Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-12-05, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 5. desember 2016síða 21

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 5. desember 2016 · Nr. 140 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 heilt frá U15 til U21, har tilgongdin til fótbóltsspælið hevur verið tað, at landsliðini skulu tora at spæla, umframt at tora at praktisera álops­ sinnaðan fótbólt, er stóra orsøkin til at A-landsliðið seinastu árini hevur fingið so góð úrslit. Hann heldur persónliga, at A-landsliðsvenjarin onk­ un­tíð fær ov stórt rós fyri menningina av føroyskum fótbólti, tí tað hevur verið ein lang tilgongd, har Lars Olsen hevur rakt eitt gott tíðspunkt við einum frá­ líkum ættarliðið av før­ oyskum fótbólts­spælarum. – Tað vit síggja í dag á føroyska A-landsliðnum er nakað, sum vit hava sæð gjøgnum tey seinastu nógvu árini við U21 landsliðnum. Vit løgdu okkum eftir at hava eina meira framrættaða tilgongd til spælið, har vit løgdu stóran dent á at tora at vera við til at mynda dyst­ irnar í framrættaða spæli­ num, sigur Bill M. Jacobsen og leggur afturat: – Eg ivist í, um leikararnir høvdu verið líka klárir til at komið so brestandi inn á A-landsliðið, sum teir hava seinastu árini, um teir ikki høvdu havt royndirnar frá U21 landsliðnum við sær. Eg haldi at tær hava gjørt heilt eyðsýndan mun hjá leik­aru­ num, og hava verið við­ virkandi til góðu gongdina seinastu árini, sigur Bill McLeod Jacobsen. - Tá vóru vit á rættari leið Tað er serliga tann eina U21 undankappingin, sum stend­ ur sterkast í minninum. Tað er undankappingin frá 2009 til 2010, har føroyska liðið fekk heili 11 stig. Tað er met í føroyskum fótbólti, tá tað kemur til undankappingar. Av úrslitunum í tí undan­ kappingini kann millum annað nevnast, at Føroyar vunnu 1-0 á heimavølli móti Russlandi, meðan teir eisini vunnu 1-0 á útivølli móti Lettlandi. Fyri Bill McLeod Jacobsen er tað ein serstøk løta í tí undankappingini, sum hann minnist væl. – Eg minnist, at vit í nov­ ember mánað í 2009 høvdu eit dupult umfar. Sum heild vóru dupult umfør í nov­ ember mánað nakað tú ræddist í føroyskum fótbólti, tí kappingin hevði longu ligið still í meira enn ein mánað, greiðir Bill M. Jacobsen frá. Tað endar við, at føroyska liðið vinnur 1-0 í Lettlandi og spælir 1-1 javnleik í Andorra. – Eg minnist, at vit ikki vóru heilt nøgdir tá vit komu heim. Vit iðraðu okkum um, at vit ikki vunnu dystin móti Andorra. Tá fekk eg av álvara sett tingini í størri høpi. Eg hugsaði, at tá vit vóru ónøgdir við at fáa fýra stig í tveimum tøttum útidystum í november mánað, so kundu vit av álvara siga, at nú er føroyskur fótbóltur á rættari leið. Eg haldi eisini í dag, at tað er heilt eyðsæð, at føroyskur fótbóltur setur størri krøv til sín sjálvs, og sum heild fær betri úrslit altjóða enn teir fingu fyrr, sigur Bill McLeod Jacobsen. Stjørnan sum sløknaði Tá prátað verður um minnir við U21 landsliðnum, er tað ein hending, sum stendur fremst í minninum hjá Bill McLeod Jacobsen. Tað er ein hending, sum einki hevur við tað ítróttarliga at gera. Talan er um ræðuligu hendingina, tá U21 landsliðið misti ein av sínum stóru profilum, og tá føroyskur fótbóltur misti ein av framtíðarprofilunum. Ein tungan septemberdag í 2014, bórust ræðuligu boðini um, at Gunnar Zachariassen, sum fáar dagar frammanundan hevði verið millum mest eyðsýndu leikararnar í 1-0 sigrinum hjá U-21 lands­ liðnum móti Montenegro, var deyður í einari ræðuligari vanlukku. – Tað var ræðuligt at fáa deyðsboðini av, at Gunnar Zachariassen var farin frá okkum. Stutta tíð fram­ manundan, høvdu vit enda okkara U21 landsliðskapping við einum frálíkum sigri á Montenegro, har Gunnar Zachariassen var framúr. Eg minnist, at eg segði við Heðin Askham aftaná tann dystin, at nú var Gunnar blivin so mikið góður, at tað bert fór at vera ein spurningur um tíð, áðrenn hann fór at vera tikin upp á A-landsliðið. Tað hendi ongantíð orsakað av syrgiligu vanlukkuni. So persónliga gjøgnum øll tey tíggju árini sum U21 lands­ liðsvenjari stendur løtan, tá eg fekk deyðsboðini av Gunnari Zachariassen, eftir sum tann sterkasta løtan øll árini. Tá føldi eg veruliga at ein stjørna sløknaði, sigur Bill McLeod Jacobsen. Ætlaði at halda fram sum U-21 landsliðsvenjari Til komandi undankapping skal Bill McLeod Jacobsen venja seg við ein gerandisdag, har hann ikki fer at eygleiða fótbólt í Effo-deildini sum U21 venjari. Tað var tó ikki ætlanin hjá Bill McLeod Jacobsen, at hann skuldi gevast sum U21 lands­liðs­ venjari aftaná hesa undan­ kappingina, tí hann sá farna hóp sum eina prosess. – Við farna U21 hópi hava vit alla tíðina arbeitt lang­ siktað sum venjarar, og í byrjanini vóru vit leitandi eftir rætta hópinum. Eg haldi heldur ikki at vit funnu rætta hópin fyrrenn eini 4-5 dystir vóru spældir av undan­kappingini. Fleiri av teimum frá sterkastu upp­ stillingini hava eisini aldur til komandi undankapping. Tí er tað eitt sindur ørkym­ landi, at tú ikki kann sleppa at halda fram sum U21 venjari, tá liðið til komandi undankapping heilt sikkurt er í betri standi og við fleiri royndum, enn til farnu undan­kapping, sigur Bill McLeod Jacobsen, sum hevði ætlað sær at tikið eina undan­kapping afturat, áðr­ enn hann steðgaði. Hann fílist serliga á fyri­ reikingarnar til undankapp­ ingarnar hjá U21 landslið­ num, sum ikki hevur møgu­leika at spæla venj­ ingardystir, ella at fara á venjingarlegu áðrenn undan­ kappingarnar byrja. – Av tí at vit ikki kunnu fara á venjingarlegu, ella spæla venjingardystir við nøktandi mótstøðu, verða teir fyrstu dystirnir brúktir til at leita eftir rætta liðnum. Í fleiri førum kann tað gott gerast dýrt, sigur Bil McLeod Jacobsen. Framtíðin sum venjari Í løtuni er Bill McLeod Jacobsen í holt við pro- license venjaraútbúgvingina, sum er hægsta útbúgvingin ein venjari kann taka. Gongur eftir ætlan verður hann liðugur við hana á sumri í 2017. Hann sigur, at orsøkin til at hann tekur tí hægstu venjaraútbúgvingina sum man kann, er tí, at hann vil vera so væl fyri fakliga sum møguligt. – Eg taki útbúgvingina, tí eg havi málsetning um nakað meir. Eg taki hana eisini tí eg vil dugnaliggera meg so nógv, ið eg kann sum venjari, har eg alla tíðina strembi eftir at blíva betur. Tað er eisini nakað, sum eg krevji frá fólki, ið arbeiði saman við, sigur Bill McLeod Jacobsen. Í løtuni er Bill McLeod Jacobsen ikki knýttur at nøkrum felagið í Føroyum sum venjari, men tað hevur hann ætlanir um í framtíðini. – Eg havi ongantíð vant eitt topplið í Føroyum, so tað er ein avbjóðing, sum eg væl kundi hugsa mær. Ígjøgnum útbúgvingina kenni eg meg í øllum førum nógv meira kláran og skarpan, enn eg fyrr havi verið, har eg havi ment meg nógv bæði fót­ bóltsfakliga og eisini innan leiðslu í einum felag, sigur Bill McLeod Jacobsen og leggur at enda afturat: - Stóri dreymurin er at blíva venjari uttanlands, sigur Bill McLeod Jacobsen. Myndir: Álvur Haraldsen FÓTBÓLTUR Faktaboks Bill McLeod Jacobsen Føddur: 30-11-1974 (42 ára gamal) Feløg sum venjari: Esbjerg (Ungdómsvenjari), NSÍ (Hjálparvenjari), FSV 04, B68, TB og AB. Starvast í FSF frá 1999-2016. Í løtuni undir pro-license venjaraútbúgving, sum er hægsta venjaraútbúgvingin.