Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-12-08, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. desember 2016síða 27

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 9. DESEMBER 2016 SOSIALURIN 142 27 Komandi partur Ólavur fall frá og doyði góðum árum, og Jovina giftist aftur við Erlingi. barnaklæði og tógv. Tað gekk bara gott. Nógv var at gera, so eg mátti hava arbeiðs­ gentu, meðan børnini vóru smá. Í 1962 fór eg eisini ein túr til stevnu í Noregi við Evangeliihúsinum saman við 5 øðrum. Tað var ein minnisríkur túrur. Í 1968 fór Ólavur til Íslands saman við pápa sínum. Her vóru góðir arbeiðs­ møguleikar, men hann visti sær einki arbeiði. Hann fór í trúgv um, at hetta fór at eydnast. Tá ið ferðamannaskipið hevði lagt at í Íslandi visti hann sær onga staðni at fara. Men tá kemur ein maður til hansara og spyr, hvat hann ætlaði sær. Jú, hann ætlaði sær at fáa ein kjans við einum skipi. Um hann ikki hevði hug til at arbeiða hjá honum? Ólavur tók av, men seinni slapp hann við einum av teimum bestu garnabátunum har á leiðini. Fekk tøkk frá grønlands­ málaráðharranum Tá vit komu til 1969 søkti Ólavur arbeiði sum timburmaður hjá einum donskum firma í Grønlandi. Eg var tá farin til Danmarkar ein túr, so mamma hansara mátti hjálpa honum við klæðum. Vit hittust so niðri. Uppgávan var at byggja raðhús í Nuuk. Hann var har yviri í sjey mánaðir. Eg hevði framvegis handilin at passa. Tað var altíð eina gentu í handlinum, og onkuntíð hevði eg gentu í húsinum eisini. Fyrst í 1970 fekk eg fjórða barnið, Jórun. Tann 14. mars 1970 hendi ein ólukka í Nuuk. Eini raðhús fóru í luftina av eini gassspreinging, tíggju mans doyði. Ein var John Thomsen úr Keypmannahavn, sum var giftur við føroyskari kvinnu. Hann var sonur Grethu og Hendrik Thomsen, kend frá Brøðrasamkomuni í Thorsgade í Keyp­ mannahavn. Tey høvdu nógv samband við føroyingar, fýra av teirra 14 børnum giftust við føroyingum. Ólavur var við til at leita eftir fólki í húsa­leivdunum og annars at rudda upp. Hann fekk seinni takkarbræv frá danska grønlandsmálaráðharranum, A.C. Normann, har hann sigur Ólavi »tak for den bistand og hjælp De ydede under rednings- og oprydniningsarbejdet efter katastrofen i Godthåb 14.marts 1970«. Vit hoyrdu um hesa spreinging í tíðind­ unum og sótu spent og bíðaðu. Eingin visti, hvussu stórur skaðin var ella hvør, ið var deyður. Men um midnáttina ringdi frá telegraf­støðini, at eitt telegramm var komið frá Ólavi, at hann hevði tað gott. Tá kundi vit róliga fara til songar. Tá Ólavur kom heim, fóru vit at víðka handilin og fóru eisini at selja matvørur og meira av klæðum. Men tá ið SMS kom fór sølan niður, so í 1978 helt handilin uppat. Eg fór tá at arbeiða í Línbúðini, eg seymaði eisini fyri tey. Ólavur arbeiddi sum meistari á verkstað­ num hjá Guttesen og Staksberg. Í 1986 stovnaði hann Havnar Byggivirki, sum gjørdi alt vanligt byggiarbeiði. Tofta Óli var rættur havnarmaður! Ólavur var uppkallaður eftir abbanum,Tofta Óli, føddur í 1877. Kona hansara, Kristianna, var ættað úr Lamba. Tey fluttu til Havnar og giftust í 1902. Óli var sjómaður og fiskaði millum annað við Oliviu hjá framburðsmanninum Pola í Dali. Ein forvitnislig mynd vísir teir eina ferð, teir vóru í Hollandi og av­reiddu fiskin. Hetta var tá ein nýhugsan í markn­ aðarføring av fiski. Seinnu árini arbeiddi hann uppi á landi sum landbrúkari og arbeiðsmaður. Sum ungur keypti hann trøð niðanfyri plantaguna frá Frants Restorff. Hon var væl dyrkað og væl røkt, men sum hjá so mongum mátti hann lata trøðna frá sær fyri framburðin í Havnar býi. Í staðin legði Óli sær inn nýggja trøð upp i Svanga. Her var hann at síggja hvønn dag arbeiðslíkindi vóru. Á ungum árum var Óli saman við skip­ aranum Kristoffer Hansen ,Vága Kristoffer, við at gera eina vandaferð. Seint um heystið skuldu teir báðir inn á Toftir í brúdleyp. Teir læntu bátin Fram frá Júst bónda à Húsum. Báturin bar orð fyri at vera skaðabátur, hvat eisini vísti seg hendan dagin. Tað var nakað væl av vindi frá útsynningi suðri. Komnir niðan móti Hólmanum hendi vanlukkan – báturin kollsigldi. Har róku teir og royndu at halda seg til bátin, meðan vestfallið tók teir út suður eftir. Báðir vóru róligir og tosaðu sínámillum. Teir tóku í hondina á hvørjum øðrum og søgdu hvørjum øðrum farvæl. Um annar bjargaðist, skuldi hin bera konu og børnum hina seinastu heilsanina. Men tíðin var ikki úti á hesum sinni. Ein bátur úr Sundalagnum, sum hevði verið handilsørindi í Havn, var varur við, at ein vanlukka var hend, tá teir sigldu niðan við Strond. Teir fóru at vita, hvat hetta mundi vera og komu tá til Kristoffur og Óla, ið tískil vórðu bjargaðir. Báturin varð funnin suður úr Tórgarði og sleipaður til lands. Sagt varð um Kristonnu, at hon hevði verið Óla ein góður og trúgvur stuðul og hevur dugað væl at halda hús. Bæði høvdu verið Havnar ungdómi eitt gott fyridømi á allan hátt. Tá ið tey høvdu gullbrúdleyp í 1952 skriv­ að Dimmalætting m.a., at hjá teim­um »finder man fremdeles den gammeldags renskurede hygge og fred, som var karakteristisk for thorshavnske arbejderhjem i tidligere tider, og vi fra den yngre generation føler det ligefrem som et frikvarter fra nutidens for­jagede tempo at kunne smutte ind her og nyde fred og hygge i det hjem, der staar som en smuk ramme omkring guldbrudeparret«. Manningin á Oliviu. Næstuttast frá høgru er Tofta Óli. Fremst á myndini sita Poli og ein sonur hansara. Kennist nakar við hinar? Spreingingin í Nuuk var sum tað sæst ógvuslig Foreldrini hjá Jovinu flyta til Havnar Handilin hjá Jovinu var rættiliga framkomin