hósdagur 8. desember 2016síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 9. DESEMBER 2016
SOSIALURIN 142
20
Matgerð
TJÓÐHILD PATURSSON
‘Um ikki annað er eitt ruddiligt
hús INNI í mínum óruddiliga húsi’
segði eg við Barbaru Holm, tá ið hon
ringdi fyri at kanna hvussu gekk
við greinini. Tá ið vit løgdu á, tók eg
meg saman og ruddaði eitt sindur.
Tað skuldi ikki so nógv til. Nú sá
heilt hampuligt út. Piparkøkuhúsið
kom heilt víst betur til sín rætt inni
í einum ruddiligum húsi. Nú mátti
eg skunda mær at fáa (piparkøku)
húsið liðugt, áðrenn eg skuldi til
Havnar. Eg rørdi mær flormelis
glasur og fór at pynta húsið við
bommum og flormelis-‘kava’.
Liðug. Taka nakrar skjótar myndir.
Pakka mær taskuna og síðani spela
oman á Ternuna. Eg náddi tað
okkurát. Somuleiðis teir 8 fýrarnir
frá Norðsetri, sum, júst sum eg,
høvdu brúkt dagin uppá at seta eitt
hús saman – eg mítt piparkøkuhús
– og teir nýggjasta húsið í Nólsoy.
Til lukku við húsinum!
Skabilónin til mítt piparkøkuhús
er aðrastaðni í blaðnum. Tú/tit
kunnu klippa tað úr og líma tað
á okkurt harðari pappír. So leggja
tit tað oman á útrullaða deiggið
og skera rundanum. Í ár eru
vindeyguni í mínum húsi hjørtu,
flestu ár hava tað verið vanlig
fýrakantað vindeygu. Tit kunnu
brúka eina hjartaskabilón sum
eg, ella finna uppá tykkara egnu
vindeygu.
Men tað ber eisini til at sniðgeva
sítt heilt egna piparkøkuhús. Eitt
tjúkt pappír, ein blýant, ein saks og
eitt sindur av hugflogi – tað er alt
ið skal til!
Piparkøkuhús deiggj
– Hetta er sama deiggið sum eg
brúki til piparnøtir. So leypur
av (og tað ger tað! Tú klárar at
gera húsið við helvtini av hesum
deigginum), ber altíð til at rulla
nakrar piparnøtur aftaná - ella
ímeðan. So hevur tú okkurt at eta
meðan tú pyntar piparkøkuhúsið.
1 pk av smøri (rúmhitað)
500 gr av sukuri
Rør sukur og smør væl saman, síð
ani rørir tú restina av tilfarinum í
(alt uttan mjølið):
1 pk av róma
1-2 tsk av pipari
4 tsk av kaneli
4 tsk av kardamummu
2 spsk av kakopulvuri
2 spsk av bakipulvuri
Umleið 1 kg av hveitimjølið
Tá ið alt er rørt væl saman, letur tú
spakuliga eitt sindur av hveitimjøli
í. Mjøl er ymiskt, so tað ber ikki til
at siga júst hvussu nógv mjøl skal
í. Koyr mjøl í til deiggið hongur
saman - hetta plagar at vera á leið
1 kg av mjøli.
Set í kuldaskápið og lat standa
minst eina nátt - deiggið verður
fastari tá, og lættari at arbeiða við.
Bjóða nøkrum fittum nissum at
hjálpa tær. Rulla eitt petti av deiggi
út - syrg fyri at hava nokk av mjøli
á borðinum (ella á gólvnum, um
tað er har tit rulla). Deiggið skal
rullast út til tað er 3-4 mm - altso
ikki ALT ov tunt, tí so brotnar tað
ov lættliga. Legg skabilónirnar á,
og sker út. Baka á 200 hitastigum
í á leið 5-8 minuttir. Ansa væl eftir
at tær ikki brennast.
Savna húsið og pynta tað
Tað fer til at brúka flormelisglasur
at seta húsið saman við, og tað er
ivaleyst best, um børn hjálpa tær
at seta húsið saman. Men hevur
tú møguleikan, so vil eg ráða til at
brúka smeltað sukur ístaðin. Tað
er ógvuliga heitt, og vandi er fyri
at brenna seg illa. So ver varin, og
savna møguliga húsið um kvøldið
meðan (møguligu) børnini sova, so
kunnu tey hjálpa til við at pynta
húsið morgunin eftir. OBS. Tað ber
altso væl til og er fult lov at gera
piparkøkuhús uttan børn! :)
Rør flormelis – tjúkt, ella
smelta sukur á eini pannu. Dyppa
endan á húsavegginum niðurí,
og trýst hann síðani saman við
rætta mótpartinum. Tú mást
halda stykkjunum saman í eina
løtu meðan tey torna. Brúkar tú
smeltað sukur, so gongur skjótt,
nokk er at bíða í 5-10 sekund.
Brúkar tú flormelis-glasur, so mást
tú bíða væl longur.
Pynt:
Eg plagi at brúka flormelisglasur
og bomm at pynta húsið við –
minnst til at keypa eyka bomm, tí
nøkur hvørva ímeðan tú pyntar.
Í ár brúkti eg eisini eitt sindur av
lidnum glasuri – litaðum glasuri
ið verður keyptur í tubum (eg
lánti frá mammu, ið hevði keypt
í Keypsamtøkuni). Eg brúki flor
melisglasurin at klistra bommini
føst. Googla: gingerbread house, so
fært tú eina rúgvu av hugskotum!
PIPARKØKUH
Prei
Setur tú eitt fýrfatljós inn í
piparkøkuhúsið, so hitnar tað
eitt sindur og lukturin av
jólakryddi breiðir seg.