hálvleiki á odda. Í yvirtíðini í
seinna hálvleiki økja teir til
2-0, sum eisini varð endaliga
úrslitið.
– Byrjanin var góðkend,
sigur 42 ára gamli klaksvík
ingur.
Lars Olsen fær
rov nógv rós
Sum heild hevur U21 lands
liðið eisini verið ein sól
skinssøga
fyri
føroyskan
fótbólt, síðani tað varð sett á
stovn í 2007.
Umframt at úrslitini flest
øll árini hava verið góð,
hevur U21 landsliðið verið
ein framúr lopfjøll til okkara
komandi A-landsliðsleikarar.
Tað er í dag bert eru tveir
leikarar, sum ikki hava spælt
á U-21 landsliðnum. Teir eru
Fróði Benjaminsen og Atli
Gregersen, sum báðir eru ov
gamlir til at hava havt
møguleikan at hava spælt á
U21 landsliðnum.
Bill
McLeod
Jacobsen
heldur eisini at gjøgnum
gangandi
landsliðsskúlin,
Tað skuldi verða ein hátíðarløta, tá Bill McLeod Jacobsen í oktober á seinasta sinni stóð
á odda fyri føroyska U21 landsliðnum. Tað gjørdist ístaðin ein dramatisk og skelkandi
hending, tá U21 landsliðsvenjarin beint eftir dystarlok brádliga small í vøllin.
– Tað hevur serliga verið ein strongdur gerandisdagur, sum hevur elvt til
hendingina, sigur Bill McLeod Jacobsen, sum nú greiðir frá hendingini, tíðini sum
U21 landsliðsvenjara og um framtíðina, har stóri dreymurin er eitt venjarastarv
uttanlands. Eisini heldur hann, at Lars Olsen fær ov nógv rós til tíðir
BILL M. JACOBSEN:
EG FÁI ONGANTÍÐ
EITT GREITT SVAR
FÓTBÓLTUR