týsdagur 6. desember 2016síða 30
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 7. desember 2016 · Nr. 141
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
30
FÓTBÓLTUR
Ein kanning, sum altjóða leikarafelagið FIFPro hevur gjørt, vísir, at minst ein
leikari á hvørjum fulltíðar fótbóltsliði hevur fingið tilboð um avtalað spæl
AVTALAÐ SPÆL:
TRUPULLEIKIN
STØRRI ENN METT
Pætur Albinus
F
IFPro, sum er altóða
leikarafelagið
(eins
og eitt fakfelag, red.)
hjá
65.000
fulltíðar
fót
bóltsleikarum í 58 ymiskum
lond, hevur fyri viku síðani
kunngjørt úrslitið av einari
stórari kanning, har viður
skiftini hjá fulltíðar fótbólts
leikarum kring heimin vórðu
kannað.
Í frágreiðingini hjá FIFPro
sæst, at komið er fram á
nógvar manglar í lønarvið
urskiftunum, men so er tað
eisini ein annar trupulleiki,
sum helst er nógv størri enn
frammanundan varð hildið.
Trupulleikin
Størsti trupulleikin er av
talað spæl. Avtalað spæl, har
leikarar fáa bjóðað pening
frá brotsmonnum fyri at
ávirka úrslitið av dystum,
soleiðis at brotsmenninir
kunnu fáa stóran vinning
burturúr.
Tað er týðiligt, at FIFPro
er ovfarið av úrslitinum við
víkjandi avtalaðum spæli í
hesari kanningini. Tað vísir
seg nevniliga, at trupulleikin
helst er nógv størri enn
frammanundan varð hildið.
Í kanningini fingu leikar
ar úr Evropa, Norðuramer
ika, Suðuramerika og Afrika
spurningin um teir nakrantíð
á fótbóltsleiðini hava fingið
tilboð frá einum sokallaðum
“match-fiksara”. Til hendan
spurningin
svaraðu
heili
11% ja, at tað høvdu teir. Tað
svarar til, at níggjundi hvør
leikari hevur fingið eitt slíkt
tilboð, við øðrum orðum í
miðal ein í hvørjari einastu
byrjunaruppstilling.
FIFPro sigur seg óttast
fyri, at veruliga talið er enn
hægri, tí at teir vænta, at
summir leikarar ikki tora at
geva rætta svarið tá ið teir
fáa slíkar viðkvæmar spur
ningar.
Tilsamans eru 65.000 leik
arar umboðaðir í FIFPro, og
13.876 av teimum luttóku
í
spurnarkanningini.
355
av teimum spurdu vóru úr
Danmark, og 12 av teimum
svaraðu, at teir hava fingið
tilboð um avtalað spæl.
Hetta er fyrsta stóra
kanning av sínum slag, og
tískil eru eingi tøl at saman
bera við, men sum skilst, so
eru fólk ovfarin av, at talið er
so høgt.
Loysnin
Mads Øland er formaður í
danska leikarafelagnum og
nevndarlimur í FIFPro. Hann
heldur, at feløg mugu brynja
seg til at veita ráðgeving til
leikarar í sambandi við stóra
trupulleikan
um
avtalað
spæl.
- Vit mugu vera tilvitað
um, at spælarar fáa tilboð,
og vit mugu vera tilreiðar
við ráðgeving til teir nýggju
leikararnar, sum alla tíðina
kom inn í hendan ítróttin,
sigur hann við Ekstrablaðið.
- Í summum førum verða
leikarar hóttir, soleiðis at
teir kenna seg trýstar til at
luttaka í avtalaðum spæli, so
vit mugu hava eina skipan,
ið er tilreiðar at hjálpa og
stuðla
spælarum,
heldur
hann.
Vandin fyri avtalaðum
spæli er størstur í Eyst
urevropa, Afrika og Mið
amerika. 34% av leikarunum
í Georgia søgdu seg hava
fingið tilboð um avtalað
spæl, meðan tað allarhægsta
talið var í Kongo, har heili
56% hava fingið tilboð um
avtalað spæl.
Ikki heilt óvæntað er tað
í londunum, har lønirnar eru
lægst og umstøðurnar ván
aligast, at vandin fyri avtal
aðum spæli er størstur.
- Eitt, sum er umráðandi
í krígnum ímóti avtalaðum
spæli, er, at leikararnir fáa ta
lønina, sum teir hava fingið
lovað, heldur Mads Øland.
Leikarar úr 53 londum
vórðu spurdir í kanningini.
Lond sum Ongland, Týsk
land, Spania, Holland, Portu
gal og Argentina bóru seg
undan at luttaka. Føroyar
eru ikki partur av FIFPro.
Høvuðsniðurstøðurnar
hjá FIFpro:
∙ Færri enn 2% av leikarunum
forvinna meira enn fimm
milliónir krónur um árið.
45% av leikarunum forvinna
minni enn 7.000 krónur um
mánaðin.
∙ 41% av leikarunum hava
verið úti fyri, at lønin er
seinkað.
∙ Miðal longdin á sáttmálum
er undir tvey ár.
∙ 29% av leikarunum, sum
skifta felag, gera tað ímóti
sínum egna vilja.
∙ Eitt fleirtal av leikarunum
hava ótrygga starvsetingar
trygd.
∙ 22% av leikarunum vita, at
teir kunnu verða kravdir at
venja fyri seg sjálvar, og nøk
ur feløg gagnnýta tað fyri at
leggja trýst á leikarar.
∙ 7% av leikarunum hava
verið úti fyri harðskapi, 8%
fyri mismuni og 11% fyri
ágangi.
∙ Ungir leikarar eru teir mest
sárbæru tá ið tað umræður
fíggjarlig viðurskifti.
∙ Í miðal fær ein leikari í
hvørjari einastu byrjunar
uppstilling tilboð um avtal
að spæl