hósdagur 8. desember 2016síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 9. DESEMBER 2016
SOSIALURIN 142
9
Elektra
Í sjónleiki er ein tragedia
ein leikur um lýðing, men
sum ofta vekir eina njóting
í áskoðaranum - eina
njóting sum avleiðing av at
sleppa ú kenslunum av ótta
og harmi og skomm. Eina
njóting sum avleiðing av
eini útreinsan av kenslum.
So sigst í øllum førum at
Aristoteles segði.
Elektra er ein slík tragedia.
Ein griksk tragedia. Meira
enn 2500 ára gomul. Men
enn livandi. Elektra er
ein av mest populeru
figurunum í mytologiini.
So populer er Electra, at
ikki bara ein, men tvær
tragediur eru skrivaðar
undir heitinum ELEKTRA.
Onnur eftir Euripides,
og hin eftir Sophokles.
Tragedian eftir Sophokles
er tann, sum vit nu seta
upp á Tjóðpallinum.
Elektra syrgir deyða pápa
sín. Pápan, Agamemon,
ið var dripin av konu
síni, mammu Elektru.
Elektra ynskir at hevna
deyða pápa sín. Hvønn
dag droymir hon um, at
Orestes, beiggi hennara -
sum er í útlegd eftir at hon
fekk bjarga honum undan
drápunum – skal koma
aftur at fullføra hevndina
við at drepa mammu teirra.
Hvønn dag bíðar hon eftir
at Orestes kemur aftur…
Leikurin hevur frumsýning
í januar 2017.
Úr tíðindabrævi
frá Tjóðpalli Føroya
og siga: jú, eg skilji hvat tú sigur, so
tað nýtist ikki at vera krystalklárt…
Tá ið eg ikki skilji orðini, so hækkar
tað um mínar vónir sum leikstjóri,
sigur hann.
Kim Dambæk greiðir frá, at
hann hevur enska leikritiðritið við
síðuna av, tað er leikritið, id Hans
Tórgarð hevur umsett. Tað leikritið
samsvarar so væl við tað føroyska,
at tað ber til at fylgja við.
Elektra//Gunnvá
– Tað er stórt at sleppa at spæla
leiklutin ‘Elektra’. Tað er ein
leiklutur ið nógvir kvinnuligir
leikarar vilja hava, og leikluturin er
ógvuliga avbjóðandi, fortelur Kim
Dambæk. – Man má veruliga duga
at spæla sjónleik, fyri at kunna
spæla hendan leiklutin, sigur
leikstjórin. Í føroysku útgávuni
verður tað Gunnvá Zachariasen,
ið spælir leiklutin Elektra. Eftir
gjøgnumgongdina eg sá, eri eg
ógvuliga spent eftir at síggja liðnu
útgávuna, tí longu til hesa fyrstu
gjøgnumgongdina hevði Gunnvá
ógvuliga gott hald um leiklutin.
Hinir leikararnir vera: Durita Dahl
Andreasen, Hans Tórgarð, Beinta
Clothier og Hjálmar Dam.
Frá ovast til vinstru: Joachim Holbek, Hjálmar Dam, Kim
Dambæk, Jan de Neergaard, Beinta Clothier, Hans Torgarð,
Durita Dahl Andreasen og Gunnvá Zachariasen