hósdagur 8. desember 2016síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 9. DESEMBER 2016
SOSIALURIN 142
12
Alkoholisma
TEMA
Høgtíðirnar vóru tær ringastu. Jólini eru jú ein tíð, har øll familjan skal
savnast og vera saman. Tað var okkara sjáldan, sigur Jórun Mørkøre
DANJAL AV RANA
J
onhard Larsen og Jórun
Mørkøre vóru 19 og 15 ár, tá
pápin, Michael Olsen, fór til
avvenjingar. Tað er ymiskt,
hvat tey minnast frá tíðini, áðrenn
pápin fór til Íslands, men bæði eru
tey samd um, at broytingin hevur
verið ómetaliga stór.
- Babba fekk eitt nýtt lív, ein
møguleika afturat, sigur Jonhard
Larsen.
Sum Michael Olsen sjálvur
greiðir frá aðrastaðni í blaðnum,
so drakk hann í tørnum, og tað
minnast børnini væl.
- Babba gekk ikki altíð skít.
Hann hevði turrar løtur og kundi
halda sær heilt leingi, onkuntíð
upp í eitt ár. Við árunum datt hann
kortini oftari og oftari út í, greiðir
Jonhard Larsen frá.
Høgtíðirnar vóru ringast
Jórun Mørkøre sigur, at tað var
tíverri fyrst og fremst um høgtíð
irnar, at tað gekk galið.
- Meg minnist ikki so nógv frá
tíðini áðrenn hann fór til Íslands,
men meg minnist, at vit ongantíð
høvdu eini hugnalig jól. Babba datt
í fløskuni og so var mamma einsa
møll við okkum, samstundis sum
hon bæði var kedd um og ill inn á
babba, sum gekk og hugnaði sær
á sín máta.
Hon sigur, at beiggi sín og hon
sótu og hugdu í sjónvarp, meðan
mamman skeldaði um, at tey ikki
hjálptu til.
- Hon var tí einsamøll um at
stákast og borðreiða jóladøgurð
an, uttan at vita, um babba kom
heim ella ikki. Onkuntíð var hann
har, men tað kom eisini meiri enn
so fyri, at hann ikki kom heim fyrr
enn eftir jóladøgurðan, sigur Jórun
Mørkøre.
Michael Olsen var lítið heima, tá
hann fekk drekkitørnini. Konan og
sonurin tóku frástøðu frá honum
hesa tíðina, men Jórun Mørkøre
sigur, at hon royndi at ganga hon
um til handa.
- Hann sendi meg at keypa øl
fyri seg og eg gjørdi, sum eg var
biðin. Eg helt, eg gjørdi honum eina
tænastu, tá hann lá hundasjúkur í
songini. Hann var altíð góður við
meg og gav mær gávur. Seinni havi
eg hugsað, at hann kanska keypti
kærleika mín, men soleiðis hugsar
ein ungur tannáringur ikki, sigur
hon.
Bjóðaði ikki vinum heim
Jonhard Larsen sigur, at drykki
skapurin hjá pápanum uttan iva
hevur ávirkað lív sítt, uttan at
hann hevur verið tilvitaður um tað.
- Eg hevði fáar vinir sum barn
og hevði sjáldan vinir heim við. Eg
haldi, at tað var óttin fyri at finna
babba fullan heima, sum gjørdi,
at eg ikki bjóðaði vinunum heim
til okkara. Eg hevði eisini ein sera
avmarkaðan vinabólk, sigur hann.
- Eg haldi ikki, at eg havi tikið
beinleiðis skaða av uppvøkstri
num, men rúsdrekkamisbrúkið
hjá pápa hevur ligið í bakgrund
ini. Meg minnist, at tá eg spældi
fótbólt, kom hann onkuntíð fullur
niðan á plenuna at rópa eftir mær.
Tað dámdi mær lítið, sigur Jonhard
Larsen.
Jórun Mørkøre heldur tó, at
nógvu tørnini hjá pápanum gjørdu,
at hann misti ein stóran part av
uppvøkstri teirra.
- Tað var jú serliga um høgtíð
irnar, at hann drakk og var burtur.
Jólini eru jú ein tíð, har øll familjan
skal savnast og vera saman. Tað
var okkara sjáldan, sigur hon.
Tá pápin hevði síni tørn, var
tað mamman, sum helt skansan
og bæði børnini eru samd um,
at hon gjørdi nógv fyri at verja
tey bæði. Samstundis vardi hon
eisini pápan. Heldur enn at hjálpa
honum at blíva edrúan, so lat hon
hann blíva við.
- Eg trúgvi, at hetta er ein
avbjóðing í nógvum familjum enn í
dag. Familjurnar hava lyndi at verja
misbrúkaran og fjala trupulleikan.
Tá kann hann tó ikki loysast, sigur
Jonhard Larsen.
Mamman gjørdi bart
Jonhard Larsen sigur, at hann
minnist væl, tá pápin fór til Íslands
eftir jól í 1985.
- Vit vóru so glað fyri tað.
Mamma hevði tá verið eitt skifti
við til Al-Anon samrøður, saman
BABBA VALDI
FAMILJUNA
FRAM UM
FLØSKUNA