Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-09-24, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 24. september 2004síða 14

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 Nr. 182 - 24. september 2004 Nr. 182 - 24. september 2004 27 søluprísur 3.000,-. Fjarstýrt skip – ein luxus yacht við tyrlupalli/tyrlu og ljósi. Skipið er 137 cm. langt, tveir motorar. Tlf. 214163 FJARSTÝRDUR BILUR El banabilur við øllum tilhoyri, Honda S 2000, foppferð ca. 60 km/t, søluprísur 2.000,- Tlf. 214163 FJARSTÝRDUR BILUR Hpi Savege 21 við pullstart, bilurin er 1 ára gamal, men er í góðum standi, 2 gear + bakgear, søluprísur 3.000,- Tlf. 214163 FJARSTÝRDUR BILUR til sølu. Bilurin er nýggjur, søluprísur uttan fjarstýring 1200 kr. Tlf. 214163 Matur TIL SØLU Avroð, krov og neytafjórðingar kunnu bíleggjast hjá Torfinni Dalsgaard, Velbastað, Tlf. 218101 ella e-mail: todal@post.olivant.fo Pløgg KONFIRMATIÓNSKLÆÐI Lilly modell. Skjúrt, toppur og jakki. Alt stødd 36. Keypt á vári 2004. Nýprísur uml. 2.000 kr. Verður selt fyri 1.000 kr. Sandalir stødd 37 kunnu fylgja við. Tlf. 457285 WADERS TIL SØLU Waders, std. 37, til sølu. Brúktar tvær ferðir, eru vorðnar ov smáar. Selist tí fyri 350 kr. Tlf. 210261 VAKUR KONFIRMATIÓNSKJÓLI v/jakka, stødd 34, til sølu fyri 400 kr. Tlf. 253443 TURRIKLÆÐI OG FYRIKLÆÐI Eitt sera vakurt blátt (petroliumslitt) vovi turriklæði og fyriklæði til sølu fyri 2.000 kr. Tlf. 322610 FØROYSKT SKJÚRT Vovi toy til skjúrt, reytt og svart, til sølu. Tlf. 322610 3 DEILIR LILLY KONFIRMATIÓNSKJÓLI Til sølu fyri 800 kr. Kjólin er frá mars 2004. Tlf. 315910 KONFIRMATIÓNSKJÓLI OG BLONDUJAKKI Alt stødd 36, til sølu fyri 500 kr. Kjólin er langur við broderí á bróstinum. Lilly model. Tlf. 517542 KONFIRMATIÓNSKJÓLI Lily model, langur, sera einkul, str. 36, og tilhoyrandi jakki, str. 38 til sølu. Brúkt 1 ferð. Nýprísur 1500,00 kr. til sølu fyri 700,00 kr. Tlf. 312329 ella 212803 Sjavs FRÁ TÓRSHØLL Sjavskapping verður í Tórshøll týsdagin 28. sept. kl. 19. Øll eru vælkomin. Tórshøll SJAVS Sjavskapping verður í Felagslonini í Fuglafirði fríggjakvøldið 24. sept. kl. 19. Eldrafelagið Borgin Súkklur MOTORSÚKKLA TIL SØLU Yamaha RS 125 í hampuligum standi. Árg. 86. Blá. Nýggj dekk og seturbetrekk. Nýsýnað - men skal skifta forskerm og blunkljós. Prísuppskot: 10.000,- Tlf. 319618 SÚKKLA TIL SØLU Vegna plásstrot selji eg eina 1 ára gamla súkklu. Súkklan er lítið og einki brúkt og í sera góðum standi. Tlf. 254650 ella 317458 TIL SØLU Svensk súkla, 24'', 21 gear og fjaðrar framman. Tlf. 215606 DREINGJASÚKKLA TIL SØLU Ein 24'' dreingjasúkkla við 3 gearum, lítið brúkt, til sølu vegna keyp av størri. Nýprísur 1.898 kr. Nú fyri 998 kr. Tlf. 228784 APRILIA RALLY SKUTARI Til sølu. Bert 1/2 ára gamal, hevur koyrt 1.200 km. Væl viðfarin, verður seldur fyri rímiligan prís. Tlf. 266768 best eftir kl. 16.00 DERBI Manhattan skutari í góðum standi til sølu fyri 10.000 kr. Mynd kann mailast. Tlf. 373921 YNSKIST TIL KEYPS Brúkt Aprilia RX ynskist til keyps. Skal vera í góðum standi. Tlf. 265824 APRILIA MX til sølu uttan útstoyt. Sær út sum nýggj, einans 1 1/2 ára gomul. Nýprísur 24.000,- Selist fyri 12.000,- Tlf. 254445 HONDA SKUTARI TIL SØLU er í góðum standi. Til sølu fyri 15000 kr. Tlf. 226098 MOTORSÚKKLA TIL SØLU Suzuki GSX 400 F Doch árg. 81. Súkklan hevur plátur og er í sera góðum standi. Til sølu um hóskandi boð fæst. Tlf. 252623 Teldur FARTELDA TIL SØLU Fujitsu Siemens, lifebook C1020, 1.4 GHZ, 512 ram, 40 GB, við cd- brennara, til sølu fyri 8.000 kr. Tlf. 312223 TIL SØLU 1500 MHZ 512 ram, 80 GB, NVIDIA Geforce 4 við tv/out, 17'' skerm, mús, tastatur, brennara, 100 mbit netkort og printara til sølu fyri 7.000 kr. Tlf. 281296 TELDA TIL SØLU AMP Atlon. 125 Ghz. 256 MB ram. 6 GB harddisk, 17'' skerm. Win 98. tastatur, mús, modem, joystik, hátalarar. Prísuppskot 3.500 kr. Tlf. 447504, richard@post.olivant.fo AMP 1900+ 40 GB harddisk, 512 MB ram, Geforce 3 Ti200 skermkort, DVD- drev, tastatur og mús, hátalarar við sub. 17'' skerm. Windows XP og ymisk spøl til sølu fyri 4.500 kr. Tlf. 211216 HEIMATELDA Athlon XP1700+, 19" skermi, 512MB DDR RAM, GeForce4 5200FX skermkort, netkort, analogt ella ISDN modem, USB 2.0, 120GB harddisk, DVD-drev, 48X brennari, lit printari, skannari, Logitech tráðleyst tastatur og mús, hátalarar v/ subwoofer Windows XP-Pro, antivirus og spøl fylgja við. Bíliga til sølu. Ring Tlf. 229594 og hoyr meira SKUTARI TIL SØLU Aprilia SR50 í góðum standi til sølu fyri 8.000 kr Tlf.: 315062 TIL SØLU Rin 11 mbps wireless access point og eitt 11 mbps tráðleyst kort til eina berbara teldu fyri 1000 kr Tlf 745101 6 MÁN. GOMUL FARTELDA bíliga til sølu. Ein Dell Inspiron 8600. !,7 ghz intel centrino pro- cessor (svarar til 3,0 ghz pentium 4). 128MB Nvidia GeForce FX Go5650 grafik-kort. 512 MB RAM. 15,4" widescreen skerm. Integrerað tráðleyst B netkort. 60 GB Harddisk. Kombinerað, CD og DVD brennara. Windows XP professional. + tasku til sølu fyri einans 12.500 kr. Nýprísur 17.500. Ring Tlf. 586058 eftir kl 17, Hans PLAYSTATION I SPØL til sølu fyri 700 kr. Int. Superstar soccer Pro, Syphon filter, Duke Nukem land of the babes, Actua soccer, Owen's WLS 99, FIFA 2000, Legacy of Kain Soul Reaver, Destruction Derby 2. Tlf. 528078 PLAYSTATION II SPØL Silent hill 2 og 3, The mark of kri, Haven (call of the king), Midnight club 2, Spiderman. Warhammer 40.000, Jouge Dreod VS Jouge Deayou, Sky Racoon til sølu fyri 250 kr. stk. Tlf. 510488 NINTENDO 64 TIL SØLU Við trimum joystikkum, einum memorykorti og 11 spølum. T.d. Golden Eye 007, Mariokart 64, Snownoarding 1080 og nógv onnur til sølu fyri 2.000 kr. Tlf. 333219 ella 260019 Tónleikur HIGH-END ANLEGG Hondgjørt í Dannmark. Lesi meira á www.Holfi.dk. Tilboð gevst. Tlf. +45 86602494 KLAVER TIL SØLU Kawai digital piano PV 30 til sølu fyri 10.000 kr. ella hægsta boð yvir. Ring Tlf. 421240 ella 212240 TRUMMUSETT Av slagnum »Pusle Percussion« til sølu fyri 3.500 kr. Tlf. 509811 ella 441234, Jógvan Andreasen EIN BERHINGER EURORACK VB 1204 FX-PRO Hægsta boð yvir 3.500 kr. Tlf. 509844 ella 441234, Jógvan Andreasen KLAVER TIL SØLU Yamaha Clavinova CLP - 611. Lítið brúkt. Tlf. 448082 EIN SONY SURROUND Recievari og fløguspælari til sølu um hóskandi boð fæst. Tað er uml 2 ára gamalt og lítið brúkt. Nývirði 26.000 kr. Ring nú á Tlf. +45 31196466 GER EITT GOTT KEYP Bilannlegg til sølu. JBL Subwoofari og hátalarar, tveir XSforsterkarar og ein kondensator, selist fyri 10.000 kr. Alt er av besta kvaliteti, sum nýtt og væl viðfarið. Ring nú á Tlf. +45 31196466 IBANEZ RG 560 VIÐ KASSA Til sølu fyri 3000 kr, nýprísur 11.000 kr. Ring Tlf. 586058 eftir kl 18, Hans STRATOCASTER HÁLS? Er tað nakar sum hevur ein fender stratocaster háls at selja mær??? Ring Tlf. 586058 eftir kl 18, Hans GUITARI Ein flottur og góður Ibanez guitari, RG Series bíliga til sølu, eisini selist ein guitarpedal av slagnum Boss GT-3. Tlf. 506940 HÁTALARAR Tveir stórir hátalarar, h. 77 b. 33 250/350 w, til sølu fyri 2.000,- Nýprísur 6.000,- Tlf. 503373 Út- & Sjónvarp TIL SØLU Eitt komplet Canal digital parabol útstýr í besta standi til søku fyri 2.900 kr. Tlf. 254040 SJÓNVARP 1 ára JVC sjónvarp til sølu. Silvurgrátt og 25''. Sjónvarpið er sum nýtt, til sølu fyri 4.000 kr. Ger kvetti og spar 3.000 kr. Ringi nú Tlf. 448097 DIGITALUR PARABOLMÓTTAKARI Mrk. Strong, std 4300, við problemfeili, heilt bíliga til sølu. Tlf. 213058 RADIO TIL SØLU Gamalt radio frá 1960-árunum, hevur góða móttøku, sær sera væl út. Merki er Fanafon, selist bíliga. Tlf. 319613 ER TAÐ NAKAR Ið eigur, eitt sjónvarp í góðum standi at selja okkum. Tlf. 253111 ella 221444 PARABOLUR TIL SØLU øll útgerð til parabol bíliga til sølu. Tlf. 315431 Ymiskt DIGITAL-CAMERA HP Photosmart 612, 2,3 Pix, 64mb- kort, CD-ROM, genopladelig kr. 1000,- Tlf. 222842 NØKUR FLETTINGARBORÐ Eru eftir fyri 860,- kr stk. Ring Tlf. 448944, Verkhúsið Stíggjur LOPPUMARKNAÐUR Leygardagin 25. sept. frá kl. 10.00- 14.00 hevur Reyði Krossur Føroya loppumarknað í Vágsbotni nr. 9. Reyði Krossur Føroya MÁLNINGUR Til sølu um hóskandi boð fæst. Frimod Joensen frá 1988 (ein Bygd á einum nesi) stødd 125x85 um hóskandi boð fæst Tlf. 251450 SAMSUNG E700 KLAPTELEFON Við innbygdari antennu og í lekrum sniðið v/ myndatóli og litskermi. Hevur 9MB dynamiskt memory. Til sølu fyri 2500,- ella hægsta boð yvir. Tlf. 255909 aftaná kl. 15 ÆTTLEIÐINGARFELAGIÐ Gerst limur í felagnum við at gjalda limagjaldið á konto í Føroya Sparikassa. Familja kr. 300,-. Einst. kr. 150,-. Stuðulslimur kr. 100,-. Sí heimasíðu okkara aettleiding.fo Ættleiðingardelagið TIL SØLU Hurð við rúti í til sølu fyri 400 kr. Tlf. 312968 NOKIA 8210 Fatelefon bíliga til sølu. Tlf. 273538 ella 508766 BROTFLÍSAR 70 fermetrar av Basalt brotflísum eru til sølu. Tlf. 211661 MASSAGUBONKUR TIL SØLU Ein óbrúktur massagubonkur til sølu. Vigar bert 12 kg. og er ljósur á liti. Ymisk útgerð fylgir við. Ring og hoyr nærri á Tlf. 216680 ella 313830 MÁLPARTABRØV Drigið er um málpartabrøv Kyndils: 1. vinningur 036, 2. vinningur 177. Vinnarar kunnu seta seg í samband við tlf. 313089 Kyndil TIL SØLU Ferðaseðil, aftur og fram, til Danmarkar og viðari til eina av farleiðunum frá Mærsk Air t.d. Egyptaland, til sølu fyri 3.500 kr. Tlf. 319554 SPILDURNÝGGJ NOKIA 3310 Als ikki brúkt. Í orginalari eskju. Manual og ladari fylgja við. Selist fyri 850 kr. Tlf. +45 32861312 ella +45 26394786 SONY ERICSON T 610 FARTELEFON Næsta ikki brúkt. Innbygt digitalkamera. Headsett við radio fylgir við. Í orginalari eskju. Er sum spildurnýggj. Selist fyri 1.250 kr. Tlf. +45 32861312 ella +45 26394786 SERA GOTT MYNDATÓL Eitt Canon EOS Rebel-X myndatól til sølu. Hevur eina 35-80mm linsu og eina 75-300mm linsu, umframt kraftigt blitz, polariseringsfiltur og UV filtur. Alt sum nýtt Prísur. 4000,- Tel. 521339 BORÐTENNISBORÐ YNSKIST Brúkt borðtennisborð ynskist. Tlf. 318890 ella 257227 HEVUR NAKAR Ein glas kølidisk at selja mær. Uml. 100 br 80 h. Vinarliga ring Tlf. 268920 AVHEINTAST 6 flytikassar fáast við at heinta teir. Tlf. 319310 CANON POWERSHOT 300 3.2 MP Digitalt camera til sølu fyri 2.200 kr. Í góðum standi, næstan ikki brúkt. Ymiskt tilhoyr fylgir við. Tlf. 227781 OMEGA LUMMAUR Orginalt Omega Grand Prix 1900 ur, við leður lumma. Silvur við gull legering. stødd Ø 52 mm H 15,5 mm. Kassa nr. 6177038, urverk nr. 5395096. Perfekt til føroyska búnan. 2.500 kr. Tlf. 314587 NOKIA 8210 Lítið brúkt fartelefon í sera góðum standi, virkar perfekt. vid ladara einans 900 kr. Tlf 314587 NIKON COOLPIX 3500 Lítið brúkt digitalt kamera, 3,2M pixel við ladara, 64MB Compact Flash og nýggjum battaríi. Í sera góðum standi, virkar perfekt. 2.300 kr. Tlf 314587. GÓÐ MOLD Fæst fyri 500 kr. lessið + koyring. Møguleiki fyri at grabba inn í havar v.m. Ring Tlf. 211431 ella 222711 JØRÐ Á SELATRAÐ TIL SØLU 8 gyllin í Heimara Garðshaga til sølu fyri hægstbjóðandi. Tlf. 722018 SUNDA BYRSUFELAG Veðrakapping verður 25. sept. Høvuðsvinningurin er ein veðrur latin av Føroya Bjór. Seinasta freist at tekna seg er 22. sept. á Tlf. 422445, 250105, 210234 Michael og Rúni MÁLNINGUR TIL SØLU Málningur (Nes Hvalba) av Eivind Mohr frá 1985 til sølu. Stødd 86x67 við rammu. Prísuppskot 9.000 kr. Tlf. 251008 TIL SØLU 5 krónur frá 1969 75 kr. pr. stk. Tlf. 212289 STJØRNUKIKARI TIL SØLU Stendur á einum »podie« við 3 beinum, við eru 2 okulat og eitt ljóðfiltur. Prísur 1.500 kr. Tlf. 220744 SIEMENS S55 við tilhoyrandi camera. Er sera væl hildin, sær út sum nýggj. 1 ára gomul. Uppladari, cd, káplar til telduna fylgja við. Litskermur. Til sølu fyri einans 900 kr. Tlf. 373118 ella 223449 TIL SØLU Uml. 50 grammofonplátur, musikkur fyri 45-50 árum síðani eru til sølu, sera bíliga. Skriva til Sosialurin, Box 76, 110 Tórshavn Bill. mrk. 1922b TIL SØLU Oljufýring til sølu fyri 2500 kr. Tlf. 504722 RUSKSTATIV aluminiums ruskstativ til sølu fyri kr. 250,- Tlf. 321576 BASARUR VERÐUR Í STØKKHØLLINI sunnudagin 3. oktober. Tey, ið vilja stuðla við at lata lutir til basarin, kunnu ringja til Poulu 447718. Takk fyri stuðulin. Eldrafelagið Nón DSL-504 ROUTARI TIL SØLU Routari sum Føroya Tele bjóðar kundum sínum til sølu fyri 799 kr. Tlf. 258664 TRAPPA ÚR FURU kvartsving, vinstra, hædd: 243 cm. 86,5 cm breið í erva og 77,5 cm. í neðra. Til sølu fyri 5.000,- Tlf. 328078 AVHEINTINGARTILBOÐ Um nakar vil hava eina »solarium« kunnu tit avheinta hana. Tlf. 424265 LUFTBYRSA Lítið brúkt, kraftmikil luftbyrsa v/kikarasikti, til sølu. Tlf. 503249 RIFFLA TIL SØLU 4 ára gomul Diana Riffla, Nýprísur 5.000,- selist fyri 3.500,- Tlf. 254445 EIN FØÐINGARDAG Eina reseptión ella barnadóp o.a. Tosið við okkum. Pláss er til 30-35 sitandi gestir. Café Karsborg, Tlf. 317464 ella 221379 TIL SØLU ca. 50 grammfonplátur, eru uml. 45- 50 ára gamlar, 78 umdr. bíliga til sølu. Skriva til Sosialin, box 76, 110 Tórshavn. Bill.mrk. 1920/7 AEG strúkirulla til sølu. Tlf. 571659 TIL SØLU Nokia 6510 til sølu fyri 1.000 kr. 1 ára gomul. Tlf. 221413 DANITA 3000 MOBILSTATION 40 kanalir 4 watt. Vælegnað til kommunikation millum 2 ella fleiri brúkarar, sum til dømis lastbilar, stórt LCD display, skannarafunktión og mangt annað. Heilt nýtt 600,- kr. Tlf. 373118 KONTAINARAR 1 stk. 40 fót kontainari til sølu. Stoypt gólv og ljósamatur í sera góðum standi. Til sølu fyri kr. 15.000 Tlf. 226445 NÝGGJAR RAMMUR 21 stk. ymsar støddir, úr mahogni, til sølu fyri 20.000,- Nýprísur 50.000. Tlf. 226445 Gevið gætur Bert heilsanir, skrivaðar á henda lepan og goldnar frammanundan við 30,- kr. fáa innivist í blaðnum. Til ber eisini at lata okkum lepan og gjald í avgreiðs- luni á Argjavegi 26, millum kl. 8.00 og 16.00. Myndaheilsanir skulu vera okkum í hendi á mið- degi 2 dagar fyri útkomudag. Viðmerkið annars niðanfyri, um heilsanin ynskist í blaðið ávísan dag. Týsd. Mikud. Hósd. Fríggjad. Leygard. Tekstur:...................................................................... ................................................................................... ................................................................................... ................................................................................... ................................................................................... ................................................................................... Myndina aftur: Minnist til at skriva navn og bústað aftanfyri á myndina og at leggja við ein frankeraðan brævbjálva við navni og bústaði. Um neyðugt fyri arbeiðsgongdina, taka vit okkum rætt til at fáa heilsanina í blaðið annan dag, enn tann ynskta. Sent hevur (skal fyllast út). Navn: ........................................................................ Bústaður: .................................................................. Bygd/býur: .................................... Tlf.: ................. Heilsanir 5 ferðir um vikuna 30,- kr. Sendið lepan, mynd og gjald til: Postsmoga 76 •110 Tórshavn Merkið bjálvan: »Heilsanir« HEILSANIR Hjartaliga takka vit øllum tykkum, sum á ymiskan hátt gleddu okkum á hjúnabands- degnum 7. aug. 2004. Heilsan Elkin og Per Sigbjørn Stølen Góða fitta Karina Hjartaliga tillukku við 2 ára degnum 24. sept. Eg eri so góð við teg. Heilsan Elias Góða lítla mostir Hjartaliga tillukku við 16 ára føðingardegnum í dag. Vit elska teg so nógv. Muss frá Ronju og Maibrit Góða Katrina Hjartaliga tillukku við 18 ára degnum. Skunda tær at fáa koyrikortið, so vit kunnu fara biltúr. Mamma og pabba Góða Katrine Hjartaliga tillukku við 18 ára degnum 23. sept. Vón- andi kemur koyrikortið skjótt. Blíðar heilsanir vit í Havn VIÐMERKINGAR Lisbeth L. Petersen Løgtings- og fólkatingslimur Vitjanin í Turkalandi frá 5 til 11 september, har eg sum føroyingur einsamøll umboðaði Danmark, var væl løgd til rættis, so fund- irnir eins og ferðafólkaupp- livingar, ið pláss eisini var fyri á skránni, gjørdu dag- arnar sera spennandi. Ferðin var fyri parlamen- tarikarar úr øllum NATO- limalondum, men onki annað norðurlendskt um- boð luttók hesuferð. Ferðin byrjaði í Ankara, har kunnað varð um turk- iskan uttanríkispolitikk og um viðurskiftini millum Turkaland og Irak, Af- ghanistan og Russland. Teir sum kunnaðu vóru m.a. verjumálaráðharrin, uttan- ríkisráðharrin og innan- ríkisráðharrin. Eisini greiddi formaðurin í turk- isku NATO-umboðsnevnd- ini frá ymiskum viðurskift- um. Luttakararnir úr hinum NATO-londunum høvdu eisini nógvar viðmerkingar og góð ráð, so keðiligt gjørdist tað ikki, tá m.a. kjak um uppskotið til broyttu revsilógina tók seg upp. Turkaland og ES Stóri og nógv umrøddi spurningurin á hesum fundi var møguligi limaskapur Turkalands í ES. Turkaland ger nógv fyri at bøta um sítt umdømi, sum ikki er av tí besta í Europu, og sigur seg vilja virka fyri størri frælsi og demokrati. Sum dømi nevndu teir, at í tí sambandi eru samtyktar uml.460 nýggjar lógir, so turkiska lóggávan kann samsvara við EU-lóggávu. Slíkt er ikki hent seinastu 40-50 árini, varð sagt. Áhugavert var at hoyra viðmerkingarnar frá gest- unum, tí ávaringarnar trutu ikki, og fleiri umboð komu úr londum, ið ikki eru so áhugaði í limaskapi Turka- lands í ES. Spurningar sum mannarættindi, javnrætt- indi, Armenia og kurdar vóru havdir á lofti og týðiliga merktist, at tað vóru eymir spurningar fyri turkar. "Embarrassing question" segði tingformaðurin, tá hann varð spurdur um kvinnuumboðanina í parla- mentinum, ið telur 550 limir. Svarið var 5 %! Og ikki kundi eg lata vera við at hugsa, um hetta eisini fór at vera støðan í Føroyum aftaná næsta løgtingsval. "But we are working on it" legði hann aftrat! Vitjað varð eisini hjá for- setanum og forsætisráð- harranum, meðan vit vóru í Ankara. Istanbul og Anatolia Í Istanbul høvdu vit seinri høvi at vitja "Academy of War Studies", ið liggur á stórum øki, á stødd við meðalstóra føroyska bygd, í eini park við nógvum bygningum. Allastaðni var væl greitt frá.. Upplýst var, at onnur lond senda fólk til útbúgvingar her. Stundir vóru eisini til fund við TUSIAD, felags- skap við virkisleiðarum og vinnulívsmonnum. For- maðurin greiddi frá "hug- skotsbankanum", ið sum skjótast vil hava ferð á privatiseringar! Alt ov langt verður at greiða frá øllum, men nevnast má vitjanin á stóra menningarprojektinum GAP á oydna háslættanum í Anatolia, sum økið verður nevnt, har demningurin " Ataturk Damm" gevur møguleikar fyri land- búnaði, og har dyrkað og planlagt verður, so liviligt kann gerast fyri nógvum fólki við landbúnaði og øðrum ídnaði. Stjórnin hevur goldið 32 milliardir US Dollars til ætlanina, og aktiviteturin var nógvur, tá vit koyrdu framvið á hesum uml. 2 mill. ha. stóra øki. Staðið er partur av søguliga Mesopotamia, ið liggur millum Eufrat og Tigris. Her byrjaði alt Nógv søgulig pláss eru í Turkalandi, og sum onkur teirra segði: "Her byrjaði alt, bæði Abraham og Móses livdu her" so tú kendi ein álvara og hátíðar- dám hóast nógva hitan, alt meðan kjakið gekk um bardagan móti terrorismu og smugling av bæði forn- lutum, narkotiskum evnum og menniskjum. Bæði persónligu sam- røðurnar við luttakararnar, fundirnir og vitjaninar runt í landinum vóru gevandi á ymiskan hátt, og sera áhugavert var at hoyra gestirnar tosa sína millum um, hvat tey hildu um Turkaland í dag, ið vil gera næstan alt fyri at verða góðtikið av Europu og EU, men sum hevur ótrúliga nógvar trupulleikar at dragast við, bæði tí tað liggur, har tað liggur, og tí landið er stórt við sera stórum muni á umstøðum og livikorum hjá fólki á bygd sammett við stóru býirnar. Framtíðin og samstarv • Turkaland er "skansin" móti Asiu, vildi onkur vera við. • Turkaland er fyrimyndin hjá tilafturskomnu lond- unum í Asiu, segði onkur annar. • Europa hevur brúk fyri Turkalandi, segði onkur, so fáa vit frið millum Asiu og Europa. • Revsilógin, ið aftur fer at gera ótrúskap ólógligan, tó nú við somu revsing fyri menn sum kvinnur, er trupulleikin, segði onkur annar. • Annað umboðið úr Frak- landi (juristur) segði: Skulu vit hava revsing fyri ótrúskap í Fraklandi, so mugu vit byggja minst 1000 nýggj fongsul !!! So ymisk og tó samd um samstarv . Ja, langt er eftir á mál. Til seinast kann eg nevna, at tað at eg var før- oyingur, hóast eg formelt umboðaði Danmark, sóu luttakararnir í skránni, so tá eg spurdi, hvat teir vistu um Føroyar, var svarið beinanveg: football, men radarstøðina á Sornfelli vistu teir onki um, so tað metti eg sum mína uppgávu at greiða teimum frá. Áhugaverd ferð í Turkalandi C M Y K 27 26 Internet -tað loysir seg! Móttøka 40 ára starvsdagur Fríggjadagin 24. september kl. 16 verður almenn móttøka á Muntra í samband við, at Dánjal Vang, lærari, hevur starvast í 40 ár í skúlanum í Fuglafirði. Móttøkan er almenn, og vit vóna, at mong møta upp til hugnaløtuna! Fuglafjarðar skúli