hósdagur 8. desember 2016síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Í blaðnum...
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Blaðstjóri:
Barbara Holm
barbara@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Í kvøld, fríggjakvøld,
ber til at uppliva eitt
festligt og undir
haldandi tiltak á
Reinsarínum í Havn.
Niclas
Heri
Jákupsson er vertur
fyri kvøldið, og hann
undirheldur við goml
um festligum Dyna
mit hittum og nýggj
um
sangum,
sum
hann hevur smíðað.
Í millum sangirnar
kryddar Niclas Heri
kvøldið við stuttlig
um og undirhaldandi
søgum.
T ó n l e i k a ra r
nir, sum fara at
spæla
saman
við Niclas Hera
hetta kvøldið,
eru:
Magni
H u s g a a r d
( k e y b o a r d
og klaver), Mikkjal
Hvannastein á (guit
ar), John Johansen
(bass og kór) og Henn
ing Hjalt Nicodemus
sen (trummur).
Tiltakið
kallast
»Vit vilja ongantíð
doyggja«, sum er tikið
úr niðurlagnum hjá tí
helst kendasta Dyn
amit sanginum, Grøv
nummar 13. Tiltakið í
Reinsarínum í Havn
v e r ð u r
Fríggj
akvøld
ið kl 21.
9. desember 2016
Nyttar lítið at rópa á donskum
røðarapallum
Søren Espersen, fólkatingsmaður fyri
Danska Fólkaflokkin, leggur í lesarabrævi
her í blaðnum í dag eftir Tórbjørn Jacobsen,
virkandi fólkatignsmanni fyri Tjóðveldi, fyri
at leika so í og skelda so illa um Danmark av
Fólkatingsins røðarapalli.
Tað sum er fallið danska fólkatings
manninum fyri bróstið er, at Tórbjørn
Jacobsen í eini av síni brandtalum hevur
brikslað dønum støðuna, sum Føroyar
hava í danska kongaríkinum. Og tað er væl
skilligt, at danskir poltikarar halda tað vera
margháttligt fyri ikki at siga fjollut at blíva
við at briksa dønum hesi viðurskifti.
Ikki tí, vitanin millum danska poltikarar
og danir sum heild um ríkisfelagsskapin átti
at verið á nógv hægri støði. Men fyri tað vita
vit, at tað er at fara um ánna eftir vatni at
fara til Danmarkar biða um loysing.
Og líka mikið hvat danir halda – og
hvussu Lars Løkke Rasmussen roynir at tví
halda um fornar sambandshugsanir, so eru
og verða tað bara vit føroyingar, sum fara
at gera av framtíð okkara. Tað er fyri so vítt
líka mikið, hvat danir halda og meina.
Og sum støðan er og hevur verið, so vilja
føroyingar ikki loysa. Ikki ein gong um so
als eingin ríkisstuðul var, sum loysingar
stríðsmaðurin Zakarias Wang fekk staðfest í
gallupkanning um dagarnar.
Tí er alt tos um loysing spæl fyri gallarí
num. Loysingin er ikki eitt mál í sjálvum
sær.
Tey eru so mong sum hava sagt, at skulu
vit hava ríkisrættarligt sjálvræði, so mugu
vit fyrst hava fíggjarligt sjálvræði. Og fyrr
enn okkara politikarar kunnu prógva, at teir
fáa føroyska búskapin at hanga saman – og
geva avkast, uttan danskar pengar, so er so
lítið at tosa um.
Tað er lætt nokk at skelda og rópa á
danatingi. Men tað gevur einki politiskt. Tað
kann bara vera ein roynd at sleppa í dansk
ar miðlar – men tá er tað ikki fyri tað góða.
Hjá hinum fólkatingsmanninum eydnast
at seta dagskránna í donskum miðlum við
einum skemtiligum spurningi til forsætis
ráðharran.
Nú situr Tjóðveldi á fíggjarmálum í Før
oyum. Flokkurin kann nú prógva sítt virði
og skapa okkum ein sjálvberandi búskap.
So kunnu vit taka tosið um sjálvræði, tá
búskaparliga grundarlagið er komið upp á
pláss.
Fáið nú skil á búskapinum fyrst
Syngja Dynamit-hitt
úr klaksvík til Havnar
Les eisini blaðið
á telefonini
Óvirðiligt av
Tobba at skelda
Danmark so illa
Søren Espersen
Viðmerking síða 28
Um Pisa – og
eksakt og við
komandi fakmál
Regin Eikhólm
Viðmerking síða 28
Oddagrein
Eirikur Lindenskov
blaðstjóri
Tað skal ikki bara vera løtu
vinningur hjá SAS, sigur Poul
Michelsen, landsstýrismaður
Enn hava hvørki SAS ella Logan Air fingið
loyvi at flúgva til Føroya.
– Tað var ætlanin, at málið um flogloyvið
til SAS skuldi koma fyri á landsstýrisfundi í
gjár, men vit blivu ikki liðug við viðgerðina
fyri fundin.
Tað
sigur
Poul
Michelsen,
lands
stýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, sum
varðar av almenna flogfelagnum Atlantsflog.
Hann sigur, at bæði umsóknin frá SAS og
frá Logan Air verða viðgjørdar á landsstýr
isfundi næsta mánadag, so verður loyvini
avgreidd frá føroyskari síðu.
Tað eru danskir loftferðslumyndugleikar,
sum skulu geva feløgunum loyvi – men tað tað
skal vera í samráð við landsstýrið.
– Báðar umsóknirnar skulu viðgerðast
væl og virðiliga. Tey skulu nokk fáa loyvi at
flúgva, men vit mugu viðgera málini soleiðis,
at SAS ikki við fyrimuni kann til dømis loypa
á Atlantsflog. Tað skal sjálvandi vera upp á fair
treytir, sigur Poul Michelsen.
Landsstýrismaðurin er sannførdur um, at
vit skulu hava kapping á flogøkinum.
– Men tað skal vera jøvn kapping, og ikki
kapping um at undirgrava ein búskap, sigur
hann.
Poul Michelsen vísir á, at ójavni er á
økinum millum føroysk og donsk flogfeløg.
– Atlantsflog kann til dømis ikki flúgva
ímillum tvey punkt í Evropa. Tað kann SAS
gera, vísir hann á.
Poul Michelsen leggur tó dent á, at tað ikki
eru danir, sum eru orsøk til hesa ójøvnu kapp
ingina í Evropa. Hetta er eitt mál hjá ES, sum
Danmark er partur av.
– Vit kunnu sjálvandi ikki steðga SAS í at
flúgva til Føroya, men vit mugu taka hædd
fyri kappingini. Tað er rætt, at eg havi bæði
ábyrgd fyri Atlantsflog, fyri Vága Floghavn
og fyri samferðsluni. Men eg má tryggja
mær, at slík flúgving til Føroya, sum tann
hjá SAS og hjá Logan Air, ikki bara verður ein
løtuvinningur hjá teimum.
– Tað er sjálvsagt, at Atlantsflog má bjóða
seg fram og taka lut í kappingini, sigur Poul
Michelsen, landsstýrismaður, sum væntar,
at flogloyvini hjá SAS og Logan Air verða
avgreidd í næstu viku.
SAS fær loyvið í næstu viku