Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-12-08, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. desember 2016síða 25

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 9. DESEMBER 2016 SOSIALURIN 142 25 TROTABÚGV Við avgerð tann 6. des em­ ber 2016, er P/F Faroe Maritime Technic (Binavne: Faroe Maritime Technic Ltd., FMT Ltd., fmt.fo), Skálabeiti 8, 900 Vágur, skrás.nr. 5221, sks.nr. 3­106/2016, komið undir trotabúarviðgerð eftir áheitan, ið er móttikin í skiftirættinum tann 1. desember 2016. Sum fyribils bústjóri er settur advokatur Niels Winther Poulsen, Advokatskrivstovan, Frúutrøð 4, 100 Tórshavn, j. nr. 20160938. Tað verður innkallað til skiftifund til val av bústjórn á skrivstovuni hjá skiftirættinum, C. Pløyensgøta 1, Tórshavn, hósdagin tann 22. desember 2016, kl. 09.30. FØROYA SKIFTIRÆTTUR, tann 6. desember 2016. TROTABÚGV Í trotabúnum Sp/f Reklamuhúsið, við Ánna 70, 512 Norðragøta, skrás. nr. 5539, sks.nr. 3-101 /2016, verður einhvør, ið hevur krøv biðin um, skrivliga at venda sær til bústjóra, advokat Birita S. Samuelsen, SÓKN Advokatar, J.H. Schrøt- ersgøta 7, Postsmoga 258, 110 Tórshavn, j.nr. 10100, innan 4 vikur eftir at hetta er kunngjørt, og boða frá hesum krøvum, uppgjørd við møguligum rentum á trotadegnum tann 10. november 2016. Skjalprógvan fyri krøv- unum og makaskjal av fráboðanini skulu sendast við. Tað verður innkallað til skiftifund fríggjadagin tann 3. februar 2017, kl. 09.30, í skiftirættunum, C. Pløyensgøta 1, Tórshavn, at royna fráboðaði krøv og møgulig onnur krøv. Ein listi við krøvunum og við tilmælum bústjórans og fráboðanum liggja til eftirskoðan í skiftirætti- num 2 vikur innan skifti- fundin. Á fundinum kann búgvið verða endað sambært § 143, stk. 1, í konkurslógini. FØROYA SKIFTIRÆTTUR, tann 5. december 2016. LÝSINGARTORGIÐ Arbeiði Vit átaka okkum alt timburarbeiði stórt sum smátt, til ein sámuligan kostna verður gjørt í Tórshavn Kommunu. Hans Bech Húsasmiðjur Mail hansbech@kallnet. fo - Tlf 00298 212561 Bátar og bátaútgerð Bátamotorur til sølu Sleipner bátamotorur til sølu, árg 62. 4 hestar. Ring og hoyr nærri á tlf 456907 Býli í Føroyum íbúð í Tórshavn til leigu Stova, køkur og 2. kømur. Til einlig, ikki roykjarar og eingi djór. ring. 218473 Dansur Trettandakvøldstiltakid í Skálavík Verdur 14 Jan.2017. Nærri kunning kemur seinni. Dansifeløgini í Sandoy Fundir Ársaðalfundur er útsettur til hóskvøldið 15 des kl 20 í Bygdahúsinim - Strálan Innbúgv Til sølu Ein sovi briks, ein divan (sofa). Bíliga til sølu. Tlf 287671 Samband Samband Einki maður 60 + ynskir samband við kvinnu í hóskandi aldri, havi egin hús (í havn) og sunnan økonomi, um hettar hevur tín áhuga so send nøkur orð, og vit kunnu fáa eitt hugna prát. (100 % tagnarskilda. Skriva til Bill mrk. 01122016 Súkklur Til sølu Ein súkla og ein hjálmur verða seld bíliga Tld 287671 Út- & Sjónvarp Sjónvarp Mrk. Prosonic, 14 tummar, brúkt, svartur litur, við elektroniskari inniantennu og útbúnaði til at heingja upp á vegg, eisini vælegnað til sovikamar. Prísuppskot 500 kr Vinaliga gevi eitt boð Tel. ella sms: 275946 Tøkk Hjartans tøkk fyri sýnda samkenslu, tá okkara kæra mamma, vermóðir, ommma og langomma Metha Maria Olsen Árnafjørður vanliga nevnd Metta f. 26.11.26 d. 17.04.16 andaðist og varð jarðað. Takk til tykkum, ið hjálpti til jarðarferðina. Takk til Meinhard Bjartalíð, prest, fyri góð og troystarrík orð í kapellinum og í kirkjuni. Somuleiðis takk til kirkjutænarar, berarar og sangarar. Takk til Mirjam og Erlu fyri vakran sang í Árnafjarðar kirkju. Takk til Norðoyar Vistarheim fyri tíðina mamma búði har. Takk fyri blómur, kransar og minnisgávu til kirkjuna. Hjartans takk fyri sýnda samkenslu Familjunnar vegna Marianna, Guttorm, Elisabeth, Gudny og Marita Tøkk Hjartans tøkk fyri sýnda samkenslu og hjálpsemi, tá okkara elskaði maður, pápi, verpápi og abbi Jákup Mohr f. 27.11. 1948 - d. 10.12. 2015 andaðist og varð jarðaður. Tøkk til Landssjúkrahúsið fyri stóra vælvild í sambandi við flutning heim til Føroyar. Eisini tøkk til Hera Joensen fyri góð orð og Ólav Jøkladal og Ólav Jakobsen fyri vakran tónleik í kapellinum. Tøkk til manningina á »Smyrli« fyri hjálp og stuðul, tá kistan varð flutt heim til Suðuroynna, og til tykkum mongu sum tóku ímóti okkum á Krambatanga og í kirkjuni. Tøkk til Jónsvein Bech fyri góð og uggandi orð og Petur Martin Johannesen fyri vakran urgutónleik, tá vit komu suður við kistuni og til jarðarferðina. Eisini tøkk til »Ljóm« og Pól Arna Holm fyri hátíðarligan sang til jarðarferðina. Tøkk til Vágs kirkju, kirkjutænarar og sangarar. Tøkk til Meinigheitshúsið og tey, sum skipaðu fyri ervinum, og tøkk til tey mongu, sum bakaðu til ervið. Tøkk til Lian og aðrar grannar fyri góða móttøku, tá vit komu til Vágs. Tøkk til Grindabátafelagið fyri sýndan heiður í sambandi við jarðarferðina. Tøkk fyri blómur, kransar og peningagávur til Grindabátafelagið. Til seinast ein hjartans tøkk til øll tykkum mongu, sum fylgdu Jákupi til gravar. Við heilsan og tøkk frá okkum næstringum hjá Jákupi Sólrun PROKLAMA Øll, sum hava krøv í búnum eftir Hans Petur Annfinn á Svøð, Bøgøta 34, 700 Klaksvík, føddur tann 01.08.1935, deyður tann 25.11.2016, verða við hesum biðin um innan 3 mánaðar frá kunngerð av hesi lýsing at boða frá og skjalprógva krøv síni fyri undirritaða skiftirætti. Tikið er ikki við skuld. Krøv skulu gerast upp pr. deyðsdagin, og sendast til advokat Páll Nielsen, Advokatvikið, Skansav­ egur 1, 100 Tórshavn, vísandi til sks.nr. 361/2016, saman við frumriti av teimum skjølum, sum krøvini eru grundað á. FØROYA SKIFTIRÆTTUR, tann 6. desember 2016. SKULDAR­ SANERING Føroya Skiftirættur er tann 6. desember 2016 farin undir at viðgera mál um skuldarsanering fyri Hera Johannes Gert Niclasen, fødd/ur tann 20. maj 1940, búsitandi: Inni á Støð1, 370 Miðvágur. Kravánarar verða biðnir um skrivliga at venda sær til hjálpara skiftirættsins, advokat Óla M. Hansen, Faroe Law, M. Heina­ sonargøta 10, 100 Tórshavn, innan 4 vikur frá hesi kunngerð og boðað frá og skjalprógva krøv síni. FØROYA SKIFTIRÆTTUR, tann 6. desember 2016. www.gevidblod.fo SunnudagSSkúlin í Ebenezer er hvønn sunnudag kl. 12.00 Øll eru hjartaliga vælkomin! EbEnEzEr www.ebenezer.fo