Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-12-06, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. desember 2016síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 7. desember 2016 · Nr. 141 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 8 SKATTAMÁLIÐ Skattamálið hjá Eik Eirikur Lindenskov Í summar sendi Eik banki eina kæru til fjøl­mið­la­kæru­ nevndina. Sos­ial­urin varð kærd­ur fyri alla greina­røð­ ina um skattamálið hjá Eik, tó bert ein grein fall inn­an ­fyri tíð­arfreistina, sum skal haldast, ætlar tú at kæra miðlarnar til fjøl­miðla­kæru­ nevndina. Nevndin valdi tó at taka alla greina­røðina við í við­ gerðina av mál­inum. Í niðurstøðuni hjá nevnd­ ini stend­ur um hetta : “Kærarin hevur heitt á nevnd­ina um at síggja burt­ ur frá kæru­freist­ini í mun til tær greinar áðrenn 17. juni, og tað er eisini nærliggjandi at inndraga allar greinar og síggja tær í einum sam­an­ hangi, soleiðis sum støðan er í hesum máli. Um metast skal um greinina frá 17. juni 2016, má atlit takast til tað, sum hevur verið frammanundan.” Í kæruni hevur Eik í høv­ uðs­heitinum víst á skeivar upp­lýs­ingar, reingjandi orð­ing­ar, ákærandi skriv­ ing, men eisini verður víst á mangl­andi hald­góðar keld­ ur og ikki nøkt­andi keldu­ vandni. Fjølmiðlakærunevnd­in hev­ur víkt frá tíðarfreist­um í hesum mál­inum og soleiðis gingið Eik banka á møti. Men kortini finnur nevnd­in ikki grundarlag fyri at geva Sosialinum eina átalu. Her sæst niðurstøðan í full­ um líki: Avgerðin hjá Fjøl­ miðla­kæru­nevnd­ ini um Sosialin Kært er um grein í Sos­ial­ inum 17. juni 2016, og um grein­ar, sum hava verið áður um sama evni. Hes­ar eru við­lagdar. Kærarin heit­ir á nevnd­ina um at síggja burt­ ur­úr frá kærufreistini í mun til greinar áðrenn 17. juni, og tað er eis­ini nærliggjandi at inndraga all­ar greinar og síggja tær í einum sam­an­ hangi, soleiðis sum støðan er í hesum máli. Um metast skal um greinina frá 17. juni 2016, má atlit takast til tað, sum hevur verið framm­an­ undan. Í kæruni verður í høv­uðs­ heit­inum víst á skeivar upp­ lýsingar, reingj­andi orðingar, ákærandi skriv­ing, men eis­ ini verður víst á mangl­andi hald­góðar keldur og ikki nøkt­andi kelduvandni. Viðv. rættleikanum í sjálv­ um innihaldinum/upp­lýs­ing­ unum er tað sera trupult hjá nevndini at taka støðu til hetta, tí møguleikarnir fyri at føra prógv fyri nevndini eru sera avmarkaðir, og tí verður tað til, at orð er ímóti orði, sum nevndin ikki kann taka støðu til. Nevndin má tí í høvuðsheitinum fyrihalda seg yvir­skipað til tað skriv­ aða og meira til vinkulin í tí skrivaða. Skattamálið hjá Eik byrjar við, at Jørn Astrup Hansen traðkar fram og finst at einum tapi, sum Eik hev­ ur frádrigið í samband við at bank­in bleiv keyptur frá Fíggj­arlig­um Støðufesti. Við atliti at støðuni hjá Eik í tí føroyska samfelagnum, hvør keld­an er, og at talan er um ivasom við­ur­skifti, hev­ur hetta málið ein stóran sam­ fel­agsligan týdning og stórt tíð­indavirði. Miðlarnir fáa eisini eitt víðari rásaúm í einum tílík­ um máli, eisini tí tað ber brá av avdúkan, tí talan er um ivasom viðurskifti. Eik má tola, at kritiskir spurningar verða settir. Nevndin heldur ikki, at grund­arlag er fyri at finnast at nøk­rum viðurskiftum við­ víkjandi grein­unum hjá Sos­ ialinum. Nevndin viðmerkir tó, at Sosi­al­urin átti at vandað sær betri um orðavalið, og er tað t.d. ikki hósk­andi at brúka orðið skattasnýt, ella reka framundir soleiðis at les­arin fær fatanina av, at talan er um skattasnýt. Miðl­arnir hvørki kunnu ella skulu taka støðu til rættin hjá Eik til skattafrádráttin, ella um Eik tilvitað hevur tikið frádráttin av órøttum, áðrenn hetta veruliga er stað­fest, men grundarlag er hjá miðlunum at seta spurn­ artekin við hetta. Víst verð­ ur til prinsippi um, at ongin er sekur áðrenn hann er dømdur, sum framgongur av leið­reglu 4.5. Tann støðan, sum leið­regla 4.5 beinleiðsi fevnir um, er tó ikki relevant í hesum máli. Sosialurin letur tó generelt skuld­ar­spurn­ing­ in standa opnan, og tað bøt­ir um støðuna. Vísandi til omanfyri stand­andi metir nevndin, at grund­arlag ikki er fyri at geva Sosialinum átalu við­ víkj­andi greinini “Her haltar arg­um­entatiónin”, tann 17. juni 2016, ella greinunum áðrenn hetta. Avgerð hjá Fjølmiðla­ kæru­nevndini um Kringvarpið Kært er um sendingina “Skatta­málið”, sum var send 24. mai 2016 og sendingar við tilknýti til hesa sending. MIÐLARNIR VUNNU Á EIK Fyrr í ár kærdi Eik Sosialin og Kringvarpið til fjølmiðla­kæru­nevndina. Týsdagin kom niðurstøðan, sum fríkennir miðlarnar fyri allar tær ákærur, sum Eik førdi fram