mánadagur 5. desember 2016síða 22
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 5. desember 2016 · Nr. 140
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Hvussu kendist tað at
sita uttanfyri og hyggja,
meðan liðfelagarnir
spældu HM-undankapping
á heimavølli?
Tað er ongantíð stuttligt at sita
uttanfyri, MEN at sita uttanfyri
til eina HM-undankapping er
eyka súrt. Man hevur havt ein
góða kenslu, verið við í øllum,
fyrireika seg fysiskt og mentalt,
og so hendur tað, ið ongin ynskir.
Fingurin brotnar 5 min áðrenn
tíð. Men sum omma segði, Guð
hevur eina meining við øllum og
tað mátti eg so ásanna 4 dagar
áðrenn kappingin er. Tað hevur
hóast alt verið stuttligt, at sæð
tær spælt.
Hvussu ert tú annars nøgd
við avrikið hjá teimum
føroysku kvinnunum?
Eg eri sera væl nøgd, eg haldi
at venjarar, spælarar og øll
viðhaldsfólk skulu vera stolt. Tó
hevði eg ynskt – havi sagt tað
fyrr – at vit fingu meira løtt mál.
Men alt í alt, meira enn nøgd við
avrikið.
Hvussu umráðandi er
tað fáa avbjóðingar á tí
støðinum sum føroysku
kvinnurnar hava fingið í
vikuskiftinum?
Tað er sera umráðandi, tí liðið er
stadigvekk ungt. Royndirnar ið
hópurin hevur fingið, er nakað
ið kann brúkast framyvir. Tí um
HSF forsetur við at melda liðið
til, so vera uppgávurnar ikki
lættari og tí er gott hava hesar
royndirnar.
Hvussu leingi skalt tú
sita uttanfyri afturat
við brotna fingrinum?
Sum nú er, so tekur tað 3-4 vikur
inntil brotið er vaksið saman.
So fáa vit at síggja aftan á tað.
Eg skal til kekk við fingrinum í
hesari vikuni og so aftur i næstu
viku. Men eg vóni og vænti, at
vera við aftur í januar.
Hvør er málsetningurin
hjá tykkum við
Neistanum í ár?
Málsetningurin
er
at
vinna
greipuna og at halda stimanum,
ið vit eru í nú.
Vikan ið fór
Aðru vikuna á rað kunngera
uppflytararnir úr 07 Vestur eitt
heldur óvæntað keyp. Talan
er um fyrrverandi Superliga-
leikaran, Thiago Pinto Borges.
Kvinnulandsliðið spæla um
vikuskiftið HM-undankapping
á heimavølli móti Makedonia,
Íslandi og Eysturríki.
Føroysku kvinnurnar tapa
allar tríggjar dystir.
Á 26 ára føðingardegnum
vinnur norski telvarin, Magnus
Carlsen, HM fyri triðju ferð.
Fyrrverandi føroyski
landsliðsvenjarin, Páll
Guðlaugsson, hevur fingið
nýtt starv. Hann skal komandi
trý árini venja Alvdal IL í
fjórðbestu norsku deildini.
Íslendski landsliðsvenjarin
hjá Týsklandi, Dagur
Sigurðsson, sum helt
fyrilestur í Føroyum, heldur
at framtíðin fyri føroyskan
hondbólt sær bjørt út.
Bárður J. Hansen gevst sum
spælari í Fremad Amager. Ósemja
er orsøkin. Tað er ikki greitt
enn, um Bárður J. Hansen kemur
heim til Føroyar at spæla.
...við ítróttinum
5 SKJÓTIR
Seinnapartin
leygardagin
var
klassiska El Classico uppgerðin
í sponskum fótbólti, tá risarnir
báðir Barcelona og Real Madrid
hittust á Camp Nou í Barcelona.
Hjá einum veruligum fót
bóltsfjeppara er hetta ein dystur,
sum ikki má fara framvið, uttan at
man hevur sæð dystin.
Sum oftast situr man í sofuni
heima við hús og hyggur eftir
útlendskum fótbólti, men júst
hesaferð vóru umstøðurnar eitt
sindur øðrvísi. Tí hendan útgávan
av El Classico bleiv upplivd fram
manfyri skíggjanum í sjónvarps
stovuni hjá manningini umborð
á Norrønu.
Fantastiskir karmar
Sum altíð var tað buldur og brak
undan dystinum, og Barcelona-
fjeppararnir gjørdu sítt til fyri at
skapa nakrar karmar, sum kundu
fáa leikararnar hjá Real Madrid
at gerast eitt sindur fjálturs
stungnar.
Trýstið var á Barcelona und
an dystinum, tí undan dystinum
vóru gestirnir úr spanska høvuðs
staðnum heili sjey stig framman
fyri Barcelona á stigatalvuni, og
tí skuldi Barcelona hava ein sigur
fyri at nærkast arvafíggindunum.
El Classico dystir hava seinnu
árini sum heild verið rættiliga
málríkir og undirhaldandi, men
hendan útgávan var ikki serliga
undirhaldandi.
Gamaní
var
intensiteturin har, men nøkur
fótbóltsuppliving var tað ikki.
Tær tríggjar álopsstjørnurnar
hjá Barcelona, Messi, Suarez og
Neymar, vóru snøgt sagt ósjón
ligir fyri stegðin, men eftir steðgin
sóu vit tó í brotum, hvat teir
kunnu avrika.
Superstjørnan Cristiano Ron
aldo sást eisini ógvuliga lítið til
í dystinum, og onkursvegna sat
man við eitt sindur av frustra
tiónum, tí at man veit, at hesir
leikarar kunnu so nógv meiri, enn
teir vístu leygardagin.
Kanska jaligasta upplivingin
í dystinum leygardagin var, tá ið
veteranurin Andres Iniesta bleiv
skiftur inn á liðið hjá Barcelona
tíðliga í seinna hálvleiki. Hann
hevur verið úti við skaða í rúma
tíð, men tað sást beinan vegin aft
ur á heimaliðnum, tá ið hann kom
inn. Spælið fór at flóta nógv betri,
og liðið hjá Barcelona fekk nakað
heilt annað yvir sær.
Men samstundis var tað eisini
stuttligt at síggja, at Real Madrid
enn einaferð megnaði at fáa eitt
týdningarmikið mál í evstu løtu,
tá ið liðskiparin Sergio Ramos
javnaði stutt fyri dystarlok.
Sum heilt ein keðilig útgáva av
El Classico, sum ivaleyst fer skjótt
í gloymibókina.
Ummæli av ítróttar bókum, sendingum, dokumentarum og øðrum ítróttarligum hendingum…
★★★★★★
Fimm skjótir spurningar
til føroysk ítróttarfólk...
Navn: Marjun Falkvard Danberg
Aldur: 25 ár
Starv: Smyril Line og
hondbóltsspælari (Neistin)
Royn tína vitan um
ítróttin her og nú!
Svarini standa niðast til vinstru, men royn teg nú fyrst
1 Móti hvørjum liði skoraði Jóan Símun Edmundsson
sítt fyrsta mál á føroyska A-landsliðnum?
2 Hvat nummar spælir Jóan Símun Edmundsson við í
OB?
3 Hvussu nógvar A-landsdystir hevur Jóan Símun
Edmundsson spælt?
4 Jóan Símun Edmundsson er fjórði føroyingurin,
sum hevur spælt á besta liðnum hjá OB. Hvørjir eru
hinir báðir?
5 Leygardagin spældu Barcelona og Real Madrid
sonevnda EL Classico á Camp Nou. Á liðnum hjá
Real Madrid var sjálvsagt superstjørnan Cristiano
Ronaldo, men ein annars portugisiskur leikari, sum
eisini var við á Tórsvølli í oktober, var á liðnum hjá
Barcelona. Hvør var tað?
6 Sergio Ramos tryggjaði Real Madrid 1-1 javnleik
móti Barcelona leygardagin við sínum máli stutt
fyri leiklok. Hvørjum felag spældi Sergio Ramos
við, áðrenn hann kom til Real Madrid?
7 Sergio Ramos hevur spælt næstflestar dystir fyri
Spania, heili 139 í tali. Hvør hevur spælt flestar?
8 Føroyar hava spælt tvær ferðir móti Spania og
tapt 2-6 á heimavølli og 1-3 á útivølli. Útidysturin
var í Gijon tann 11. Oktober í 1997. Hvør skeyt
føroyska málið?
1-3 røtt: Tú mást lesa in.fo
og Sosialin nakað meir
4-5 røtt: Nú byrjar at líkjast
6-7 røtt: Tú fylgir bara væl við
8 røtt: Fantastiska flott,
tillukku!
SJÓNVARPSDYSTUR:
El Classico
ÍTRÓTTAR UMMÆLI
Quizzin, svar:
1. Estlandi, 2. 7, 3. 39, 4. Jákup á Borg, Johan
Byrial Hansen og Abraham Løkin, 5. Andre
Gomes, 6. Sevilla, 7. Iker Casillas, 8. Jens
Kristian Hansen