hósdagur 8. desember 2016síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 9. DESEMBER 2016
SOSIALURIN 142
19
At føroyingar eru óvanligir
raskir at hjálpa, tá tørvur er á tí,
ásannaði Nicolina í Lág Jøkladal
eisini, tá tað frættist í fjør, at tey
høvdu tikið stig til eitt alment
jólahald fyri fólkum, ið eru einsa
møll á jólum.
– Fólk byrjaðu at ringja og skriva
til okkum eftir, at hetta hevði verið
frammi í miðlunum. Tey góvu
pengar, bjóðaðu seg at baka, góvu
okkum dunnur og annan mat.
Tað var virkuliga serligt at síggja
allar tær hjálpandi hendurnar. So
hetta er ikki nakað, ið vit bæði eru
einsamøll um, men eitt tiltak, ið
nógv fólk standa saman um, sigur
Nicolina í Lág Jøkladal.
Gamal dreymur
At skipa fyri einum tiltaki jóla
aftan har øll eru vælkomin er ein
gamal dreymur hjá Nikolinu í Lag
Jøkladal. Ein dreymur, ið birtist í
henni, tá hon var einsamøll á jólum
í Reykjavík fyri nógvum árum
síðan.
Heldur enn at sita einsamøll
heima, so avgjørdi hon at royna
nakað heilt øðrvísi, og leitaði sær tí
oman í býin har Frelsunarherurin
skipaði fyri einum jólahaldi fyri
teimum, ið vóru einsamøll á jólum.
– Tað eru besti jólini, ið eg
nakrantíð havi havt í mínum lívi,
sigur Nicolina á Lag Jøkladal
avgjørd, og greiðir víðari frá
upplivingini.
– Har var ein rúgva av fólkum, ið
vóru komin til jólahaldið. Eg hjálpti
við at gera mat, dekka borð og var
so bara saman við fólkunum. Vit
dansaðu, vit sungu og vit hugnaðu
okkum saman. Hóast vit øll fingu
eina gávu, eitt handklæði ella sápu,
so vóru tað ikki gávurnar, ið tað
handlaði um, men samveran við
onnur menniskjur. Hetta hóast tú
ikki kendi tey, greiðir Nicolina á
Lag Jøkladal frá.
Upplivingin var so mikið sterk
hjá tí tá tjúgu ára gomul Nicolinu
á Lag Jøkladal, at hon hevur borið
hana við sær líka síðan. Hon fekk
nevniliga eitt heilt annað per
spektiv upp á jólini.
– Jólini í Reykjavík undirstrik
aðu, at tað er betri at geva enn at
fáa. Tað var nakað serligt at sita
har við fremmandum fólkum og
snakka í fleiri tímar, heldur enn at
renna heim til mínar tjúgu pakkar
undir jólatrænum, sigur Nicolina í
Lag Jøkladal.
Upplivingin í Reykjavík stendur
í hugaheiminum hjá Nicolinu í Lag
Jøkladal í andsøgn við jólini, ið
handilsvinnan situr tungt á.
– Tað er ein vandi fyri, at jólini
kunnu gerast ov materalistisk og
sjálvsøkin. Desember mánaði kann
vera strævin at koma gjøgnum hjá
summum. Sjálv ynski eg heldur at
koma til kjarnuna í jólum, ið er
menniskja. Tí verða vit so nógv
glaðari at keypa gávur til hvønn
annan, um vit ikki brúka tíð saman,
spyr Nicolina í Lag Jøkladal.
Nicolina í Lag Jøkladal leggur tó
dent á, at tað ikki eru gávurnar, ið er
trupulleikin, men vandin at gávur
verður tað, ið alt snýr seg um.
– At geva og fáa gávur er ein
deilig siðvenja, sum vit avgjørt
kunnu halda fast við. Tað er jú júst
tað, ið eyðkennir Guds hjartalag:
”Tí so elskaði Gud heimin, at Hann
gav Son Sín,” sigur Nicolina í Lag
Jøkladal á endurgevur byrjanina
til kenda versið í Jóhannes 3, 16 og
heldur fram.
– Tað liggur eisini í okkum øll
um, at vilja gleða hvønn annan
við gávum og øðrum. Tí verða
gávur sjálvandi eisini ein partur
av okkara jólahaldi.
Meira einsamøll í desember
Jólini fylla nógv hjá flest øllum
føroyingum, og stórur partur av
desember mánaði fer við at keypa
gávur, senda jólakort, fyrireika
jólaaftansmáltíðina og ymiskt
annað. Av tí sama fylla jólini eisini
nógv í huganum hjá fólkum, og
eru spurningar um hvar og hvussu
man fer at halda jól eitt vanligt
samtaluevni tá fólk hittast.
– Tá hugsi eg mangan, at tey,
ið ikki hava nakran at halda jól
við, mugu føla seg uppaftur meira
einsamøll. Tað verður so øgiliga
nógv trýst lagt á 24. desember, og
hvat man ger tann dagin. Sjálvandi
skulu vit øll hava tað hugnaligt,
men tað kann vera hart fyri summi
at fáa handan spurningin, sigur
Nicolina í Lág Jøkladal.
Tað er eisini orsøkin til, at hon
og maðurin hava tikið stig til at
bjóða fólkum, ið ynskja at vera
saman við øðrum, at samlast við
teimum jólaaftan.
– Tað er ein løta har vit taka
tað róligt og hugna okkum saman.
Tað er jú kjarnan í jólum, nevniliga
menniskja og samfelag. Í rokanum
at keypa gávur og annað kann
man gloyma, at tað handlar um at
vera góð við hvønn annan, sigur
Nicolina í Lág Jøkladal, og leggur
afturat.
– Besta gávan fyri meg eru
menniskjuni rundanum meg.
Sjálvandi er tað gott at fáa gávur,
men veruliga gávan er lívið og tey
tú deilir tað við. Øll kennast ikki,
ið koma saman eitt slíkt kvøld,
men man lærir hvønn annan at
kenna og hevur tað hugnaligt og
gott saman.
Gleða seg til í ár
Eitt ár eftir, at hjúnini tóku stig til
at skipa fyri fyrsta almenna jóla
haldinum í Runavíkar kommunu
eru tey sannførd um, at tørvur er
á jólahaldinum. Tí tørvaði teimum
heldur ikki at hugsa seg leingi um
áðrenn tey tóku avgerðina at skipa
fyri einum nýggju jólahaldi í ár.
– Tá man byrjar slíkt krevur
tað, at man heldur á. Tað tekur tíð
at byggja slíkt upp. Vit meta sjálvi,
at tørvur er á hesum jólahaldinum,
og at tað bara er gott, at tað finst
eitt tilboð til fólk, ið eru einsamøll á
jólum, sigur Nicolina í Lag Jøkladal
og leggur afturat.
– Tað hevði verið deiligt, um
vit vóru fleiri um tað, so kundi
man býtt um vit eitt annað par,
men enn eru tað bara vit. Men tá
man brennur fyri tí, so er tað púra
natúrligt at gera hetta. Man hugsar
ikki um tað, tí soleiðis eigur tað
bara at vera. So vit vóna, at onkur
fær gleði av jólahaldinum í ár, og
at vit fáa eitt gott og hugnaligt
kvøld saman, sigur Nicolina í Lág
Jøkladal.
HALLUR@SOSIALURIN.FO
Tað besta
hevði verið,
um tørvurin
slett ikki var
til staðar,
at øll høvdu
onkran at
halda jól
við, men vit
ásannaðu
skjótt, at tað
var hann