Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-12-08, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. desember 2016síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 9. DESEMBER 2016 SOSIALURIN 142 8 TJÓÐHILD PATURSSON F rá Matriarkati til patri­ar­ kat til…? Søgan um Elektru fer fram júst í eini tíð, tá ið patriarkatið tekur yvir eftir matriarkatið. Hetta markerar eina stóra broyting í griksku mentanini, sum eisini er upphavið til okkara mentan. Hetta skiftið er serliga spennandi í eini tíð sum í dag, tá ið vit møguliga aftur standa fyri eini broyting, heldur Kim Dambæk, ið leikstjórnar Elektru á Tjóðpalli Føroya. – Vit eru ávegis inn í eina tíð, tá ið vit síggja nakrar ógvuliga primitivar síður av patriarkatinum. Tað er eg, meg, mítt, í eini tíð, tá ið vit hava ógvuliga nógv brúk fyri felagsskapi. Eg vænti, at vit fara at uppliva ógvuliga sterkar grasrótarørslur, og at felagskapur fer at spretta á støðum, har vit als ikki hava hugsað hann, sigur Kim Dambæk. Fyrsta (rørandi) gjøgnumspæling Eg eri boðin til fyrstu gjøgnum­ spælingina av leikinum, ella eg haldi at hon var hin fyrsta, í øllum førum ein av teimum fyrstu. Eg eri boðin, tí eg skal taka nakrar myndir fyri tey og skriva nakrar tekstir, ið tey skulu brúka á heimasíðuni. Pallurin er tómur, einki er sett upp enn. Vanliga loftsljósið lýsir niður á pallin, og tey hava leikritið í hondini, meðan tey spæla. Eg siti á gólvinum. Tey høvdu stólar, men onkusvegna kendist tað, sum um at tað hóskaði betur at sita á gólvinum, nú alt var so ‘niðri á jørðini’. Tey fara í gongd við gjøgnumspælingina, og eg má siga, at tað var betur enn eg roknaði við - eg helt ikki at gamlar griskar tragediur vóru nakað fyri meg. Eg eri enn lot yvir, hvussu lítið tað rørdi meg at ganga í Athen millum leivdirnar av Akropolis - vit vóru á námsferð við studentaskúlaflokkinum. Eg var allarhelst ov ung at skilja , hví tað var spennandi - eg tori ikki at fara aftur til Akropolis, tí hvat um eg enn ikki eri vorðin eldri og klókari!? Eg veit ikki, hví gjøgnumspæl­ ingin rørdi meg, men tað gjørdi hon. Tvær ferðir táraði eg. Møguliga er tað hetta við at kenna seg aftur, at skilja støðuna og søguna hjá ymisku leiklutunum. Tríggjar útgávur av Elektru Trý ymisk leikrit siga hesa søguna um Elektru. Á tjóðpallinum arbeiða tey nú við útgávuni hjá Sofokles. – Sofokles sigur bara søguna, hann kemur ikki við nakrari moraliseran ella sigur okkum, um tað var gott ella ringt. Ístaðin gevur hann hvørjum einstøkum leikluti møguleika fyri at siga sína síðu av søkini, so tá ið tú lesur stykkið fyri fyrstu ferð - og eg má sum leikstjóri minna meg á, at størsti partur av áskoðarunum allar helst ikki kennir søguna - og hittir persónarnar í leikinum fyri fyrstu ferð, og hoyrir tey greiða frá sínum tonkum og hugsanum, og hoyrir teirr grundgeving fyri, hví tey gera sum tey gera, so hugsar tú: JA! Tað skilji eg væl! Alt hatta Elektra segði um mammuna… Nú hoyri eg mammuna greiða frá síni síðu av søkini, og nú skilji eg væl, at hon gjørdi sum hon gjørdi. Og so kemur systirin… Ja, og soleiðis kennist tað, hvørjaferð tú møtir einum av leiklutunum fyrstu ferð. Og tað er ógvuliga sterkt, tí, so stendur tú eftir til síðst eitt sindur forvirrað um komplexitetirnar í lívinum, sigur Kim Dambæk. Jan de Neergaard, sum stendur fyri pallsniðinum til leikin, brýtur leikstjóran av. – Ja, vit vilja so fegin peika á, at HATTA er meiningin við lívinum og tað rætta. Vit vilja hava tað at passa inn í eina fundamentalistiska eskju. Men tað ger tað bara ikki, tí knappliga kemur onkur við einum nýggjum sjónarmiði, og tú hugsar: bíða nú, ja, tað dugi eg væl at síggja, hatta passar eisini, sigur hann. Danskur leikstjóri – føroyskt leikrit Málið í leikritinum er ikki bein­ leiðis gerandisligt. Ikki háfloygt held­ur, men onkursvegna teatralskt? Tá ið eg siti og hyggi at frystu gjøgnumspælingini, verði eg rætti­liga fangað av leikinum, eisini hóast einki ljós er sett upp, hóast altarið hjá Elektru er ein plasstkassi fullur av óruddiligum leiðningum, og knívurin er eitt reytt skrúvublað. Men nakrar ferðir fara mínir tankar á flog, sum teir so ofta gera. Einaferð hyggi eg yvir á leikstjóran, sum situr friðarligur (friðarligari enn eg í øllum førum) og álvarsamur og lurtar eftir leikarunum. Tá fari eg at hugsa um, at leikstjórin er dani, og at hann allarhelst ikki skilur stórvegis av føroyska tekstinum. – Eg havi upplivað hetta tvær ferðir fyrr. Einaferð fyrr her á Tjóðpallinum’ sigur Kim Dambæk, tá ið eg seinni spyrji inn til hetta. – Sum leikstjóri kann eg einans viðmæla at arbeiða soleiðis, tí man verður noyddur at síggja, at tað úttrykkið, ið sjónleikarin roynir at finna fram, veruliga er har. Skilur tú orðini, so er skjótt at gerast dovin, og at lena seg aftur MENTAN Ein gomul tó viðkomandi griksk tragedia í Havn Kim Dambæk – Leikstjóri Kim Dambæk varð føddur í Keypmannahavn í 1957. Sum barn hevur hann tó eisini búð í Argentina, Uruguay, Malaysia og Onglandi. Kim var útbúgving leikstjóri í 1980. Síðani hevur hann arbeitt sum leikstjóri bæði í Danmark, Bretlandi og í øðrum Norðanlondum. Tíðarskeiðið um aldarskiftið var hann lærari í leikstjórn á leiklistaskúlanum í Keypmannahavn. Í 2011 var hann í Føroyum og leikstjórnaði leikin ‘Reinsan’ eftir Sofi Oksanen. Heinta úr tíðindabrævi frá Tjóðpalli Føroya Elektra á Tjóðpallinum Nýumsett leikrit Tað er Hans Tórgarð ið hevur umsett leikritið. Leikritið er umsett úr enska leikritinum eftir Frank McGuinness. Umsetingar av leikritinum eru ógvuliga ymiskar, summar taka hædd fyri teimum versum og tí rútmu sum er í upprunatekstinum. Aðrar umseta heldur bert sjálva søgugongdina. Kim Dambæk, id leikstjórnar uppsetanini av Elektru í Føroyum, sigur soleiðis um føroyska leikritið: ‘Av tí at Hans Tórgarð er sjónleikari, hevur hann megnað at fanga tað rúttmuna, sum liggur í tekstinum. Og tað er informatión, ið er týdningarmikil at fáa við, tí tá kunnu vit ávirka áskoðararnar á einum ótilvitaðum støði ígjøgnum tað rútmiska. Tað er sum tónleikur. Hetta er ikki nakað, sum áskoðarar leggja nakað serligt til merkis, men tað liggur í tekstinum og í mátanum, sjónleikararnir arbeiða við tekstinum. Tað er hesum, vit arbeiða við nú’.