Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-12-08, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. desember 2016síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 9. DESEMBER 2016 SOSIALURIN 142 18 HALLUR AV RANA J ólini eru meira enn nøkur onnur høgtíð tíðin hjá familjuni og eins kærum. Tá vit eru saman við teim­ um, ið vit hava nær at hjarta. Ein tíð har kærleikin verður settur í hásæti, meðan vit minnast ta størstu kærleiksgávuna, ið givin er mannaættini, tá Gud sendi son sín til jarðar fyri at frelsa alla mannaættini. Nógv verður gjørt burturúr hesi ársins tíð, og høgtíðin verður hátíðarhildin við samveru, gáv­um, góðum mati, sangum, ljósum, jóla­ evangeliinum, spølum og øðrum góðum. Longu fleiri vikur áðrenn jólaaftan, verða bygdir og býir prýddir við ljósum, granni, stjørnum, hjørtum og øðrum jólapynti, jólasangir eru at hoyra í útvarpinum og kirkjur, mentanar­hús og onnur skipa fyri ymiskum jólatiltøkum. Á fólkum hoyrist eisini tá jólini eru í nánd. Ætlanir verða lagdar og tá fólk møtast er ein vanligur spurningur hvar man fer at halda jól, hvørjum man er saman við o.s.fr. Í døgunum upp til jólaaftan fyllast heimini eisini so líðandi við útisetum, ið eru vend heim fyri at vera saman við teirra nærmastu á jólum. Av sonnum ein tíð, tá familjan er saman. Men skuggasíðan á jólum er, at tað sum fyllir so nógv hjá summum og er ein kelda til gleði, kann skjótt varpa ljós á manglarnar og pínuna hjá øðrum. Hjá teimum, ið ikki hava nógv um hendi, kunnu jólini gerast ein tung tíð, har stríðst verður fyri at fáa endarnar at røkka saman, so familjan kann fáa eini góð og minnilig jól. Tíbetur hevur tað seinnu árini verið varpað nógv ljós á trupulleikan við fátækadømi á jólum, so at tað í dag eru fleiri møguleikar fyri hjálp til teirra, ið hava tørv á tí hesa ársins tíð. Støðan er tó øðrvísi hjá teimum, ið onga familju ella annan hava at deila jóladagarnar við. Hjá teim­ um, ið sita einsamøll á jólum kann talan gerast um eina áhaldandi áminning um, at tey eru einsamøll. Tí meðan materalistiskir manglar kunnu loysast við fíggjarligari hjálp, so kann vinskapur og familja ikki keypast fyri pengar. Tíbetur eru tað tó nógv fólk, ið eru varug við hendan trupulleikan. Í nógv ár hevur Herbergið og KFUK í høvuðsstaðnum skipa fyri jólahaldi fyri tey, ið eru einsamøll á jólum, meðan tað síðstu árini eisini eru byrjað líknandi jólahald í Klaksvík og á Skálafjørðinum. Øðrvísi jólaaftan Á Skálafjørðinum varð fyri fyrstu ferð skipað fyri einum slíkum jólahaldið í fjør, tá Nicolina í Lág Jøkladal saman við manninum Álvur Jøkladal og sínum trimum børnum bjóðaðu fólkum at halda jól við sær í hølunum hjá Lívsins orð í Saltangará, um tey ikki høvdu nakran annan at vera hjá. Um tað mundi, tá flestu barna­ familju kring Føroya land settust við borði og gjørdu seg til reiðar at eta føroysku gásina ella dunnuna, áðrenn børnini fóru at dansa um jólatræið og lata gávur upp, settust Álvur og Nicolina Jøkladal við borðið í Lívsins Orð saman við børnunum og fýra øðrum fólkum, ið ynsktu at hátíðarhalda høgtíðina saman við teimum. – Vit høvdu eina hugnaliga løtu saman har vit borðreiddu við dunnu og øllum tí, ið hartil hoyrir. Síðan sungu vit ymiskar jólasangir saman, lótu upp gávur, skipaðu fyri eini spurnakapping, lurtaðu eftir jólaevangeliinum og fingu kaffi, rísalamang og annað gott omaná, greiðir Nicolina í Lág Jøkladal frá. Harumframt fingu tey eina ser­ liga vitjan hetta kvøldið, tá ovasta politiska umboðið í Runavíkar kommunu stakk inn á gólvið. – Borgarstjórin, ið tá var Magnus Rasmussen, kom inn á gólvið til okkara. Við sær hevði hann gávur frá kommununi, umframt eina søgu, ið hann læs upp fyri okkum. Tá hann var liðugur við søguna, sat hann eina góða løtu og tosaði við okkum øll. Vit eru takksom fyri, at hann tók sær tíðir til at koma á vitjan, greiðir Nicolina í Lag Jøkla­ dal frá. Umframt vitjanina hjá borgar­ stjóranum, so stukku onnur fólk eisini inn á gólvið, heilsaðu uppá tey, ið vóru har, og framførdu nakrar jólasangir. Sjálvt jólahaldið byrjaði klokkan seks og vardi í nakrar tímar. – Klokkan tíggju vóru fólk troytt, so tá byrjaðu tey at fara heim. Tá høvdu vit havt eitt hugna­ ligt og fjølbroytt kvøld saman, sigur Nicolina í Lag Jøkladal. Neyðugt við einum almennum tilboði Føroyingar hava orð á sær at vera sera hjálpsamir, og altíð stuðla, tá onkur hevur brúk fyri hjálp. Fleiri føroyskir felagsskapir og einstaklingar eru, ið hjálpa teimum, ið eru í fíggjarliga trongum korum á jólum, og eru tað eisini fleiri, ið bjóða fólkum heim til sín jólaaftan, ið tey vita eru einsamøll. Nicolina og Álvur Jøkladal mettu tó, at tað var tørvur á einum almennum tilboði í Runavíkar kommunu. – Føroyingar eru ótrúliga raskir at bjóða hvørjum øðrum heim til sín og vera góð við hvønn annan. Tað verður eisini gjørt uttan, at vit rópa hart um tað. Men vit sóu, at slík almenn tiltøk vóru í Havnini og Klaksvík, men einki var í Runavík kommunu, greiðir Nikolina í Lag Jøkladal frá og leggur afturat. – Vit halda kanska mangan, at øll hava onkran at fara til á jólum, og at vit vita hvørji eru einlig. Men fólkatalið í Runavík og Eysturoynni er vaksið nógv síðstu árini, so fólk kunnu detta niðurímillum. So vit avgjørdu at royna og vita, um tørvur var á ein­ um almennum tiltaki her á leiðum, greiðir Nikolina í Lag Jøkladal frá. Sostatt lýstu hjúnið í føroyskum miðlunum, at tey skipaðu fyri einum jólahaldi í Lívsins Orð og at øll í Eysturoynni vórðu vælkomin. – Tað besta hevði verið, um tørv­ urin slett ikki var til staðar, at øll høvdu onkran at halda jól við, men vit ásannaðu skjótt, at tað var hann. Fleiri skrivaðu til okkara, tó at nøkur ivað­ust í at koma, men jóla­aftan vóru vit so familjan pluss fýra fólk aftrat. Av teimum fýra, vóru tað nøkur, ið vit slett ikki kendu frammanundan, greiðir Nicolina í Lag Jøkladal frá og vísir á, at tað kunnu vera so nógvar or­søkir til, at fólk eru einsamøll á jólum. – Tað kann vera at maðurin siglir úti, børnini koma ikki heim ella at sjúka forðar einum at fara aðrastaðni. Orsøkirnar kunnu vera so nógvar fyri, at man situr einsa­ mallur á jólum, sigur Nikolina í Lág Jøkladal. NICOLINA OG ÁLVUR HALDA JÓLAAFTAN VIÐ TEIMUM EINLIGU – Tá hugsi eg mangan, at tey, ið ikki hava nakran at halda jól við, mugu føla seg uppaftur meira einsamøll. Tað verður so øgiliga nógv trýst lagt á 24. desember, og hvat man ger tann dagin. Sjálvandi skulu vit øll hava tað hugnaligt, men tað kann vera hart fyri summi at hoyra spurningin. Tað sigur Nicolina í Lág Jøkladal, ið saman við manninum Álvur Jøkladal, skipar fyri almennum jólahaldi fyri fólk, ið eru einsamøll jólaaftan SAMRØÐA Aftur í ár fara hjúnini Nicolina á Lág Jøkladal og Álvur Jøkladal at skipa fyri einum jólahaldið 24. desember í Lívsins Orð í Saltangará, ið er serliga ætlað teimum, ið eru einsamøll ella kenna seg einsamøll á jólum. – Tað er gott pláss í hølunum, og tí skal eingin halda seg aftur. Vit hava sagt, at fólk kunnu lata okkum hoyra á tlf. 270257/  739332 í seinasta lagi mikudagin 21. desember.   Nicolina í Lág Jøkladal sigur, at fólk úr allari Eysturoynni eru vælkomin at seta seg í samband við tey. FRÍGGJADAGUR 9. DESEMBER 2016 SOSIALURIN 142