Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-12-08, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. desember 2016síða 26

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 9. DESEMBER 2016 SOSIALURIN 142 26 Óli Jacobsen Nú er Jovina so mikið tilkomin, at hon verður forlovað við Ólavi hjá Hans Jacob hjá Tofta Óla Jovina Højgaard: 7. partur E g fór at arbeiða í Køkubúðini, har eg eisini búði. Her komu nógv fólk. Ólavur Højgaard var ein teirra. Vit blivu væl og blivu forlovað í 1949. Foreldrini hjá Ólavi vóru Olga hjá Søren í Hósvík og Hans Jacob hjá Tofta Óla. Eg gavst í Køkubúðini 1. apríl 1950. Tá fluttu foreldrini hjá mær úr Æðuvík til Havnar. Tey leigaðu íbúðina í Evangelii­ húsinum, eg búði hjá teimum. Ólavur fór so í snikkaralæru hjá Johan Ziska, og eg fór at arbeiða í Ullvøruhúsinum. Vit avráddu skjótt at giftast. Tá vóru vit 20 og 19 ára gomul. Nú var at fáa útstýr. Eg seymaði sjálv brúðarkjólan, og Clara Andersen hjálpti við berstykkinum. Vit giftust 21. oktober 1950. Brúdleypið stóð heima hjá foreldrunum hjá Ólavi. Mill­ um gestirnar vóru Karen og Kurt Nielsen, trúboðarar hjá hvítusunnusamkomuni. Tey sungu og spældu gitar, tað var so hugnaligt. Vit vóru eini 50 fólk í brúdleypi. Fluttu inn hjá Tomm Vit fluttu skjótt inn í húsini hjá Tomm á Dalavegnum saman við mínum foreldrum. Tomm doyði í 1950. Hann kendi eg sum fyrr sagt frá Evangeliihúsinum. Tomm var ein sera væl kendur havnar­ maður. Í sínum ungu døgum var hann eitt skifti í Oyndarfirði í úthandlinum hjá Jørgen Bech & Sønner, tann stóri handilin í Klaksvík undan Kjølbro. Seinni var hann í Skibsteds handli bæði á Strondum og í Havn. So arbeiddi hann í Ydun í Havn, har hann eisini var partaeigari. Serliga kendur gjørdist hann sum fergu­ maður saman við beiggjanum Nikláa. Tomm var kendur sum ein stórur skemtari. Ein søga er um einaferð, teir tóku fólk av Dronning Alexandrine á Havnarvág. Tá fór sjógvur at renna úr einum røri beint har, báturin hjá Tomm lá. Tá rópar Tomm umborð: »Kan dronningen ikke holde vandet inde«! Ikki minni kendur var hann sum upp­ boðshaldari. Hetta var stuttleikin í Havn tá í tíðini. Petur Háberg hevur skrivað um Tomm í sínum Hugbirtingum. Tá ið Tomm doyði skrivaði Knút Wang m.a. í Dagblaðnum: Vinur var hann við ung og gomul – ikki tí, hann smæddist ikki at siga sína hugsan, bæði í politikki og religión var hann radi­ kalur. Meira eldhugaðan sjálvstýrismann hitti tú ikki, og har vóru eingir krókvegir: Vit eru góðir við Føroyar, tí tað er okkara land, soleiðis var støða hansara, og sjálvir skulu vit ráða fyri tí. Fólk yvirhøvur kendu Tomm sum fergumann og sum politiskan røðara, sum keypmann og granna og øll geva honum gott ummæli. Tað hevur eisini eydnast mær at kent Tomm persónliga og veit eg at siga, at hann kundi vera so sjáldsama hjartagóður. Hann var av teimum, sum kundi gleða seg yvir lítið, og hann royndi at liva sítt lív honum til heiðurs, sum hann legði alt sítt álit á. Kona hansara, Anna, var av Strondum. Hon var systir Jógvan, pápa tey kendu systkini á Dul. Tomm var beiggi konu Jógvan, Agnas. So tey børnini vóru dupult systkinabørn. Ein sonur Tomm var Sigfred Skaale, kendur sum borgmeistari í Havn. Børnini komu skjótt Í 1951 fingu vit dóttrina, Sunrid. Lær­ lingalønin hjá Ólavi var kr. 13 um vikuna. Tað gekk ikki fíggjarliga. Hann gavst at læra og fór til Grønlands við sluppini Oyra­sker í fýra mánaðir. Eg fór at arbeiða á seymistovuni hjá Doru Johansen, ættað úr Guttastovu í Syðrugøtu. Hon var gift við Elias Johansen, son Olaf í Rættará. Tey komu eisini í Evangeliihúsið.Seymistovan var har Knud Lambaa hevði handil. Ólavur forvann kr. 4.000 hetta summarið, tað var ikki so galið. Tá fór hann at smíða okkum eina íbúð í kjallaranum hjá pápa sín­ um, Hans Jacobi. Í 1952 fór Ólavur sum kokkur við Eyðbjørg hjá Alfred Johannesen. Teir vóru 23 mans við. Hetta var ikki smávegis avbjóðing við eini slupp við stórt sæð ongum hentleikum. Eg fekk arbeiði í bakarínum hjá Conrad Skaale, har Palle Bager hevði verið fyrr. Ólavur varð umvendur í 1952 og doyptur í 1954. Sjálv varð eg doypt í 1947. Í 1954 fór hann til Danmarkar á bíbliu­ skúla og arbeiddi eitt skifti á einum vevarí í Klampenborg. Hann kom heim aftur og vildi halda áfram at læra til snikkara. Andreas í Køkubúðini ringdi til Dia í Kunoy í Klaksvík, og tað var í lagi. Nú var lønin 96 kr. um vikuna. Tískil fluttu vit til Klaksvíkar, og eg fór at arbeiða á reinsarínum hjá Arne Solmunde. Vit fluttu aftur til Havnar, tá Ólavur var liðugur at læra. Sveinastykkið var eitt køksborð, og hann fekk bronsjumedalju. Borðið varð selt til elektrisitetsverkið við Strond, og til fyri kortum hevur tað í hvussu er verið har. Ólavur fekk arbeiði at smíða kistur hjá Jákup í Hornabø. Seinni arbeiddi hann eitt skifti á tvøstsøluni á Skálatrøð. Tá fingu vit ráð til at keypa borð og stólar til spísistovuna og eitt radio. Vit lurtaðu mest eftir norðmanninum og ikki minst Tórshavn Radio, sum tá í tíðini var fremsta undirhald sum kundi fáast. Tað var jú einki útvarp fyrr enn í 1957. Børnini komu Vit fingu Sunrid í 1951. Tá eg skuldi eiga Birgir í 1956 var tað rættiliga dramatiskt. Vit fingu ongan bil, so jarðarmóðurin mátti fara út á gøtuna at fáa steðga onkrum bili, sum kom framvið. Tað eydnaðist í síðstu løtu, og vit vóru ikki meira enn komin út á hospitalið, tá kom hann til verðina. Tá stóð nógv á jarðarmóðrini! Í 1958 var Kára fødd, Í 1958 byrjaði Ólavur verkstað í kjall­ ara­num hjá abba sínum. Hann keypti sær maskinur, og hann smíðaði mest køksinventar. Tískil hevur hann smíðað nógvar køkar í Havn og eisini úti á bygd. Eg havi sæð køk, sum sá líka gott út 50 ár seinni. Hann moderniseraði eisini handilin hjá Frants Restorff í Sverrisgøtu. Hetta mátti gerast uttan fyri vanliga opningstíð hjá handlinum, og tað var ógvuliga strævið. So var at fáa hús Vit fingu grundstykki í Krossgøtu 6. Tað mátti fáast lán, men tað mátti eisini for­ tjen­ast. Tá gjørdist eg aftur sjúk og varð innløgd á landssjúkrahúsinum. Har kom eg at liggja saman við tveimum øðrum konum. Onnur hevði røtur í heimamissiónini. Vit bóðu og lósu saman. Tað endaði við, at triðja konan á stovuni eisini kom til trúgv. Tá ið eg var komin fyri meg aftur, fór Ólavur yvir í Føroyinghavnina at arbeiða hjá Nordafar. Tá ið hann kom heim aftur hevði hann fortjent fyri grundstykkið, kr. 5.000. So var at fara í holt við at byggja. Flemming í Gong stóð fyri spreingingini. Ein úti í Hornabø stóð fyri stoypingini. At smíða gjørdi Ólavur sjálvur. Lán og slíkt er ikki tað sama vit kenna í dag. Lánið var kr. 30.000 í Sparikassanum og kr. 20.000 í Sjóvinnubankanum. Húsini kostaðu kr.85.000, tá tey vóru liðug og vóru mett til kr. 122.000. Í húsinum var eisini verkstaður, har Ólavur keypti nýggjar maskinur. Hann hevði tríggjar lærlingar, Páll Petersen, Martin Petersen og Steinbjørn Slættenes. Fekk handil Eg fekk ein fittan handil, har eg fór at selja Siðsøga SIÐSØGA Óli Jacobsen ÓLAVUR KEMUR INN Í MYNDINA Ung og nýgift