týsdagur 6. desember 2016síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 7. desember 2016 · Nr. 141
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
10
HEILSA
Vilmund Jacobsen
At gerast gamal er ikki heilt,
sum tað hevur verið. Og um
fá ár verður tað slett ikki,
sum tað hevur verið.
Skjótt verður okkara nú
verandi seinasti kapittul á
jørðini - hin triði aldurin -
víðkaður við einum nýggjum
lívskapittuli, hin fjórði aldur
in.
Ein
stórur
partur
av
teimum gomlu fara í fram
tíðini at verða so væl fyri
mentalt og fysiskt, at hin
triði aldurin verður longdur
við høgari lívsgóðsku.
- Síðan fara tey gomlu at
røkka einum lutfalsliga stutt
um fjórða aldri, har deyðin
kemur knappliga, og har tey
ikki vera seingjarliggjandi á
einum røktarheimi í fleiri ár.
Tað sigur dr. med. og rit
høvundurin, Henning Kirk,
sum er ein av mest avhildnu
granskarunum
í
aldri
í
Danmark.
Stórir fordómar
Henning Kirk heldur, at
bæði politikarar og samfelag
ikki hava nóg neyvt innlit í,
hvussu ymisk og individuel
eldri parturin av fókinum er.
Hann er ein harður um
mælari av, hvussu vit fram
haldandi síggja upp á tað at
gerast gomul.
- Í hesum liggja stórir for
dómar. Ikki minst millum
fjølmiðlar
og
politikarar.
Men, størsti feilurin er, at
vit traðka inn í ein bólk, tá
vit gerast gomul - og harvið
verða okkara individuellu
lívskor sópaði burtur.
Henning Kirk vísir á, at
tey eldru tá ikki longur eru
í
vaksnamannabólkinum,
men í eldrabólkinum.
- Við at seta øll tey eldru
í bás sum potientiell røkt
arkrevjandi, svíkja vit bæði
tey, sum eru illa fyri - og tey,
sum eru sterk og væl fyri.
Tá myndin er so misvísandi,
síggja vit ikki tey, sum veru
liga hava tørvin. Vit skulu
gevast við at snakka um
tey eldru sum ein bólk, tí
tá kunnu vit ikki fyrihalda
okkum analytiskt til tað at
gerast gamal, og harvið fara
fordómarnir bara at veksa.
Hann heldur, at vit skulu
verða nógv meira málsliga
bevíst um, hvussu vit snakka
um tey gomlu og um aldur.
- Ein hópur av slagorðum
eru knýtt at aldri. Hugsið
bara um eldrakanning, eldra
umsorgan og eldrabyrða, og
við hesum verður sligið fast,
at tað er aldurin í sær sjálv
um, sum skapar trupulleik
arnar við eitt nú einsemi, og
hetta haldi eg er ógvuliga
skeivt.
Samdur professari
Erik Lykke Mortensen, ið er
professari á stovninum fyri
Folkesundhedsvidenskab
við Keypmannahavnar Uni
versitet, er samdur við Henn
ing Kirk.
- Tað eru ikki minst fjøl
miðlarnir, sum hava ein trup
ulleika. Tá brot verða víst
av røktarheimum, er tónin
oftast umberandi, og fólk
skuldu trúð, at talan er um
ein barnagarð.
Kortini halda bæði Erik
og Henning, at broytingar
eru á veg í okkara sýni á ald
ur.
- Fólk síggja jú alla tíðina
aktiv og vælvirkandi gomul
kring um seg, og tí fer fatanin
av at gerast gamal stigvíst at
broytast, sigur Henning Kirk.
Hann vísir á, at meirilutin
av framtíðarinnar pensjón
istum fara at verða í so
góðum mentalum og likam
ligum standi, at tørvurin á
traditionellum røktarheim
um, soleiðis sum vit kenna
tey í dag, fer at minka.
- Tað koma færri við
skiftafólk í “butikkina” - eis
ini innan demens, hóast
nógv halda tað øvuta, sig
ur Henning Kirk og leggur
aftrat, at stóru fólkasjúkur
nar, diabetes 2, orsakað av
fiti og hjartaæðrasjúkum,
eisini fara at minka.
Tað fer helst at taka eini
20 ár, áðrenn vit koma so
langt, tí so langa tíð tekur
tað at útrudda so stórar
samfelagstrupulleikar.
- Men, so fáa vit eisini eitt
heilt annað slag av sterkum
gomlum,
sum
virkuliga
verða “sjálvkoyrandi”. Hetta
fer eisini at merkja, at meira
orka verður til tey, sum veru
liga tørva almenna hjálp,
sigur Henning Kirk.
Eitt av slagorðunum, sum
honum dámar best, eru orð
ini hjá Esther Møller, fyrr
verandi lækna, sum segði:
“Vit vera fødd sum kopi, men
doyggja sum orginalar...”
- Henda útsøgn er so
beinrakin. At gerast gamal,
skal síggjast sum ein positiv
gongd, har vit savna saman
royndir, sigur hann.
Einki nýtt
Erik Lykke Mortensen held
ur tað ikki vera nakað nýtt,
at tey gomlu verða koyrd í
ein bólk.
- Vit hava altíð sett aldur
dóm í bás, eins og vit hava
gjørt við ungdómin. Men,
tíðin, tá vit byrja at síggja
fólk sum gomul, hevur flutt
seg nógv.
Samstundis, sum pen
sjónsuppsparingar hjá teim
um eldri veksa, væntar Erik
Lykke Mortensen, at nógv
sjálvi vilja gjalda fyri røkt,
um tað gerst neyðugt. Tey
gomlu fara í framtíðini ikki
bara at lata sær tilboð lynda,
sum ikki passa til teirra ind
ividuella tørv.
Professarin
ásannar,
at framtíðarinnar ójavnin
millum gomul kann gerast
stórur, men í takt við, at fleiri
sjálvi fara at gjalda um priv
atar tryggingar, verða tað
fleiri almennir pengar til tey,
sum ikki eru so vælbjargaði.
- Undir øllum umstøðum
noyðast politikarar at mál
rætta sín boðskap nógv bet
ri, tá teir venda sær til pen
sjónistar - og ikki bara skera
allar yvir ein kamb, sigur
Erik Lykke Mortensen.
Kelda: www.helse.dk
Fjølmiðlar og politikarar fullir
av fordómum um tey gomlu
Meirilutin av framtíðarinnar pensjónistum fara at verða í so góðum mentalum og likamligum standi,
at tørvurin á traditionellum røktarheimum, soleiðis sum vit kenna tey í dag, fer at minka
- Við at seta øll tey gomlu í bás sum potientiell røktarkrevjandi, svíkja vit bæði tey, sum eru illa
fyri - og tey, sum eru sterk og væl fyri, siga granskari og professari