hósdagur 8. desember 2016síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 9. DESEMBER 2016
SOSIALURIN 142
10
Alkoholisma
TEMA
DANJAL AV RANA
E
in dag í senn. Tað er lykilin
til, hvussu Michael Olsen
skjótt hevur verið edrúur
í 31 ár.
- Viðgerðin hjá mær eggjaði meg
at taka ein dag í senn. Og tað geri
eg enn, sigur hann.
Tað var á jólaborðhaldinum hjá
Klaksvíkar Timburhandli í 1985, at
Michael Olsen seinast datt útí.
- Eg hugsaði, at eg fái mær eina
øl, bara eina. Tað skuldi eg ongan
tíð gjørt. Og tó, tað var byrjanin til
nakað betri, sigur nú 76 ára gamli
klaksvíkingurin.
Eina ølin á jólaborðhaldinum
bleiv til fleiri, og hann byrjaði upp
á aftur eitt av sínum alt ov mongu
tørnum.
Michael Olsen var um 16 ára
gamal, tá hann byrjaði at drekka
og so líðani gjørdist tað greitt, at
hann var alkoholikari.
Brennivínið tók spakuliga vald
ið á lívinum. Ikki tað, at hann drakk
alla tíðina, men sum so mangur
annar drakk hann í tørnum. Hann
gekk edrúur leingi og røkti sítt
arbeiðið, men so kom tostin á hann,
og hann drakk í eini sjey til tíggju
dagar. Síðani lá hann í songini í
eina viku.
- Tað sigur seg sjálvt, at eg ikki
kundi røkja nakað starv á hendan
hátt. So eg varð ofta uppsagdur
og onkuntíð segði eg upp sjálvur,
greiðir Michael Olsen frá.
Hesa ferð í 1985 bar tó av. Toll
aksmessudag koyrdi Karsten Han
sen hann heim til konuna. Konan
tók ímóti honum í durunum.
- Tá fekk eg greið boð. Nú orkaði
hon ikki longur. Eg mátti taka
annað skinn um bak ella rýmdi
hon, sigur Michael Olsen.
Fyrsta ølin á jólaborðhaldinum
gjørdist samstundis fyrsta ølin í
endurreisnini. 4. januar fór hann
til Íslands til avvenjingar.
- Tað er besta avgerð, eg nak
rantíð havi tikið. Eg var í Íslandi
í 28 dagar og fekk eitt nýtt lív. Eg
var eitt annað menniskja, tá eg
kom aftur til Føroya. Tostin bleiv
burtur, eg veit satt at siga ikki hví,
men eg veit, at hann er horvin. Alt,
sum eg eri og havi í dag, er orsaka
av, at eg valdi at fara til Íslands,
sigur hann.
Hann greiðir frá, at tað var ógv
uliga ymiskt, hvussu fók hugsaðu
um tað at fara til Íslands, men fyri
mong var tað nakað, tey skamm
aðust um. Tá góða hjálpin hann
fekk, verður havt í huga, angrar
hann ikki eina løtu.
- Man má tora at taka stigið, um
tað er at fara til Íslands ella um
Velbastaðsháls. Nógv halda enn,
at tað er skomm, men sjálvur eri
eg framvegis stoltur um at hava
gjørt tað, sigur hann.
Michael Olsen dylir ikki fyri,
at drykkiskapurin var um at gera
enda á familjuni. Hann og konan,
Sólrun, høvdu tvey børn.
- Eg veit at tað var hart fyri
tey trý. Allir alkoholikarar halda,
at eingin veit av, at teir drekka,
men øll vita av tí. Tørnini tóku
hart upp á familjuna. Tað gera tey
altíð, eisini í dag. Tað eru nógvar
familjur, sum hava tað ræðuligt
um jólini, minnir hann á.
Afturkomin úr Íslandi slapp
Michael Olsen aftur til arbeiðis.
- Eg var eitt umbroytt menn
iskja. Eg kom aftur úr Íslandi glað
ur og fegin. Eg var so glaður um,
at eg hevði torað at tikið stigið at
fara til Íslands. Eg hevði altíð verið
øvundsjúkur inn á teir, sum vóru
edrúir. Eg vildi gjarna sjálvur, men
eg maktaði ongantíð. Tí var eg so
øvundsjúkur. Tað var ein óluk
sálig skomm at fara til Íslands, tá
eg var har. Men eg bleiv so glaður
fyri tíðina har, sigur hann.
Heimafturkomin broyttist ger
andisdagurin. Michael Olsen upp
livdi, at fólk fingu álit á honum
aftur.
- Fólk fóru at trúgva mær aftur.
Áðrenn var eg alkoholikari, men
heimafturkomin kundi eg fara
í bankan og fáa lán til at byrja
virksemi. Eg haldi, at ein orsøk er, at
fólk ynskja tær væl, tey ynskja, at
tú skalt reisa teg aftur. Eg gjørdist
eitt annað menniskja. Tá eg kom
aftur til Klaksvíkar úr Íslandi fór
eg og bað øll um umbering, sum eg
hevði á nakran hátt hevði svikið,
tey árini eg drakk. Eg rindaði eisini
aftur alt tað, eg skyldaði. Sært tú,
eg haldi ikki tað er nokk, bara at
seta proppin í, ein má eisini fáa
viðurskiftini við medmenniskju
síni í rættlag aftur, sigur hann.
Fekk 30 nýggj ár
- Eg eri so glaður í dag, eri ongan
tíð í ringum lag. Eg gleðist mest av
øllum um, at eg havi fingið familju
mína aftur. Eg havi givið konu míni
30 edrúilig ár í staðin fyri at liva í
hesum lortinum. Eg ivist ikki í, at
brennivínið hevði tikið lívið av
mær, sigur hann.
Afturkomin til Føroya lat Mic
hael Olsen upp grillstovu og síðani
matstovu og dansistað í Klaksvík.
Í 1988 fór hann at arbeiða á Heil
brigdi. Nakað seinni settist hann
í nevndini í Heilbrigdi. Hóast
hann ikki sjálvur fekk viðgerð á
Heilbrigdi, so hevur hann alt gott
at bera teimum.
- Tað er fantastiskt at síggja,
hvussu nógvar familjur hava fing
BRENNIVÍN ER
EIN DJEVILSK
- Eg havi givið konu míni 30 edrúilig ár í staðin fyri
at liva í hesum lortinum, sigur Michael Olsen