hósdagur 8. desember 2016síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 9. DESEMBER 2016
SOSIALURIN 142
15
DANJAL AV RANA
1. desembur 1986 kom fyrsti sjúk
lingurin á Heilbrigdi. Síðani tá hava
umleið 4.300 innleggingar verið.
Talan er um eini 3.200 ymiskar
persónar. Árni Rein, stovnsleiðari
á Heilbrigdi, metir, at av teimum
ganga 2.000 edrúir í dag, meðan
aðriri 500 eru deyðir edrúir.
- Tað er ikki Heilbrigdi ella nak
ar annar viðgerðarstovnur, sum
ger nakran edrúan, men vit geva
alkoholikarunum nøkur amboð til
at gerast edrúir. Eg fái alla tíðina at
vita úr grannalondunum, at onga
staðni gerast so nógvir alkohol
ikarar edrúir sum í Føroyum. Sjálv
ur ivist eg ikki í, at orsøkin er tann
andaligheitin, sum er í Føroyum,
sigur Árni Rein.
Viðgerðin á Heilbrigdi er fyri
tað mesta tann sama í dag sum tá
fyrsti persónurin bleiv innlagdur
í 1986. Hon byggir upp á sonevndu
12-sporaðu viðgerðina. Kortini
hava royndir og betri førleikar
tillagað viðgerðina eitt vet. Týd
ningarmesta endamálið við
viðgerðini er, at læra sjúklingin at
broyta lívsháttin, og læra hann at
liva uttan bindandi evni.
- Grundarlagið undir
viðgerðini, og fyrsta
stigið, er, at vit játtað
okkara máttloysi
fyri øllum rúsandi
evnum.
Alko
holikarin
má
sjálvur skilja, at
hann hevur
ein trup
ulleika.
Tað nyttar ikki, at omma hansara
veit av tí, tí hon fær einki gjørt við
tað. Eg má sjálvur vita, at eg havi
ein trupulleika, og at eg má gera
nakað, greiðir Árni Rein frá.
Sjálv viðgerðin fer fram und
ir læknahond. Teir fyrstu 7-14
dagarnar verður misnýtarin av
eitraður undir serkønum eftirliti
av lækna og sjúkrasystir. Síðani
er ein eftirviðgerð í fimm vikur.
Tá skal misnýtarin læra at taka
ábyrd av sær sjálvum og mennast
í edrúskapi, fáa nýggj lívsvirði og
endurvinna andaliga, sálarliga og
ligamliga heilsu. Umframt viðgerð
fyri misnýtaran bjóðar Heilbrigdi
eisini familjuviðgerð til familjuna
hjá teimum, sum fáa viðgerð á
stovninum.
Ein av grundhugsanunum undir
viðgerðini er, at
misnýtslan
er
ein
sjúka.
- Tal
an
er
um eina
k r o n
i s k a ,
versn
andi og deyðiliga sjúku. Á Heil
brigdi geva vit fólki nøkur amboð,
so tey kunnu liva við hesi deyðiligu
sjúkuni og liva eitt gott lív, sigur
Árni Rein.
Av teimum 12 stigunum, eru tað
sjey, sum vísa til eitt hægri vald.
- Tey 12 stigini eru amboð hjá
alkoholikarunum at nýta, tá teir
koma av stovninum aftur. Tey
læra okkum at blíva erlig, hvussu
vit gera sjálvrannsakan, hvussu vit
deila hesa tungu byrðina við onnur
og at vera eyðmjúk. Hesi stigini eru
amboð til at hjálpa okkum at gera
broytingar, so at vit fáa eitt betri
lív, sigur Árni Rein.
- Sært tú, tað er ikki nokk, bara
at skrúva proppin á fløskuna og
so liva við óttanum, skommini og
angrinum. Vit mugu koma víðari.
Eg mátti sjálvur ásanna, at tað eru
nøkur ting, eg ikki megni at fáa upp
á pláss sjálvur. Tað var ikki fyrr enn
eg fór á knæ, at tað broyttist, sigur
Árni Rein. Sjálvur drakk hann illa í
25 ár, men hevur nú verið edrúur
sjálvur í 25 ár.
Hann sigur, at øll, sum koma út
á Velbastað koma, tí tey eru kroyst
til tað.
- Kostnaðurin av at drekka
er blivin ov stórur hjá teimum,
tey hava gjørt okkurt býtt. Nú
koma tey til okkara at fáa fatur
á lívinum aftur. Tey hava kanska
mist familjuna, eru vorðin fráskild,
børnini eru vorðin taparar á skúla
num. Tá koma tey til okkum, tí tey
ásanna, at her má broyting koma
í, sigur hann.
Eftir viðgerðina eru tað AA-
fundirnir sum eru avgerandi, held
ur Árni Rein.
- Eg vil siga, at teir telja 100
prosent. Tað eru teir, sum brúka
felagsskapin og ganga til fundirnar,
sum vera verandi edrúir. Tað eru
teir, sum sum fáa eitt gott lív og vit
síggja eisini, at hesar familjurnar
fáa tað betri. Her er tað, at teir
kunnu deila royndir sínar við onn
ur, sum skilja teir. Hinir, sum fella
frá fundunum, enda tíverri ofta
aftur á Heilbrigdi ella á Velbastað.
Tú mást hava okkurt at stuðla teg
til, sigur hann.
Fleiri kvinnuligir
alkoholikarar
Hann sigur, at fyri tað mesta eru
tað mannfólk, sum eru innlagdir
á Velbastað, men at talið av konu
fólkum er vaksandi.
- Í ár fer beleg
ningurin av konufólki at nærkast
20 prosentum og tað fer at koma
upp á 50 prosent við tíðini. Tað
veit eg.
Árni Rein ivast heldur ikki í,
hvør orsøkin er til, at at síggja til
fleiri kvinnur hava rúsdrekka
trupulleikar í dag.
- Tað er Rúsan, tað er eingin
diskusjón. Tað eru víndrekkarar
nir. Tað verða nógvir pappdunkar
seldir til heimagangandi mammur,
skal eg siga tær. Konufólkini eru
eisini nógv verri fyri, tá tey koma
til viðgerð enn mannfókini, sigur
hann.
Onkuntíð verður havt frammi,
hvussu nógv viðgerðarstovnar
nir kosta føroyska samfelagnum.
Heilbrigdi og Blákrossheimið fáa
beint undir seks milliónir krón
ur hvør á Fíggjarlógini. Árni Rein
heldur, at ein týdningarmiklari
spurningur er, hvussu nógv við
gerðarheimini spara tí almenna.
- Eg vil vera við, at vit gera eitt
rímiliga stórt uppruddingararb
eiði fyri samfelagið. Nógvir av
okkum, sum gerast edrúir, eru bara
inntøkur fyri samfelagið aftan á.
Ikki liggja vit á sjúkrahúsinum,
ikki enda vit í brummuni, men
gerast miðal hampa borgarar í
samfelagnum. Eg veit bara fyri
mína skyld, so havi eg rindað
viðgerðina fleiri ferðir
aftur, sigur hann.
ALKOHOLISMA ER
EIN DEYÐILIG SJÚKA
- Á Heilbrigdi geva vit fólki nøkur amboð, so tey kunnu liva við hesi deyðiligu
sjúkuni og liva eitt gott lív, sigur Árni Rein, stovnsleiðari á Heilbrigdi