Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-12-05, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 5. desember 2016síða 40

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 49 • 5. DESEMBER 2016 16 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ Vilmund Jacobsen Tá jólafriðurin kemur yvir fólk, og familjubond verða knýtt enn tættari, hava tey, sum starvast á danska viðgerðarstovninum fyri rúsdrekka- misnýtslu - Fonden Lænke-Ambulatorierne (FLA) - nógv at gera. Børn hjá rúsdrekkamisnýtarum eru ræðslusligin um, hvussu jólini fara at verða, og tey søkja sær hjálp og ráðgeving. Í jólamánaðinum fær FLA, sum er størsti viðgerðarstovnur av sínum slag í Danmark, nógv fleiri fráboðanir frá børnum, ið søkja sær hjálp um jólini, tí mamman ella pápin drekka. – Í desember fáa vit næstan tríggjar ferðir so nógvar fráboðanir frá bør-num, ið hava foreldur, sum eru bundin at rúsdrekka. Børnini, sum seta seg í samband við okkum, ynskja, at ávísur persónur í familjuni kemur í viðgerð. Tey spyrja eitt nú, um tey kunnu loyva sær at fara onkra aðrastaðni jólaaftan, um mamman ella pápin byrja at drekka. Tað eru børn heilt niður í 12 ára aldur, sum seta slíkar spurningar. Tað sigur Vivien Abrahamsen, ið starvast hjá FLA. Hon er viðgerðari hjá børnum í 6 til 15 ára aldri, ið hava foreldur við rúsdrekkatrupul­ leikum. Jólini ein trupul tíð Í samrøðunum er sambandið millum barnið og edrúa foreldrið í miðde-plinum. Tað merkir, at barnið verður hjálpt at vera sætt, hoyrt og skilt av foreldrinum, sum ikki hevur rúsdrekkatrupulleikar, og prátað verður á ein - fyri barnið - viðkomandi hátt. Í samrøðunum verður eisini dentur lagdur á at geva foreldrinum, sum er við barninum, stuðul til menning av barninum, og hetta er neyðugt, um barnið skal megna at meistra tey viðurskifti, sum rúsdrekkatrupul-leikarnir elva til í lívinum hjá barninum. – Men, uttan mun til, hvørji amboð verða brúkt í einari samrøðu-og viðgerðartilgongd, eru jólini ein ógvuliga trupul tíð hjá børnum, sum noyðast at liva við rúsdrekkatrupulleikum í heiminum. Rúsdrekkaviðgerðarin vísir á, at børnini seta drekkaríið hjá mammuni ella pápanum í samband við jólatræ og jólakøkur, og hetta setir seg fast í minnið. Tí eru børnini uttan íhald á varðhaldi dagarnar fyri jól, og tey gerast sonevnd ”antennubørn”. – Hesar dagar eygleiða børnini alt, sum gongur fyri seg í heiminum og uttan fyri heimið. Tey hyggja eftir, hvussu bilurin stendur í túninum, hvat foreldrini gera, hvat og hvussu nógv verður stoytt í glasið, sigur Vivien Abrahamsen. Stórar avleiðingar Avleiðingarnar fyri børn, ið hava foreldur við rúsdrekkatrupulleikum, eru stórar. Børnini sova verri, tey kunnu fáa etingarórógv, høvuðpínu og aðrar likamligar trupulleikar. Yvir longri tíð vísa hagtøl, at nógv børn fáa trupulleikar við kærleikslívi-num og kærleikanum til børn, og heili 33 prosent fáa trupulleikar við rúsevnum seinni í lívinum. Í Danmark verður sagt, at umleið 122.000 børn veksa upp í familjum, har rúsdrekkatrupulleikar eru, og umleið 1/3 av dønum hava í minsta lagi eitt fólk í familjuni við rúsdrekkatrupulleikum. Børn seta drekkarí hjá mammuni ella pápanum í samband við jólatræ og jólakøkur. Hetta setir seg fast í minnið og kann føra til álvarslig seinárin. Dagarnar fyri jól eru børnini uttan íhald á varðhaldi, og tey gerast sonevnd ”antennubørn” Børn hjá rúsmisnýtarum eru ræðslusligin um jólini – Uttan mun til, hvørji amboð verða brúkt í einari samrøðu-og viðgerðartilgongd, eru jólini ein ógvuliga trupul tíð hjá børnum, sum noyðast at liva við rúsdrekkatrupulleikum í heiminum, sigur Vivien Abrahamsen