Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-12-08, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. desember 2016síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 9. DESEMBER 2016 SOSIALURIN 142 4 Mariann livir av sjónleiki FÁTÆKADØMI EG HAVI IKKI ALTÍÐ RÁÐ TIL TAK YVIR HØVDIÐ BARBARA HOLM H esin lívsstílurin, sum eg havi og eri blivin so góð til at liva, er í veruleikanum ein avleiðing av, at eg havi havt lítið av pengum í mong ár. Eg havi aktivt og tilvitað gjørt mær eina sparsommiliga tilveru, tí tað er vegurin fram at liva væl við tí, eg fortjeni mær, sigur 30 ára gamla Mariann Hansen. »Eg eri ikki nakað offur. Hetta er ein lívsstílur«, leggur hon aftrat, nú vit seta okkum at práta um hennara mongu ár í tí mong vildu kalla fátækadømi. Hon hevur av ymiskum orsøk­ um frávalt at lata seg stýra av mammon. Hon kallar tað sjálv fyri »eitt sparsommiligt lív«. – Eg trívist við tankanum um, at eg ikki oysli. At eg hugsi um umhvørvið og endurnýti sum frægast. Og so dámar mær væl at búgva í kollektivum og at nýta tað, sum er ókeypis í samfelagnum – also tað ber saktans til at liva fyri lítið og lætt, sigur Mariann Hansen. Tað stendur ikki altíð illa til, og mánaðirnir svinga nógv, tá ið umræður inntøku. Í skrivandi stund er hon trygg. Hon hevur eina hampiliga inntøku og hon býr hjá einari vinkonu. Men givið er so, at mong ting, sum flest øll halda vera ein menniskja­rættur í Føroyum, hevur Mariann ikki altíð havt ráð til. Til dømis hevur hon ikki havt pengar til at leiga sær sín egna bústað. – Aloftast havi eg ikki ráð til at leiga nakra íbúð. Eg flyti nógv runt. Búgvi hjá vinfólkum ella leigi eitt kamar í húsum saman við øðrum, greiðir Mariann frá. Og av tí sama eru ognirnar ikki nógvar. – Eg eigi eingi ting. Ella eg eigi okkurt, sum hevur staðið í kam­ ar­inum hjá mær heima hjá for­ eldrunum. Men annars eigi eg bara klæðir á ryggin, so at siga, sigur Mariann Hansen. Tað hevur týdning fyri hana, at hon ikki verður sædd sum eitt offur. Tí ivaleyst kundi hon tjent sær meira pengar enn hon ger í dag. Men tann prísurin hevði eisini verið høgur. – Eg kundi tjent meira ja, men eg havi valt mær eina lívsleið sum yrkislistafólk. Eg havi skúlað meg innan hetta, og eg renni ikki undan veruleikanum, at har ikki eru so óluksáliga nógvir pengar at tjena á økinum. Eg renni heldur ikki undan ábyrgdini, at eg havi valt hesa lívsleið. Eg havi fingið lestrarstuðul sum øll onnur lesandi, og eg síggi eitt stórt virði í, at eg ikki stingi halan millum beinini og gevi upp, orsaka av køldum valuta. Prísurin at geva upp er for høgur, bæði fyri meg og fyri samfelagið, sigur Mariann Hansen. Og samstundis heldur hon, at tað er læruríkt at uppliva fá­ tækadømi. Læruríka tilveran Eins og tað er læruríkt at uppliva kuldan um veturin, so er tað eisini spennandi at uppliva svongd. – Tað er spennandi at merkja fátækadømi. At merkja svongdina koma sníkjandi. Tað setur nógvar tankar í gongd og gevur mær eitt heilt nýtt perspektiv. Eg havi leingi hugsað um, hvar tær royndirnar skulu fara. Hvussu kann eg deila royndirnar við samfelagið. Hvat tær skulu brúkast til. Eg havi onkuntíð hugsað um at blogga, men tað havi eg ikki ordiliga tol til. Men eg skal nokk finna útav, hvat eg kann brúka tað til, sigur skapandi listakvinnan. – Eitt, sum eg haldi er um­ráð­ andi er, at hóast eg havi lítið av pengum ella eri fátøk í eygunum hjá nógvum, so haldi eg ikki, at eg havi tað so grúviliga nógv verri enn onnur. Eingin nýtist at taka synd í mær, tí tað ber væl til at liva fyri ikki so ótrúliga nógivr pengar. Tað er tað, eg vil siga, sigur Mariann Hansen. – Tað er ikki ein dansur á rósum altíð, og eg hevði sjálvandi kunnað alt møguligt, um eg hevði skít fult av pengum. Men eru pengar alt? – Eg havi ikki altíð ráð til at hava mítt egna heim. Tað er ein stór føst útreiðsla, sum eg havi valt frá. Men eg havi altíð havt onkrastaðni at búgva. Tað ber til at liva eitt gott lív fyri lítið av pengum. Tað er komplekst, krevur stórt umhugsni í gerandisdegnum, men tað ber til, um man tilvitað velur at liva so, sigur 30 ára gamla Mariann Hansen, sjónleikari Um Mariann • er 30 ár, • eigur ongi børn • arbeiðir sum freelance listafólk • er útbúgvin í Litava, Íslandi og Noregi. Framhald á síðu 6