Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-12-06, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. desember 2016síða 31

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 12. februar 2014 · Nr. 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 7. desember 2016 · Nr. 141 31 STUTTSØGD TÍÐINDI BJARNI SETTI TRÝ FØROYSK MET Hóast Bjarni Nielsen setti trý nýggj føroysk met, so eydnaðist tað honum ikki at gerast føroyameistari í powerlifting. Stuttsøgdu tíðindini hesaferð eru føroysk burturav, og hyggja tey eisini nærri at eitt nú steypakappingum í flogbólti og súkklukapping í Havn Pætur Albinus FÓTBÓLTUR Hallur Hansson kom á mál­ talv­una, tá ið AC Hors­ens leygardagin hevði vitjan av Viborg. Hann fekk tó ikki hjálpt AC Horsens frá ein­um tapi, tí Viborg vann nevn­iliga dystin 2-1 eftir at hava verið á odda 1-0 í hálv­leikssteðginum. Hall­ ur spældi allan dystin, og talar var um eitt frálíkt lang­skotsmál tá ið eitt gott korter var eftir at spæla. AC Horsens er nummar átta, fýra stig frá at sleppa í enda­ spæl­ið í Superliguni. Eisini Jóan Símun Ed­munds­ son fekk fulla spælitíð, tá ið hann sunnudagin var við í 1-0-sigrinum á úti­vølli ímóti FC Nordsjæll­and. Tað var Ras­mus Fester­sen, sum gjørdist sigurs­harri við einum máli stutt eftir steðgin. Jóan Símun hevði eina góða skot­roynd á tvør­ træið. Við sigr­inum lyftir OB seg nú frá næst­aftasta til trið­aftasta pláss, men tað er fram­veg­is langt – heili 11 stig – til at røkka endaspælið. Brandur Hendriksson hev­ur havt ilt við at fáa spælitíð í Randers, men leygardagin slapp hann at royna seg eina løtu, tá ið hann varð inn­skiftur átta minuttir fyri leiklok í 1-0-tapinum á gamla heimavølli hansara, Park­ini hjá FCK. Rasmus Falk var sigursharrin í fyrra hálvleiki. Randers er á triðja plássið ájavnt við FC Midt­ jyll­and og hevur kós ímóti enda­spælinum. Í næstbestu donsku deild­ini, har fleiri føroyingar spæla, hevur eingin dystur verið um vikuskiftið. Deildin er nevniliga farin í vetrarfrí, og næsti dystur verður ikki fyrr enn 5. mars næsta ár. Tríva vit í føroyingafeløgini, so halda tey vetrarsteðg á hesum plássunum: Vend­ syss­el FF nummar trý, Frem­ ad Amager nummar fimm og Vejle nummar níggju. Ungi málverjin, Jákup Høj­ gaard, sum seinastu tvey ár­ini hevur spælt við EB/ Streymi, Skála og AB, skiftir nú heimaftur til barn­dóms­ felagið B36. Tað er eftir at vanligi eykamálverjin í B36, Trygvi Askham, júst er vorðin útleigaður til EB/ Streym, at B36 nú aftur hev­ ur sent boð eftir 22 ára gamla málverjanum, sum skal taka kappingina um mál­mans­ plássið upp við Tórð Thom­ sen í B36-mál­inum. ÍF hevur fingið tveir nýggjar leikarar at royndarvenja við felagnum. Talan er um tveir føroyskar miðverjuleikarar, nevniliga Ari Johannesen úr B68 og Jákup Andrias Gaard­ bo úr NSÍ. Hesi tíðindini veit Norðlýsið at siga. Tað er enn ikki greitt, um tað spyrst sáttmáli burturúr, men tað er ikki ósannlíkt, nú ÍF ikki hevur greitt nógvar sáttmál­ ar, samstundis sum hesir báðir ungu leikararnir hava tørv á spælitíð í Effo­deildini. 18 ára gamli Teit Jacobsen úr HB kann vera ávegis til SønderjyskE, har hann hevur verið til royndarvenjing. - Teir hava verið nøgdir við tað, sum teir hava sæð, og teir siga, at teir kundu hugsað sær at gjørt avtalu við hann. Teir hava vent sær til okk­ ara við einum uppleggi, sum nevndin í HB nú fer at við­ gera, sigur formaðurin í HB, Finnbogi Arge. FLOGBÓLTUR Steypakappingarnar í før­ oysk­um flogbólti fóru av bakka­stokki um vikuskiftið. Hjá kvinnunum vóru tveir dystir – ein í hvørjum av teim­um tveimum bólk­un­um. Heima í Gundadalshøllini vann Fleyr 3-1 ímóti Mjøln­ir. Settúrslitini vóru 25-13, 25-18, 19-25, 25-19. Vesturi í Sør­vági var dystur ímillum SÍ og TB, og har eydnaðist tað heldur óvæntað heimaliðnum at vinna 3-1. Í steypakappingini hjá monn­um hava eisini tveir dyst­ir verið hetta vikuskiftið, somu­leiðis ein í hvørjum bólki. Á heimavølli vann ÍF 3-1 ímóti Ternuni. Ternan vann annars fyrsta sett greitt 25-12, men næstu trý sett­ini vann ÍF 25-18, 25-17, 25-20. Í Sørvági tók SÍ ímóti Fleyr, og hetta skuldi vísa seg at gerast ein gysari, har Fleyr vann í fimta og avgerandi setti. Settúrslitini vóru 17-25, 25-11, 25-14, 25-27, 10-15. HONDBÓLTUR Jóhan á Plógv Hansen og teir úr Bjerringbro-Silkeborg høvdu trupla uppgávu, tá ið teir sunudagin fingu vitjan av Veszprém í Champions League. Ungarska liðið hevur stjørnur sum Laszlo Nagy og Momor Ilic í hópinum. Uppgávan gjørdist eisini ov trupul hjá donsku meist­aru­ num, tí tað vóru nevni­liga gestirnir, sum vunnu dystin 29-24 eftir at hava verið á odda 15-9 í hálv­leiks­steðg­ inum. Jóhan skeyt tvey mál. Bjerringbro-Silkeborg er á næstaftasta plássi í bólki A við fýra stigum fyri níggju dystir. STYRKI FM í powerlifting hevur verið um vikuskiftið. Før­oya sterkasti maður, Bjarni Niel­ sen, setti ikki færri enn trý nýggj føroysk met. Tey vóru í squat (275 kilo), deadlift (325 kilo) og samlað (755 kilo). Bjarni hevur lagt nógv fyri at koma undir 125 kilo í vekt, soleiðis at hann luttók í 125kg-vektklassanum, og tað var eisini har hann fekk metini skrásett. Metini vóru tó ikki nóg mikið til at fara avstað við sigrinum, tí har var Oddur Højgaard tann stinnari. Oddur, sum luttek­ ur í 125+ vektklassanum og har­við kappast við met hjá eitt nú Regini Vága­dal, vann við tilsamans 800 kilo. Numm­ar trý var tann bara 18 ára gamli Ári Thorvalds­son, sum annars ikki hevur havt góðar for­treyt­ir vegna eina sjúkra­legu og stórt vekt­tap. Yndi, sum skipaði fyri kapp­ ing­ini, sigur, at und­ir­tøk­an var sera góð, nevniliga 15 lut­ takarar. SÚKKLING Fjórða umfar av vetrar­kapp­ ingini, sum er ein røð av eink­ ultstartum, varð súkklað sunnudagin. Teinurin, sum var 29 kilometrar til longdar, var úr Havn til Kaldbaks og aftur til Havnar. Eins og sein­ ast var tað Jógvan Høj­gaard, sum vann. Hann hevði tíðina 49:48, meðan Hilmar Han­ sen bleiv nummar tvey við tíðini 51:52. Á triðja plássi var Jan Hjaltalin Olsen við tíðini 52:13. Gunnar Dahl-Ol­ sen, sum ikki luttók í gjár vegna krím, hevur vunnið tvær kappingar, meðan Jóg­ van Højgaard somuleiðis hevur vunnið tvær. Jógvan hevur 20 stig í samlaðu støðuni, og Gunnar hevur 19. Tískil er lagt upp til eina sera spennandi seinastu og avgerandi kapping, sum verður súkklað 17. desembur. Tann seinasti og avgerandi teinurin verður súkklaður í Kaldbaksbotni. Talan er um ein flatan tein áljóðandi átta kilometrar. Hann skal súkklast tríggjar ferðir, og er teinurin tískil tilsamans 24 kilometrar. Vinnarin fær sjey stig og nummar tvey fær fimm stig. Heimasíðan hjá Tórshavnar súkklufelagi skrivar, at tað væl kann hugs­ast, at føroysku úti­set­ ar­nir, Torkil Veyhe og Dávur Magnussen, luttaka tá. Ann­ ars kann nevnast, at Evald Rasmussen liggur fremstur í motiónsbólkinum, meðan Tóri Thorleifsson er fremst­ ur í ung­lingabólkinum.