hósdagur 8. desember 2016síða 22
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 9. DESEMBER 2016
SOSIALURIN 142
22
ÁRNI GREGERSEN
K
ringvarp Føroya eigur í
nógv størri mun at bera
tíðindi úr øll landinum
og stovnurin eigur at
hava tvær tíðindaredaktiónir.
Tað løgdu fleiri av framsøgu
fólkunum stóran dent á, tá ið
Løgtingið í gjár viðgjørdi nýggj
public service sáttmálan mill
um Kringvarp Føroya og menta
málaráðið.
Public Service sáttmálin fekk
ikki so stóra umrøðu, men tað
fekk Kringvarp Føroya. Framsøgu
fólkini tosaðu um Kringvarpið og
tær sendingar, sum Kringvarpið
sendir.
Jógvan á Lakjuni, framsøgu
maður fyri Fólkaflokkin, var ein
teirra, sum legði upp til, at tíðinda
redaktiónirnar verða slitnar
sundur aftur, so talan verður um
eina fyri útvarp og eina fyri sjón
varp.
Jógvan á Lakjuni var sjálvur
landsstýrismaður við menta
málum, tá ið Útvarp Føroya og
Sjónvarp Føroya vóru løgd saman
í ein stovn í 2006.
– Hetta var helst gjørt av
fíggjarligum áðum, men eg má
viðganga, at eg síðani mangan
havi spurt meg sjálvan um hetta
var rætt at gera, segði Jógvan á
Lakjuni.
– Og serliga tað, at lógin ikki var
fylgd, sum segði, at talan skuldi
vera um tvær tíðindaredaktiónir.
Eg haldi heilt klárt, at vit skulu
endurskoða kringvarpslógina
og mín meining er, at vit skulu
tryggja, at tvær redaktiónir eru,
sum viðgera tíðindini. Og tær skulu
onki hava hvør við aðra at gera,
segði Jógvan á Lakjuni.
Út á bygd
Eini onnur viðurskifti, sum semja
tykist vera um, eigur at broytast er,
at Kringvapið skal bera tíðindi úr
øllum landinum.
Tingfólk halda ikki, at tað er
nóg gott, at tíðindi bert kom av
og á av bygd, og heldur ikki er
tað nóg gott, hava kringvarpsfólk
verið uttanfyri Havnina, at vit so
fáa søgur úr hesum støðum fleri
dagar í trekk.
– Eg veit ikki hvussu hetta skal
skipast, men kanska ber til at at
hava redaktiónir kring landið
ellla heimildarfólk, segði Jónleif
Johannesen, frramsøgumaður
Javnaðarfloksins.
Onkur annar vísti á, at skulu
fólk gera viðmerkingar til ymiskt
sum hendir, so eru tað altíð fólk
úr Havn, sum verða kallað inn í
Kringvarpið.
Almennir pengar
Fleiri tingfólk vóru eisini inni á, at
teir pengar sum kringvarpið fær,
eru pengar frá øllum føroyingum
og tí eiga eisini allir føroyingar lut
í tí sum Kringvarpið ger.
– Hetta eru fólksins pengar, so
øll mugu kenna, at tey fáa okkurt
afturfyri teir pengar, sum vit øll
gjalda til kringvarpið, segði Bjørn
Kalsø.
Bjørn Kalsø, sum eisini hevur
sitið sum landsstýrismaður við
mentamálum, segði eisini, at hann
heldur at tað er rættast, at tíðinda
redaktiónirnar aftur verða skyldar
sundur, soleiðis, at tær eru heilt
sjálvstøðugar.
Óluva Klettskarð, framsøgu
kvinna fyri tjóðveldi, helt at grund
leggjandi er Kringvarpið eitt gott
varp, men hon helt á tá ið hugt
verður eftir tíðindunum, so eru
tey helst eftirbátur í menningini.
Hon fanst eisini at málinum
í kringvarpinum og mælti til,
at starvsfólk har fáa ment tirra
málsligu førleikar.
Grundleggjandi hildu foleri
framsøgufólk, at sáttmálin, sum var
til umrøðu, er fyltur við ómetaliga
mongum sjálvfylgilighjeitum.
Tey saknaðu, at meira stendur í
sáttmálanum um, hvussu kring
varpið skal raðfesta ymisku máls
økini.
Í Løgtinginum var semja millum nógv tingfólk um, at Kringvarpið eigur at
bera tíðindi úr øllum landinum – og ikki bara brúka serfrøðingar úr Havn
KRINGVARPIÐ EIGUR AT
KOMA KRING ALT LANDIÐ
POLITIKKUR
Jónleif Johannesen, Javnaðarflokkurin, helt, at KvF eigur at koma meir
kring landið og ber tíðindi úr øllum herðasthornum.