Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-12-08, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. desember 2016síða 3

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 9. DESEMBER 2016 SOSIALURIN 142 3 2 MILLIARDUM 0,- í føroyska fiskiflotanum Í 1995 veðhelt landskassin fyri Í dag er veðhaldið Undir kreppuni í nítiárunum komu politisk harraboð um, at føroyski fiskiflotin skuldi tillaga seg nýggjar tíðir. Fiskiflotin var á knøunum, landskassin veðhelt fyri tveimum milliardum í føroyska fiskiflotanum og hóast landskassin læt fiskivinnuni heilar 500 milliónir í studningi um árið, hevði fiskivinnan stórt hall. Fiskiflotin var alt ov stórur, og nógvur peningur varð goldin fyri at varðveita ein stóran flota. Tí var tá eitt sterkt politiskt ynski um at minka um flotan og samstundis sleppa undan at gjalda stuðul. Tey seinastu 20 árini er stór menning farin fram, og stórt sæð allir skipabólkar eru í dag væl skipaðir. Fiskiflotin er nógv minni og nógv effektivari. Frá at gjalda hundraðtals milliónir til fiskiflotan, fær landskassin nú hundraðtals milliónir úr fiskiflotanum. Í DAG FÆR LANDSKASSIN 100-TALS MILLIÓNIR ÚR FISKIFLOTANUM Síggj filmin á www.frf.fo