Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-12-08, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. desember 2016síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 9. DESEMBER 2016 SOSIALURIN 142 11 R URT ið hjálp gjøgnum Heilbrigdi øll hesi árini. AA-felagsskapurin eig­ur lívið í mær, og tað er Íslandi og Heil­ brigdi at takka, sigur hann. Michael Olsen fór beinanvegin at ganga á AA-fundum, tá hann kom til Føroya, men tað fánaði burtur eina tíð. Nú er hann tó byrj­aður aftur og heldur hann sjálvur, at AA-fundirnir hava ein týd­ningarmiklan leiklut í lívsleið hans­ara. - Eg gangi enn á AA-fundum og teir geva mær framvegis nógv. Eg haldi tað besta við hesum er, at man er opin um tað. Eg verið væl stuðlaður á fundunum, samstundis sum eg gleðist um, at eg við míni søgu kann hjálpa øðrum. Eg havi hoyrt onnur sagt, at um Michael klár­ar tað, so klári eg tað eisini, sig­ur Michael Olsen. Hann er tó greiður yvir, at hann enn má ansa sær fyri rúsandi løginum. - Eg eri ein alkoholikari. Eg veit, at um eg taki eina øl, so fer alt fyri bakka. Brennivín er ein djevilsk urt, og eg havi ongantíð tostað eft­ir tí síðani. Tí ansi eg mær eisini væl. Til dømis havi eg ongantíð upp­søkt teir, sum eg drakk saman við. Hin­ vegin, so er hurðin altíð opin fyri teim­um, um eg kann hjálpa á nak­ ran hátt, sigur hann. Michael Olsen royndi fleiri ferðir at gerast edrúur við hjálp av antabus, men tað eydnaðist hon­ um ikki. - Tað var torturur. Eg haldi, at tað krevur so sterkar tankar. Tá tú tekur Antabus, veitst tú, at tú mást ikki drekka í tríggjar dagar. Við­gerðin hjá mær eggjaði mær at taka ein dag í senn. Og tað geri eg enn. Væl hevur gingist við at taka ein dag í senn, tí í januar í ár skipaði Michael Olsen fyri stórari veitslu. Tá hevði hann verið edrúur í 30 ár. - Tey 30 árini byrja við at ein tekur ein dag í senn. Tað ljóðar ræðuligt at byrja við, men øll klára vit at taka ein dag í senn. Í dag eigi eg tvey hús, einans takka verið, at eg eri edrúur, at eg fór í viðgerð og at eg gangi á AA-fundum, sigur hann.