hósdagur 8. desember 2016síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 9. DESEMBER 2016
SOSIALURIN 142
6
Mugu pengar verða í øllum mínum
virðum? Havi eg veruliga tørv á tí,
spyr hon.
Vit eiga øll ábyrgd av støðuni
hjá hvørjum øðrum, av at lofta, tá
ið á stendur.
– Persónliga haldi eg, at vit
eiga at hava eitt samfelag, har øll
mugu taka ein part av ábyrgdini.
Tí pengar eru ikki alt. Vit kunnu
øll koma í støður, har tað gongur
illa og tá haldi eg, at vit mugu hava
eina skipan, sum hjálpir. Men tað
áliggur eisini okkum at koma
burturúr tí støðuni. Ella finna útav,
hvussu man kann gera tað betur
næstu ferð, sigur Mariann Hansen.
Fyri hana er tó hjartarúmið í
føroyska samfelagnum tað mest
umráðandi.
– Vit mugu eisini hjálpa hvørjum
øðrum og kanska er tað so, at tá
vit hjálpast at, so finna vit aðrar,
alternativar loysnir til okkara
trupulleikar, sigur hon.
Hennara tilvera í dag er fínasta
slag. Tað einasta, hon kundi ynskt
sær fyri framtíðina, er møguleikin
at fáa eitt fast heim. Eitt stað, sum
er hennara, og har hon kann eiga
avgerðarrættin.
– Men tað skal ikki vera so, at
eg skal hava eitt heim, sum bara
er mítt. Blíðskapur og hjartarúm
er helmingurin av tilveruni, sigur
Mariann og leggur aftrat.
– Tað allar besta hevði verið at eg
fekk eitt hús at búgva í, har eg kann
skapa eitt heim saman við fólki, ið
síggja virði í einum alternativum
heimi. Sum eisini vilja finna
mátar at liva upp á, uttan at verða
noydd til at komprimera okkara
grundleggjandi tørv á tryggleika,
sigur Mariann.
Svølgja stoltleikan
Tað hava verið niðurtúrar, tá ið
ringast stóð til. Sjálvandi hava tað
tað. Tí vit hava øll niðurtúrar inn
ímillum. Eisini Mariann Hansen og
kanska serliga tá hon gekk í skúla
og soleiðis var í fátækadømi eins
og flest øll lesandi.
– Til dømis tá eg ikki visti, um
eg fekk mat ein dag. Tá kann man
blíva eitt sindur soleiðis, sigur
Mariann Hansen.
Og tá eru góð ráð dýr.
– So fór eg til onkran eg kenni og
segði sum var, at nú var peningurin
uppi. Og so nýtist man sjáldan
siga meira, tí hjartarúm hjá fólki
er stórt. At aktivt biðja um eina
hjálpandi hond, tá ið veruliga
stendur á, er vegurin fram. Tað er
ikki beinleiðis lætt, men tað trúgvi
eg veruliga uppá, greiðir Mariann
frá og heldur fram.
– Tað er ein slags biddaragongd.
Tað skal man líka svølgja nakrar
ferðir, áðrenn man kemur heilt har
til. Men svongdin ger, at eins virðir
og sjálvsvirðing fer í botn. Hugsaði
um, at eg ikki eingongd klári at
føða meg sjálva. Tað er ógvusligt,
sigur Mariann Hansen.
Tá Mariann búði í Reykjavík
og í Keypmannahavn hevði hon
aðrar hættir at skaffa sær føði, tá
ið ringast stóð til. Tá fór hon undir
tað tey rópa »skrelling«.
– Tað er, at man fer í skrelli
spannirnar hjá mathandlum og
finnur mat, sum tey hava tveitt
burtur, tí tað stendur at vera
útgingið. Men tað er tað ikki altíð,
hóast dagfestingin sigur tað,
greiðir Mariann frá.
Tey vóru fleiri, sum skrellaðu
saman, og øll høvdu tey ymiskar
orsøkir til, at tey valdu hendan
lívsstílin.
– Tað er eisini eitt umhvørvis
vinarligt perspektiv í tí. Mær
dámar illa, at matur fer burtur,
og mær dámar væl at endurnýta.
So hetta var eisini ein umhvørvis
spurningur, greiðir hon frá.
Fátækadømi kann
gera teg ósosialan
Tá ið harðast leikar á fíggjarliga,
og tú ikki eigur eitt oyra eftir, er
avleiðing mangan, at tað sosiala
lívið hvørvur.
– Tá ið tað gongur tungt, so
kann lívið lætt blíva minni sosialt.
Tí tað er ringt at tosa um pengar í
tí føroyska samfelagnum. Pengar
eru nakað abstrakt í tilveruni hjá
nógvum fólkum. Tey skilja ikki,
at ein ikki hevur pengar at brúka,
sigur Mariann Hansen.
Tí í tí dagliga brúka vit pengar
til hetta og hatta. Tað er altíð eitt
lítið sindur, sum skal brúkast til alt
tað, sum vit upplivað.
– Tað er mangan so, at hugni og
tað at brúka pengar gongur hond
í hond. Man kann næstan ikki
hugna sær saman, uttan at tað
kostar nakað. Ikki tí, tað nýtist
ikki altíð at vera so, sigur Mariann.
Og tá hon greiðir frá hesum
minnist hon eisini aftur á, at hon
í veruleikanum altíð fann aðrar
mátar at vera sosial, hóast tað
kravdi at bróta eitt sindur frá.
– So bleiv tað til gongutúr
ístaðin fyri ein biograftúr. Ella
kaffi heima hjá mær heldur enn
á einari kafe, greiðir Mariann
Hansen frá.
Skalt tú luttaka á jøvnum føti
við onnur, so mást tú vera erligur
um tína fíggjarstøðu. Men tað
kann vera trupult.
– Fólk blíva so illa við, tá ið man
tosar um pengar. Um eg tosi um,
at eg ongar pengar eigi, so síggi eg,
at fólk ikki duga við tí. Og eg giti
tað er upp á sama máta, um man
eigur ordiliga nógvar pengar. So
er tað sikkurt eisini ringt at tosa
um, at lívsstílurin er valdur út frá
tí, sigur Mariann Hansen
Og hinumegin kunnu vit siga
tað, at vita fólk, at tað stendur hart
til fíggjarliga hjá tær, so halda tey
seg eisini hava rætt til at blanda seg
upp í, hvat tú brúkar pengarnar til.
– Tað kennist sum eitt sosialt
kontrol, sum er fyri tey fátøku.
Also tey, sum hava nógvar pengar,
kunnu brúka teir til tað tey vilja.
Hví kunnu tey fátøku ikki tað
sama, sigur Mariann og sipar til
viðmerkingarnar, sum kunnu
koma.
– Havi eg hug at brúka mínar
seinastu 50 krónur uppá ein
kaffikopp til mín og vinkonu mína,
so má eg havi rætt til tað, eins og
tey múgvandi hava, Tí óansæð hvat
pengarnir fara til, so skal eg tjena
meira, tá ið teir eru upp i allíkavæl,
sigur Mariann Hansen.
Hon vísir á, at við árunum hevur
hon lært at spara saman, tá tað er
gjørligt og at liva sparsommiligt á
øllum økjum.
– Tá ringast stendur til kann eg
lata matin eg eigi strekkja longri.
Eta minni nøgdir hvørjaferð, so eg
fái matin at halda sum longst, sigur
hon, og vísir á, at einki er so ringt,
at tað ikki er gott fyri okkurt.
BARBARA@SOSIALURIN.FO
FÁTÆKADØMI
Mariann hevur nøkur góð ráð til,
hvussu hon livir sparsommiligt
✔Nýt kollektiva ferðslu (um tað væl at merkja riggar til tín
dagligdag) heldur enn at keypa ein bil.
✔Les teg ríka á bókarsavninum, heldur enn at keypa dýrar
bøkur
✔Magasekkurin er ikki størri enn ein honningmelón. Tí
nýtist tú ikki at eta meira enn tað, tilsvarandi í stødd.
✔Et sunnan mat. Droppa kjøt tá tú kanst, og et teg mettan í
tí, sum er heilsugott fyri kroppin.
✔Hav ja-hattin á. Tað er altíð gott.
✔Ger smáar investeringar í kvalitets ting, s.s. einar góðar
skógvar, ein góðan jakka, termo undirklæðir, regnklæðir
✔Legg virði í tað tú eigur
✔Síggj virði í at velja at ikki keypa/brúka pengar uppá
eitthvørt
✔Endurnýt
Tey vóru fleiri,
sum skrellaðu
saman, og
øll høvdu tey
ymiskar orsøkir
til, at tey valdu
hendan lívsstílin.
– Tað er eisini
eitt umhvørvis
vinarligt
perspektiv í tí.
Mær dámar illa,
at matur fer
burtur, og mær
dámar væl at
endurnýta. So
hetta var eisini
ein umhvørvis
spurningur