hósdagur 8. desember 2016síða 32
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 9. DESEMBER 2016
SOSIALURIN 142
32
MYND: HEINESEN MYNDIR
H
óast umsóknafreistin
er farin, fær Í Menniskj
um Góður Tokki fram
vegis umsóknir um
jólahjálp.
Tá ið umsóknarfreistin var farin
leygardagin á miðdegi, høvdu tey
fingið 261 umsóknir, sum er nógv
minni enn undanfarin ár, tá ið talið á
umsóknum plagdi at liggja um 400,
og onkuntíð hava tær eisini verið
omanfyri 500 í tali.
Men Djóni Eidesgaard í Barna
bata, sum samskipar arbeiðið, sigur,
at síðani eru fleiri umsóknir komnar
afturat, og seinnapartin í gjár vóru
tey komin upp á 295 umsóknir frá
fátækum barnafamiljum, ið søktu
um jólahjálp.
Hann sigur, at hóast umsóknirnar
eru komnar eftir at freistin er farin,
verða tær tiknar við, tá ið jólahjálpin
verður latin.
Og málið hjá teimum er at viðgera
umsóknirnar nú um dagarnar, so at
jólahjálpin kann verða latin síðst í
næstu viku.
Djóni Eidesgaard upplýsti nú ein
dagin fyri Rás2, at nógv av teimum,
sum hava søkt um jólahjálp í ár, eru
familjur, sum hava søkt fyrr.
Av teimum, sum hava søkt í ár,
eru tað bara hjá sløkum 20 pro
sentum, at hetta er fyrstu ferð, at
tey søkja.
– Tað vísir seg, at eru fólk fyrst
fangað í fátækadømi, er tað ringt at
koma burtur úr tí aftur, segði Djóni
Eidesgaard.
Í Menniskjum Góður Tokki letur
jólahjálp til familjur við børnum
upp til 18 ár, og sum eru so illa fyri
fíggjarliga, at tey hava ikki ráð til at
halda jól.
32
BAKSÍÐAN
N
ú ein morgunin, eg
gekk til arbeiðis, í ill
veðri sjálvandi, fór eg
at hugsa um lívið og
deyðan. Veit ikki hví, men tað geri eg
ofta, alt ov ofta, kanska. Men sjáldan
so snimma á vetrardegi kortini.
Hesa ferð, hendan morgun í bøla
myrkri og drivi, var vinkulin, sum vit
tíðindafólk siga, tá tað skal vera fínt,
ein annar enn hann plagdi at vera.
Skarpari kanska.
Jú, eg hugsaði, at tað er bara
einans máti at kveikja lív, gera lív,
stovna lív, hugsaði eg. Og tað
er hasin har við sáðkyknuni,
sum av berari tilvild og ong
um øðrum rakar eggið. Og,
hygga síggj, so varð lív.
Síðani ófødda barnið.
Sáðkyknan hevur ong
an hálvthundrað metra
hyl at venja í, men dugir
kortini væl at svimja,
blindsvimjing.
Øll kunnu gera børn, eisini tey,
sum á ongan hátt eru egnað at fáa
børn. Tað er tí frálíkt, at samfelagið
dugir at hava børn.
Men, og har er so vinkulin,
tú kanst doyggja av fleiri
milliónum ávum. Eg
kann nevna deyðsorsøkir hetta til
jóla – í 2017.
Kundi nevnt nakrar forkunnugar
mátar at doyggja her og nú. Bæði
nevna teir og royna teir her og nú,
ja, bara ein, sjálvandi. Men deyðin er
ikki at spæla við, hóast hann spælir
við okkum hvønn dag og hvørja nátt.
Hann eirir ongum.
Men, sum maðurin, ella konan,
segði, input eitt, output milliónir.
Løgnir tankar í morgunmyrkr
inum, spooky.
Vit hugsa alla tíðina, eisini meðan
vit sova, tá kallast tað at droyma.
Og gott er at hugsa okkurt nýtt
viðhvørt, okkurt áhugavert, okkurt
øðrvísi, hóast lítið hugaligt.
Ferðin er við at vera liðug. Noyðist
í øllum myrkrinum at gita meg fram
til úthurðina í Útvarpinum og ansa
eftir, at eg ikki detti um jólatræið,
sum har lá – í friði – í nakrar vikur.
Komin inn í øllum góðum, byrjar
dagurin við at draga gardinurnar
fyri, fyri, ikki frá. Mær dámar betur
hvítt, gardinurnar eru hvítar, enn
svart og síðani grátt.
Annars stutt vikan, ið fór.
Nú var hatta public service aftur
uppi at venda, í fólksins tænastu.
Eingin veit, hvat public service er.
Spyrt tú 13 fólk, fært tú 17 svør. Tey
flestu, sum svara, ivast tó.
Eg plagi at brúka svarið (ikki tí,
eingin spyr meg), sum eg hoyrdi á ein
um norðurlendskum fundi einaferð.
Public service er, tá 1,2 prosent av
fólkinum hevur stóran áhuga fyri
eplavelting í útnyrðingspartinum
av Kina, og 97 prosent av teimum 1,2
prosentunum síggja ella hoyra eina
sending um júst hana, eplaveltingina
í útnyrðingspartinum av Kína. So
er tann sendingin av røttum public
service.
Hvønn hevði tú valt, um val var í
dag, og tú ert 15 ár? Val er ikki í dag,
heldur ikki morgin.
Vakmyndatólini í jólabýnum vísa
bara tey, sum sláa jólatrøini niður og
bróta annað. Ikki teir, sum sláa fólk
niður og bróta nasar og tenn. Tey
hava síni rættindi og eiga at kunna
íðka sítt frítíðarítriv í friði, uttan at
verða avmyndað.
Men eiga tey, sum hava sum frí
tíðarítriv at oyðileggja jólaskreyt,
ikki eisini at sleppa at gera tað í
friði? Tað er ein mannarættur at
gera av við jólastás. Vit liva í einum
kommunalum politistati.
Eg hugsi nógv, meðan eg gangi til
arbeiðis í myrkrinum. Síðani seinast
havi eg aftur fingið hatta forbannaða
kiknið í lendarnar.
Kanska ein revsing frá onkrum.
Ein ávaring.
Eg hugsi, meðan er royni at ganga,
at handan forbannaða pínan fer ikki
burtur í bræði. Tað veit eg av sera
ringum royndum. Takk fyri.
Høgni
Djurhuus
Høgni Djurhuus
fekk Móðurmáls
virðislønina
2012
Ein enter, milliónir delete
Fleiri afturat søkja um jólahjálp
Djóni Eidesgaard