Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-12-06, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. desember 2016síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 12. februar 2014 · Nr. 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 9 SKATTAMÁLIÐ Sum málið er, verður bert send­ingin “Skattamálið” við­gjørd. Evnið er umrøtt í nógv­um inn­sløg­um, og tað er tí ómøguligt hjá nevndini at viðgera alt, sum hevur til­ knýti til sendingina, tá víst ikki er á, hvørjar sendingar eru og hvat kært er um. Í kæruni verður víst á ítøkiligar ásetingar í leið­regl­ unum, sum kær­arin metir, at KvF hevur brotið í hes­um sambandi, og eisini eru nógv kæru­punktir set upp, sum bæði KvF og síðani aftur kær­ arin gera við­merkingar til í fleiri umføru. Við­merkingar og tilfar er sera rúgvismikið. Nevndin hevur lisið allar vi­ð­merk­ingar í málinum og tekur atlit til hesar í síni met­ing. Nevndin ger tó ikki ítøk­iligar viðmerkingar til tað fram­førda, men ger eina yvir­skipaða meting, har nevnd­in bert vísir á við­ur­ skifti, sum grund­leggj­andi eru av­gerandi í mun til góðan fjøl­miðlasið. Hetta tí leiðreglurnar fevna um nógv ymisk við­ ur­skifti og eru sera elastisk­ ar, og viðmerkingarnar frá nevnd­ini blíva eisini ov rúgvis­mikl­ar, um nevndin skal taka støðu til alt, sum ikki veruliga hevur týdning í málinum. Viðvíkjandi rættleikanum í sjálv­um innihaldinum/ upp­lýsing­unum er tað sera trup­ult hjá nevnd­ini at taka støðu til hetta, tí møgu­leikar­ nir at føra prógv fyri nevnd­ ini eru sera avmerkaðir, og tí verður tað til orð er ímóti orði, sum nevnd­in ikki kann taka støðu til. Nevndin má tí í høvuðsheitinum fyri­halda seg yvirskipað til tað skriv­ aða og meira til vinkulin í tí skrivaða. Skattamálið hjá Eik byrj­ar við, at Jørn Astrup Hansen traðk­ar fram og finst at einum tapi, sum Eik hevur frádrigið í samband við at bankin bleiv keyptur frá Fíggj­arligum Støðufesti. Við atliti at støðuni í Eik í tí før­oyska samfelganum, hvør keld­an er, og at talan er um ivasom við­urskifti, hevur hetta málið ein stóran sam­ felagsligan týdning og stórt tíð­indavirði. Miðlarnir fáa eisini eitt víð­ari rásarúm í einum tílík­ um máli, eisini tí tað ber brá av avdúkan, tí talan er um ivasom viðurskifti. Og Eik, sum má tola, at kritiskir spurn­ingar verða settir, er ikki opið fyri at svara øllum spurningum og í ávísan mun svarar ósamsvarandi, og atburð­urin er til tíðir “in­ krim­inerandi”. Kelduvandni, keldu­krit­ ikk­ur, motiv­gransking í mun til keldur eru tó altíð sera umráðandi viðurskifti, og sendingin kannt ykjast eitt sindur eintáttað, tí tal­an er um fáar keldur og ongar keldukritiskar spur­ning­ar, og hon tykist reka fram­ undir, at Eik hevur tikið sær frádráttin av órøttum. Hin­ vegin er trupult at fáa javn­ vág í, tá Eik ikki vil viðvirka. Nevndin heldur ikki, at grund­arlag er fyri at finnast at nøk­rum viðurskiftum við­ víkj­andi send­ing­ini hjá KvF. Nevndin viðmerkir tó, at KvF átti at vandað sær eitt sind­ur betri um orðavalið, tí KvF í einstøkum førum í sendingini rekur framundir, at Eik við snildum hevur fingið Taks at játta teimum ein frádrátt. Miðlarnir hvørki kunnu ella skulu taka støðu til rættin hjá Eik til frá­dráttin, ella um Eik til­vit­að hevur tikið frá­drátt­in av órøttum, áðr­enn hetta veruliga er stað­fest, men grund­arlag er hjá miðl­unum at seta spurn­ ar­tekin við hetta. Víst verður til prinsipp­ ið um, at ongin er sek­ur áðrenn hann er dømd­ur, sum framgongur av leið­reglu 4.5. Tann støða, sum leiðregla 4.5 beinleiðis fevn­ir um, er tó ikki relevant í hes­um máli. Vísandi til omanfyri stand­andi metir nevndin, at grund­ar­lag ikki er fyri at geva KvF átalu við­víkj­andi send­ing­ini “Skatta­málið”. eirikur@sosialurin.fo Í høvuðsheitum fevna arbeiðs­ uppgávurnar um vanligar lækna­ skrivarauppgávur og telefon av­ greiðslu. Vit vænta at umsøkjarar: • hava útbúgving sum læknaskrivari ella líknandi • hava góðan telduførleika ­ vit nýta Cosmic • hava góð samstarvsevnir • eru tænastusinnaðir • hava evnir at arbeiða sjálvstøðugt. Vit kunnu bjóða: • ein áhugaverdan arbeiðsdag saman við góðum starvsfeløgum • eitt starv við fjølbroyttum avbjóðingum • fakliga og persónliga menning. Setanartreytir Løn­ og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið. Nærri upplýsingar viðvíkjandi starvinum fáast við at venda sær til Herfríð Petersen, lækna skrivara tlf. 34 33 00. Umsóknir Umsóknir við avriti av prógvum v.m. skulu sendast til: Suðuroyar Sjúkrahús stílað: Sjúkrahússtjórin Postsmoga 51 810 Tvøroyri ella ssh@ssh.fo Umsóknarfreist: 20. desembur 2016. LÆKNASKRIVARI Eitt starv sum læknaskrivari er leyst til setan frá 1. januar 2017. Arbeiðstíðin er 1,0.