Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-12-06, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. desember 2016síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Mikudagur 7. desember 2016 · Nr. 141 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 KRONIKK »Hetta er snakk á skrift, og eg tími ikki at brúka tíð upp á snakk!« Dómurin var eirindaleysur hjá lektaranum á journalist­háskúl­ anum, tá ein næmingur á Oluf Palmes Alle í Århus hevði latið hon­ um ein tekst, sum var so orðaríkur, at hann mundi fingið propp. Soleiðis var lagið har á skúl­an­ um, tá næmingarnir fingu veg­ leiðing. Onki varð ballað inn. Var avrikið ikki nóg gott, skuldi tað gerast umaftur, tí óhvøss meðal­ vøra varð ikki góðtikin. Síðan Facebook vann seg fram fyri 7-8 árum síðan, er snakk á skrift vorðið dagligur kostur í okk­ ara tilveru. Vit sussa áhaldandi á knappaborðinum, ofta við góðum skili, men mangan eisini um onki. Samskiftishátturin á Facebook ávirkaði skjótt almenna útvarpið, eins og nærvørpini gjørdu tað um aldarskiftið. Uppaftur meira fór at verða tosað um leyst og fast, og næstan onki verður nú skrivað, tvs. gjølla umhugsað. Prát oman á prát Konseptmenningin tykist eisini lutvíst at vera steðgað upp. Síðan sendingin »Spyr bara« fekk trý fólk at kjakast um ymisk evnir í trý korter fyri 15 árum síðan, eru flestu útvarpssendingar farnar at gera tað sama. Í sendingini »Also« tosa trý fólk um ymisk gerandismál í 45 minutt­ir. Í »Kvørnini« tosa trý fólk um tónleik í 50 minuttir. Í nýggja »Breddanum« tosa trý fólk um trý aktuell mál í trý korter. Í »Góðan morgun Føroyar« tosa vertir sínámillum og við fólk um alskyns mál í tveir og ein hálvan tíma hvønn gerandisdag. Í »Vikuskiftið« fríggjadag gera vertirnir tað sama í tveir tímar. Í »Afturáaftur« tosar verturin við gesta­vert um aktuell mál í ein knapp­an tíma. Í »Surk« leygardag tosa vertirnir sínámillum og við fólk kring landið í tríggjar tímar. Í »Tórði á túri« fer verturin avstað í bili at tosa við fólk í ein knappan tíma, men á staðnum hjá fólki, og tað gevur fitt av lívi. Mentanarprátini eru eisini fleiri. Í øðrum sendingum, sum eru samrøðusendingar, verður sjálv­ andi eisini tosað, tí talan er um sam­ røður. Men veruleikin er, at næstan allar sendingar byggja á tos. Sent og endursent tos. »Radarin« er eitt undantak. Spurningurin er, hví so er vorð­ ið. Sjálvandi kann ein orsøk vera, at skjótari er at tosa leysliga enn at skriva. Ein onnur orsøk kann vera, at avgjørt er at demokratisera útvarpsmiðilin meira og gera hann gerandisligan við tosi. Men at tosa kann gerast so gerandisligt, at ov fáar inni­halds­ ligar opinberingar verða at heinta í sendingunum. Hon meinar hatta, og hann meinar hitt. Um alt og onki. Í øllum sendingum. Eitt mein­ ingstyranni floymir úr útvarps­ lurtinum. Sum á Facebook. Í hesum meldrinum kunnu kon­ septmenning, fjøltáttaðir útvarps­ tættir, sum hava riggað væl fyrr, og evnini hjá fólki at skriva vanligar journalistiskar frásagnir til útvarp fara fyri bakka. Tí útvarp gjørdist snakk. Journalistikkur krevst Eitt kommersielt útvarp, sum lítla og onga manning hevur, kann loyva sær at byggja sendingar á prát. Men Kringvarpið eigur fakiliga at stíla hægri í einum fittum parti av skránni. Journalistikkur er ikki bara tíðindir, sum fleiri halda. Jour­ nali­stikkur er eisini góðar send­ ing­ar við søguligum evnum, at miðla grundleggjandi vitan í sam­ felagnum og at viðgera og per­ spek­tivera rák í tíðini heima sum uttanlands. Grundleggjandi og um­hugsað. Journalistikkur er at kaga nið­ ur í okkara fjølbroyttu og tor­ greiddu tilveru og gera hug­tak­andi frásagnir um sálarkvøl, barna­ garðs­børn, heimarøkt, ungdóms­ dreym­ar og arbeiðslív. Úti hjá fólki í samfelagnum. Beinrakið og við­ komandi. Journalistikkur er at kava niður í rúgvuna av bókum, frágreiðingum og ritgerðum, sum koma út, skriva samanfatandi tekstir um, hvat stend­ur í teimum, og á tann hátt geva innihaldinum lív og relevans. Í væl skipaðum sendirøðum t.d. Journalistikkur er væl ment frásagnar- og skrivikynstur, sum kann vera móttakarum til fyri­ mynd­ar, hvat málburði og stíli við­ víkur. Hetta er eitt týðandi amboð, sum munar. Eisini í útvørpum. Tað er ikki av ongum, at málnýtsla og frásagnarkynstur eru á tímatalvuni á journalistskúlum. Journalistikkur er støðugt at vera nýhugsandi og menna kon­ sept til sendingar, sum kunnu skapa undran, forvitni og íblástur. Hetta krevur fakligt yvirlit og inn­ lit, og tað krevur uppfinnsemi. Poengini í sussinum Samdøgrið er 24 tímar, og gjørdi ongin nakra sending, var tøgn í út­ vørpunum alt samdøgrið. Tíbetur verður nógv avrikað hvønn dag, tí dugnalig og roynd útvarpsfólk dríva á at skapa nýtt tilfar, sum ofta er upplýsandi og viðkomandi. Men rúm er fyri batum. Til tess krevst, at grundleggjandi journalistiskar dygdir og amboð verða sett í hásæti í yvirskipaðu til­rættisleggingini, so hon fakliga verð­ur miðvísari og meira fjál­tátt­ að. Dokumentarsendingar í sjón­ varp­inum byggja ofta á væl frá­ ging­nar frásagnir. Har gongur ein útvarpsmaður á odda við tí mesta og besta. Meðan hetta hendir, verð­ ur tosað og tosað í útvørp­unum. Tað var hetta, sum lektarin á jour­nalistháskúlanum meinti, tá hann segði við næmingin, at hann tímdi ikki at leita eftir poengunum í hansara sussi. Tey skuldi næm­ ing­urin sjálvur finna, áðrenn hann skrivaði til onnur. Við hesum vildi lektarin siga, at journalistikkur er at vinkla og skerpa – ikki at breiðka og káma. Alt er ein vinkling, um so talan er um tíðindir, samrøður, konsept, frá­ sagnir ella umrøður. Ongantíð hevur so stórur tørvur verið á journalistiskum skarpleika sum í okkara snakkandi tíð. Tað eigur Kringvarpið at hava í huga, nú nýggjur public service-sáttmáli skal undirskrivast, tí almenni loft­ miðilin hevur milliónirnar til at ganga á odda fakliga. Væl skorin konsept við væl við­ gjørdum innihaldi geva sendingum týðiligan samleika, og eru tílíkar sendingar á skránni, seta tey flestu kross í kalendaran fyri at hoyra tær. Við spenningi. So kann so mangt vera aftrat, m.a. upplýsandi og undirhaldandi tos og kjak. Sum nú er loypur tað mesta tí­ verri saman. Práta vit útvarps­ miðilin um koll? Flestu sendingar í almenna útvarpinum byggja á tos og eru at kalla líka. Fólk tosa og tosa, og næstan ongin skrivar nakað til miðilin longur. Grundleggjandi journalistisk amboð høvdu munað væl í yvirskipaðu tilrættisleggingini til tess at geva sendiflatuni meira fakligan skarpleika og fjølbroytni. Hetta er eitt íkast í public service-kjakið ætlað til uppbyggingar Uni Arge journalistur