Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-12-08, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. desember 2016síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 FRÍGGJADAGUR 9. DESEMMBER 2016 SOSIALURIN 142 Alkoholisma TEMA DANJAL AV RANA - Sagt verður, at rús­drekka­mis­ nýtslan hjá einum persóni ávirk­ ar millum fýra til seks onnur fólk ordiliga nógv. Í Noregi er fyrsti spurningur, misnýtarin fær, tá hann ringir inn til viðgerðarstovn­ ar, um hann hevur børn. Orsøkin er, at misnýtslan í ógvuliga stóran mun eisini ávirkar lívsgóðskuna hjá teimum avvarðandi. Vit síggja eisini, at tað er ein stórur tørvur á familjuviðgerð her í Føroyum, sigur hann. Hann greiðir Vikuskiftis­sos­i­ alinum frá, hvussu familju­við­gerð­ in, sum Blákrossheimið á Nesi bjóð­ ar, fer fram. - Fyrst og fremst bjóða vit fam­ iljuviðgerð í skeiðum. Vit hava tvey familjuskeið um árið og hvørt skeið strekkir seg yvir fýra mánaðir. Vit hava pláss fyri 12 fólkum hvørja ferð, greiðir hann frá. Hann sigur, at á skeiðunum verða fólk býtt í tríggjar bólkar, eft­ir hvørji støðu, tey eru í. Ein bólkur er fyri foreldur at einum við rúsdrekkatrupulleika, ein fyri makar og ein fyri børn. - Tilboðið um familjuviðgerð er fyri øll avvarðandi hjá rús­drekka­ misnýtarum. Tað er sostatt ikki eitt krav, at misnýtarin sjálvur er í viðgerð her á Blákrossheiminum ella í viðgerð yvirhøvur, sigur hann. Skeiðið er skipað soleiðis, at umframt sosiala samveru, so er ein fyrilestur fyri øll, áðrenn tey fara í smærru bólkarnar at práta um fyrilesturin. - Í fyrilestrunum nerta vit við viðkomandi evni fyri tey av­ varðandi. Vit royna at seta fok­us á tey og ikki á mibrúkaran. Enda­málið er at hjálpa teimum av­varðandi víðari. Summi, sum koma á skeiðið, halda, at tey skulu læra meiri um hendan persónin sum, hevur tikið alt fokus higartil. Familju­skeiðið er tó meiri um familj­una, greiðir Leivur á Lakjuni frá. Hann sigur, at tey, sum koma til familjuviðgerð koma, tí tey ynskja eina broyting í sínum lívi. - Tað er eisini tað, sum vit royna at leggja dent á. At skapa broyting, at seta mørk, at byggja sjálvsvirði og sjálvsálit. At læra um, hvør ein sjálvur er, tí rúsmisbrúkarin hev­ur kravt so nógv av tíðini og lívi­num, at ein hevur lyndi til at gloyma seg sjálvan, sigur Leivur á Lakjuni. Hann heldur eisini tað er týði­ ligt, at fólk gera broytingar hesar fýra mánaðirnar. - Vit síggja fleiri dømi um, at fólk seta mørk fyri, hvat misnýtslan sleppur at ávirka í lívinum. Vit síggja, at fólk læra at hugsa um seg sjálvi, nakað, sum tey sum so ikki hava havt tíð til áður. Tey sum taka lut á skeiðunum siga, at tey eru serliga glað fyri samrøðurnar í bólkunum. Tað er ein uggi fyri tey at síggja, at tey ikki eru einsamøll og at onnur hava upplivað tað sama, sigur Leivur á Lakjuni. Hann sigur, at onkur, sum hevur verið í familjuviðgerð, saman ber støðuna við eitt ferðsluóhapp. Tá eitt ferðsluóhapp hendir og sjúkra­bilur kemur á staðið, er tað ikki einans bilførarin, ið verður koyrd­ur á sjúkrahúsið, men øll ferða­fólkini. Men tá tað kemur til rús­drekkamisnýtslu, hava vit lyndi til einans at hugsa um misnýtaran sjálv­an og hugsa ov lítið um tey av­ varðandi. - Tað tykist órættvíst, at so nógv orka verður løgd í misnýtaran, men eingin orka verður løgd í tey av­varðandi, siga luttakararnir, sambært Leivur á Lakjuni. - Ein orsøk, til at vit eisini bjóða familjuráðgeving er, at royndirnar vísa, at viðgerðin eydnast betri, um vit arbeiða við allari familjuni. Familjan sum heild fær eisini ein størri ágóða á hendan hátt, sigur Leivur á Lakjuni. Hann vísir á, at tað ein mis­ brúk­ari kemur í viðgerð, verður hann tikin úr eini skipan og sett­ur í nakrar fastar rammur á viðgerðarstovninum. Tá við­gerð­ artíðin er liðugt, verður hann tó settur út í somu skipan aftur. Tá er tað týdningarmikið, at tey av­ varðandi taka stig til at taka sær av viðkomandi - Makar og børn taka ofta øgiliga ábyrgd á seg fyri at dekka yvir tann, sum drekkur. Tey ringja til arb­eiðsgevaran at boða frá sjúku og so framvegis. Børnini sleppa ong­antíð veruliga at vera børn, tey mugu tíðliga læra seg at taka ábyrgd heima. Alt hetta er slíkt, sum má steðga, tá ein persónur kemur heim eftir viðgerð. Hetta er millum evnini, sum vit nerta við í fam­iljuviðgerðini, sigur Leivur á Lakjuni. Hann sigur, at tað er eingin ivi um, at tørvurin á slíkari ráðgeving er stórur í Føroyum. - Tað síggja vit á talinum á teim­um, sum koma inn her at biðja um ráð. Hóast vit eru í eini tíð, sum er meiri og meiri opin, so er hetta evnið framvegis merkt av einum tabu. Vit síggja eis­ini, at familjur gera sítt ítarsta fyri at dylja og verja, um onkur hev­ ur rúsdrekkatrupulleikar. Vit vildu tó ynskt, at fleiri vendu sær til við­gerðarstovnarnar at fáa familju­viðgerð, so tey betri kunnu hjálpa misbrúkaranum úr rús­ drekka­misnýtsluni, sigur Leivur á Lakjuni. TEY AVVARÐANDI VERÐA GLOYMD - Misnýtslan ávirkar í sera stóran mun lívs­góðskuna hjá teimum avvarðandi, sigur Leivur á Lakjuni, familjuviðgeri á Blákrossheiminum