Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-12-08, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. desember 2016síða 23

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 9. DESEMBER 2016 SOSIALURIN 142 23 ÁRNI GREGERSEN Tað er onki dulsmál, at Miðflokkurin leingi hevur sagt, at hann ikki heldur at tað er rætt, at allir borgarar skulu gjalda fyri KvF sjálvt um tey ikki brúka stovnin. Hetta endaði Jenis av Rana eisini sína framsøgurøðu við at siga, tá ið Løgtingið í gjár hevði orðaskifti um nýggja public service sáttmálan mill­ um Kringvarpið og menta­ málaráðið. Framsøgumaðurin fyri Mið­flokkin var eisini hvass­ orðaður um, hvussu lítið óheft Kringvarpið er. Hann vísti til eina útvarpstíðindasending frá 23.august í fjør, stutt undan løgtingsvalinum. Hann fanst at, at tvær søgur í júst hesi tíðindasending viðgjørdu part av valinum, men at tað tær ikki høvdu neyðugu javnvágina. – Ikki tí at tað gekk útyvir meg sjálvan, men tað var so uttanfyri nakra javnvág at ein má øtast, segði Jenis av Rana. Samstundis vísti hann á, at unga kvinnan sum læs var 20 ára gomul og tann, sum var nevnd sum redaktørur var 21 ár. – Og hetta sigi eg ikki fyri at finnast at ungu kvinnurnar. Hvørgin teirra hevði útbúgving, men kortini stýrdu tær einari tíðindasending 10 dagar undan valinum. Tað vísir, at leiðslan heldur ikki tekur sendingarnar í álvara, segði Jenis av Rana. Trump og Clinton Jenis av Rana tosaði eisini eitt sindur um amerikanska forsetavalið. Hann vísti á, at KvF ynskti, at Hillary Clinton varnn valið, men tað vísti seg, at hetta hendi ikki. – So var gjørd ein heil sending um, hví hetta hendi. Serfrøðignar vóru kallaðir inn allastaðni frá, so tey kundu forklára, hví Clinton ikki vann. Nei, KvF er ikki øðrvísi enn aðrir miðlar, segði hann. Miðflokkurin heldur, at ein stórur partur av tí, sum stendur í uppskotinum til public service sáttmála væl og virðiliga kann leggjast út til aðrar miðlar at røkja. Lat fólk gjalda fyri tað, tey vilja hava Jenis av Rana, Miðflokkurin, heldur, at fólk eiga at gjalda fyri tað, sum tey vilja hava og ikki noyðast at gjalda fyri KvF Bert álit frá sam­ gonguni um fíggjar­ lógina fyri 2017 Andstøðan kennir seg hildna uttanfyri viðgerðina av fíggjarlógini fyri næsta ár ÁRNI GREGERSEN M ánadagin er ætlanin, at fíggjarnevndin leggur álit fram um fíggjarlógina fyri 2017. Men hetta er ikki eitt felags álit, sum øll fíggjarnevndin fer at leggja fram. Hetta er álitið hjá samgongulimunum í fíggjar­ nevndini. Andstøðulimirnir í fíggjar­ nevndini kenna seg í stóran mun hildnar uttanfyri alla viðgerð og tí fer teirra álit fyrst og fremst at snúgva seg um, hvussu Løg­ tingið vanliga hevur arbeitt við fíggjarlógini og hvussu stórur partur tað er av fólkaræðinum. Fíggjarlógin fekk 1.viðgerð í Løgtinginum og so var málið, sum vanligt er, beint í fíggjarnevndina. Men tað er ongin loyna, at so at siga onki samstarv er millum samgongu og andstøðu í tinginum. Hetta kom eisini beinanvegin til sjóndar, tá ið fíggjarlógaruppskotið skuldi viðgerast í fíggjarnevndini. Andstøðan heldur fast við, at hon als ikki hevur verið við til nakra viðgerð. Samgongu­ting­ limirnir hava havt fund við lands­ stýrisfólkini uttan at andstøðan hevur verið við. -Ja, sum tað sær út nú, so leggja vit álitið fram mánadagin, sigur Ruth Vang, forkvinna í fíggjarnevndini. – Og ja – tað er rætt. Tað er eitt álit, sum samgongulimiirnir í nevndini hava gjørt saman og so kemur andstøðan við sínum, leggur hon afturat. Andstøðulimirnir siga, at teir hava ikki skrivað nakað enn, men at teirra álit fer at snúgva seg um politiskar mannagongdir í tinginum og um fólkaræði, sum heild. Jenis av Rana og Miðflokkurin heldur, at fólk skulu gjalda fyri tað, sumt ey vilja síggja og hoyra. Jógvan á Lakjuni, Fólkaflokkurin, ivast í dag í, um tað var tætt at leggja útvarp og sjónvarp saman Ruth Vang, Framsókn, er forkvinna í fíggjarnevndini. Hon sigur, at ætlanin er at leggja álitið fram mánadagin