hósdagur 8. desember 2016síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 9. DESEMBER 2016
SOSIALURIN 142
13
við øðrum kvinnum, hvørs menn
vóru alkoholikarar. Har høvdu tær
tosað nógv um, hvussu tær skuldi
takla støðuna. Mamma plagdi at
verja pápa, men nú valdi hon ein
annan stíl. Kvinnurnar í Al-Anon
lærdu hana, at nú var tíð at hugsa
um seg sjálva og seta fótin niður,
siga við mannin at nú var nokk,
greiðir Jonhard Larsen frá.
Tað gjørdi mamman so hesi jól
ini í 1985, tá pápin kom drukkin
heim Tollaksmessudag. Bæði Jon
hard Larsen og Jórun Mørkøre
minnast hendan dagin.
- Babba gjørdi altíð ov nógv av,
tá hann skuldi keypa gávur. Tá eg
var um 13 ára gomul, elskaði eg
bólkin ABBA. Tað árið keypti babba
mær allar grammofonpláturnar
hjá ABBA í gávur, sigur hann.
- Hesi jólini hevði hann verið úti
og keypt mammu eitt flott og dýrt
stell. Trupulleikin var bara, at tá
hann kom heim, var helvtin farin
í sor, tí hann var dottin so ofta á
vegnum, greiða tey bæði frá.
Tá setti konan fótin niður og
segði, at nokk var nokk. Hon orkaði
ikki longur og um hann ikki tók
annað skinn um bak, so rýmdi hon
við børnunum.
- Tá avgjørdi hann at velja fam
iljuna fram um fløskuna. Eg var
sera errin um, at hann valdi at fara
til Íslands, og tað riggaði jú sera
væl, sigur Jonhard Larsen.
Gavst at smakka sær á
Hann greiðir frá, at tað serliga var
fyrstu tíðina, eftir at pápin kom
aftur úr Íslandi, at hann royndi at
stuðla honum.
- Eg haldi, at tað er, tá alkohol
ikarin kemur aftur úr viðgerð, at
hann er mest sárbærur. Tí er tað
so týdningarmikið, at baklandið
stuðlar honum, meðan hann roynir
at fóta sær av nýggjum í sam
felagnum, sigur Jonhard Larsen.
- Eg valdi eisini sjálvur at gev
ast at smakka mær á, tá babba
fór til Íslands, og drakk ikki í eini
átta ár. Eg haldi, at hetta var ein
góð hjálp hjá babba og hann sá, at
vit ynsktu at stuðla sær. Vit vóru
eisini, serliga fyrstu tíðina, bangin
fyri, at hann fór at detta út í aftur,
greiðir Jonhard Larsen frá.
- Hann sigur tó sjálvur, at hann
ikki hevur tostað eftir brennivíni
ein dag síðani hann var í Íslandi.
Tað sigur mær, at hann ikki vil
aftur hagar, hann var, sigur Jon
hard Larsen og Jórun Mørkøre
tekur undir.
- Hóast hann hevur havt bæði
matstovu og dansistað við skeinki
loyvi, so hevur hann ikki smakkað
ein dropa hesi 31 árini. Hann vildi
ikki sjálvur hava skeinkiloyvi, men
føldi seg trýstan av øðrum til at fáa
sær, fyri at betra um útlitini hjá
matstovuni. Sjálvur hevur hann
tó hvørki smakkað ein dropa ella
skonkt nøkrum øðrum øll hesi
árini, sigur Jórun Mørkøre.
Sonurin minnist eisini væl dag
in, tá pápin datt út í fyri seinastu
ferð. Teir vóru báðir til jólaborð
hald hjá Klaksvíkar Timburhandli.
- Meg minnist, at eg hugsaði, at
í dag skal eg ikki fara at drekka, og
at eg fylgdi við, hvat babba gjørdi.
So sá eg, at hann tók eina øl og tá
visti eg, at nú var hann farin. Og ein
gjørdist til fleiri. Tíbetur var hetta
fyri seinastu ferð, minnist Jonhard
Larsen aftur á.
At veksa upp við einum pápa,
sum er alkoholikari, hevur tað lagt
nakran ótta niður í tey bæði um at
enda sum pápin?
- Ja, óttin at gerast alkoholikari
hevur ligið í mær leingi. Eg gavst jú
eisini at drekka eina tíð, men sjálvt
nú eri eg tilvitaður um, hvussu nógv
eg drekki, sigur Jonhard Larsen.
Jórun Mørkøre hevur ikki hugsað
so nógv um júst tað, men hon ivast
ikki í, hvat úrslitið hevði verið.
- Tað, sum eg geri, geri eg 100
prosent. So hevði eg fingið rús
drekkatrupulleikar, so hevði eisini
blivið 100 prosent alkoholikari. Eg
gavst tó ikki at drekka, tá babba fór
til Íslands. Tvørturímóti haldi eg, at
tað mundi vera um tað mundi, at
eg byrjaði at drekka. Hon royndi tó
at dylja tað fyri foreldrunum, men
sjálvandi vistu tey av tí, tað gera
tey altíð, sigur Jórun Mørkøre.
Eitt Guds undur
Jórun Mørkøre sigur, at lívsbroyt
ingin hjá pápanum hevur verið
fullkomin.
- Lívið, bæði hjá babba og hjá
okkum sum familja, broyttist
fullkomiliga, tá han fór til Íslands.
Tað er eitt Guds undur, at hann fór.
Eg haldi ikki, at vit børnini høvdu
verið har, vit eru í dag, um babba
ikki var farin. Ein familja, sum er
oyðiløgd av alkoholi, kemur ikki
víðari, sigur Jórun Mørkøre.
- Í dag skalt tú leita leingi fyri
at finna eitt meiri hjálpsomt
menniskja enn babba. Ringir tú um
eitt hvørt, so er hann beinanvegin
klárur at hjálpa. Tað sóu vit eisini
væl, tá mamma gjørdist sjúk og
flutti norður á Sambýlið. Tað var
ringt hjá babba at koyra hana norð
ur. Hon hevði altíð verið har fyri
hann, men nú, tá henni tørvaði
hann, kundi hann ikki vera har
fyri hana, føldi hann. Og tað haldi
eg neiv hann nógv, sigur Jórun
Mørkøre.
Jonhard Larsen sigur, at hann
á ongan hátt er beiskur inn á pápa
sín.
- Eg havi lært eina rúgvu av
honum, eisini hesum uppliving
unum, og eg síggi nógv av mær
sjálvum í honum. Eg trúgvi, at tað
er onkur balansa í gerandisdeg
num, sum er avskeplað, tá ein
gerst alkoholikari. Fløskan gerst
ein púta at detta aftur á. Nú er lívið
hjá babba í balansu, og hann hevur
nógvar aðrar pútur at detta aftur á,
so sum familju og abbabørn, sigur
Jonhard Larsen.