Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-12-05, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 5. desember 2016síða 23

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 5. desember 2016 · Nr. 140 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tróndur Arge Hilmar Jan Hansen Heri Simonsen Jóannes Hansen Pætur Albinus Álvur Haraldsen André Olsen Neli Heldarskarð Pætur E. Jensen Føroyska kvinnulandsliðið hevur fyri fyrstu ferð í mong ár spælt í einari undankapping á heima­vølli, og tað er gleðiligt í sær sjálvum. Farna vikuskiftið hýsti hondbóltssambandið HM-undankappingarbólkinum, har Føroyar, Ís­land, Eysturríki og Makedonia kappaðust. Talan gjørdist um eitt tepurt føroyskt 19-21 tap ímóti Makedonia, har nakrir fáir marginalar kundu koppa dystin okkara veg. Í hinum báðum dyst­unum gjørdist talan um tvey uppiborin, men livilig tap. Fyrst 16-24 ímóti Íslandi og síðani 20-29 ímóti Eysturríki. Vóru yvirtalsstøðurnar gagn­ nýttar í hesum báðum dystunum kundi verið talan eisini verið um tvey teprari tap her. Men sam­an­umtikið skal sláast fast, at skaðarakta føroyska liðið við einum miðalaldri uppá bert 21 ár gjørdi sær als ikki fyri skommum. At hinar vóru royndari var aðalmunurin millum Føroyar og hini trý liðini, og við fleiri royndum til okkara leikarar verður tann munurin styttur munandi.  Og nú má haldast fast. Tað mugu ikki ganga mong ár, áðrenn føroysku hondbóltskvinnurnar aftur fáa eina slíka avbjóðing. Brynja Høj hjá Neistanum setti ógvuliga væl vald orð á tað í beinleiðis samrøðu við Hilmar Jan Hansen á Rás2: - Hetta er ein gularót, sum ger, at vit kýtu okkum meir til venjingarnar í gerandisdegnum, segði Brynja Høj. Góð talent eru á veg, og hálvu føroyingarnir, sum komu inn á føroyska liðið, Kristianna Henneberg Joensen og Pernille Brand­ en­burg munaðu væl. Hallur Danielsen, skrivari hjá úrvalsnevndini staðfesti í samrøðu við Rás2, at føroyska kvinnulandsliðið er ikki langt frá tí evropeiska miðalklassanum. Málið er at gerast millum 24 tey bestu landsliðini í Evropa, sum før­ oyska liðið sleppur við til EM-endaspælið. Málið hómast í havsbrúnni, og kósin má haldast. Desember og januar eru spennandi tíðir hjá HSF. Í januar er HSF vertur fyri tvær aðrar und­an­kappingar, báðar í manshondbólti. 6. til 8. januar skal føroyska U21 landsliðið kapp­ ast ímóti Finnlandi, Ísrael og Sveis í HM und­ an­kappingini. Dagarnar 13. til 15. januar skal føroyska A-landsliðið kappast ímóti Kýpros og Grikka­landi í EM-undankappingini. So nógvur lands­liðs­hondbóltur hevur ikki verið á skrá í Føroyum síðani C-HM undankappingina í 1980. Tað er sera flott, at HSF fær vertsskapin til tríggjar kappingar innan tveir mánaðir, og tað er eitt herðaklapp, sum sigur spar ess. Tó má stuðulin til leikararnar skipast eitt sindur betur, so føroysku manslandsliðini, sum fara at kappast á heimavølli í januar merkja, at tey veruliga eru á heimavølli. Stuðulin frá áskoðarunum til kvinnu­ landsliðið var ikki meir enn næstbest, og tað er eisini nakað vit mugu arbeiða við at bøta um til komandi landsdystir á heimavølli.  Vit, sum minnast glaðu C-HM dagarnar kunnu bara gleðast um, at tað aftur grør um gangandi fót, tá um landsliðshondbólt ræður. Føroyar framá, og lat tað hoyrast eftirtrykkiliga í januar, tá A-landsliðið og U21 landsliðið skulu í holt við tvær sera spennandi uppgávur. Nú má haldast fast við lands­ liðs­arbeiðið­ KLUMMAN Heri sigur sína hugsan... Terji Nielsen Eitt samstarv um eitt felags Suðuroyarlið í Effodeildini komandi kappingarár gerst meiri og meiri veruligt. Tey trý feløgini í oynni, TB, FC Suðuroy og Royn, hava nevnliga sent eina umsókn til Fótbóltssamband Føroya um, at tey trý feløgini kunnu hava eitt felagslið, sum brúk­ ar luttøkuloyvi hjá TB í Effo­ deildini í 2017. Hava kallað inn til eykaaðalfund Poul Erik Smedemark er for­ maður í TB, og hann váttar, at feløgini nú bíða eft­ir eini afturmelding frá Fót­bólts­ sam­bandinum. Vit hava skilt á lag­num, at tað er fundur í starvs­ nevndini hjá FSF tann 12. desembur, og tað er starvs­ nevndin, ið skal taka støðu til umsóknina hjá okkum. Men vit duga ikki at síggja, at tað skal vera nakað, sum skal forða fyri, at vit kunnu luttaka við einum felagsliði komandi ár, sigur hann. Tey trý feløgini hava síð­ ani hvør í sínum lagi kallað inn til eykaaðalfund tann 15. desembur, altso nakrar dagar eftir, at starvsnevndin í FSF hevur havt fund. Tá kenna vit ivaleyst av­ gerðina hjá starvsnevndini í Fótbóltssambandinum, og so er tað upp til limirnar í feløgunum her suðuri at sam­tykkja samstarvið, men tað sær lovandi út, sigur Poul Erik Smedemark. Hann greiðar frá, at kom­ andi kappingarár kemur fel­ags­liðið helst at kappast undir navninum TB/FC Suð­uroy/Royn, men at man hevur í umbúna at skipa fyri eini navnakapping, soleiðis at man til kappingarárið 2018 kann hava funnið eitt nýtt navn til felagsliðið í oynni. Aðalskrivarin sær onga forðing Virgar Hvidbro, aðalskrivari í Fótbóltssambandinum, sig­ur, at hann dugir ikki at síggja nakra forðing fyri, at starvsnevndin í FSF skal ganga umsóknini hjá feløgunum í Suðuroynni á møti. Tað, sum tey søkja um, er bara at hava eitt felagslið komandi ár, og so kann man møguliga hava eitt nýtt felag til 2018, sum so yvir­tekur luttøkuloyvið hjá fel­ags­ liðnum. Og tað dugi eg ikki at síggja, at nakað skal vera til hindurs fyri, sigur Virgar Hvidbro. Aðalskrivarin í FSF sig­ ur, at í altjóða høpi er ein so­nevnd 3-ára regul, sum sigur, at eitt nýtt felag skal hava verið til í trý ár, áðrenn tað kann taka lut í altjóða fótbólti. Men tað haldi eg ikki, at tey hugsa so nógv um har suðuri, sigur Virgar Hvidbro. Starvsnevndin í FSF skal nú gera av, um feløgini í Suðuroynni skulu hava eitt felagslið í Effodeildini komandi kappingarár SUÐUROYGGIN BÍÐAR EFTIR FSF Nú nærkast, at tey trý feløgini í Suðuroynni fara at skipa samstarv um felagslið í Effodeildini, sum skal brúka luttøkuloyvið hjá TB