Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-12-08, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. desember 2016síða 31

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 9. DESEMBER 2016 SOSIALURIN 142 31 Um fyrireikingarnar og vónirnar: Fyrireikingarnar upp til HM hava verið eitt sindur ymsar fyri hvønn einstakan svimjara. Óli Mortensen og Sára Nysten hava víst nógv framstig í seinastuni og hava sum so vant til fulnar. Tó so hevði Sára Nysted ein skaða sum darvaði hennara svimjing týsdagin. Pál Joensen hevur tíverri ikki fingið vant heilt til fulnar í seinastuni, har hann hevur vant nógv fyri seg sjálvan vegna óskil í danska svimjisambandinum. Sum landslið fer man altíð eftir at fáa so góð úrslit sum gjørligt, og dreymurin er sjálvandi finalu og møguliga medalju pláss. Tó so hava vit eina meginreglu, sum sigur, at við persónligari betran í helvtini av greinunum kunnu vit vera nøgd. Um Óla Mortensen: Óli hevur havt ótrúliga gott av at flyta til Hovedstadens Svømmeklub, og hevur tikið seg sera nógv fram. Hann hevur sett fleiri persónlig met, seinast til Danish Open í Esbjerg, og hann vann innanhýsis kappingina í felagnum. Hann skal gjarna kunna seta persónlig met, og tí var tað sera óheppi at hann týsdagin ikki svam optimalt. Hann heldur sjálvur fast við at hann ikki merkti nakað til jetlag, men eg trúgvi at teir seks tímarnir, sum eru á muni allíkavæl hava spælt ein leiklut. Tó so skal hann ikki svimja 1500 metrar fyrr enn seinni í vikuni, og tað er her hann er sterkastur. Tað, sum eg vóni fyri Óla er, at hann torir at fara eftir at svimja undir 15 minuttir. Tað er líkasum tað, sum skilir heims elituna við hinar, og eg trúgvi væl at hann megnar hetta. Tú sært at teir bestu svimjararnir hava eina sera góða og javna fer ígjøgnum teinin, og at teir næstan onga orku hava at fara í endaspurt við. Óli tikist altíð at hava ein góðan endaspurt teir síðstu 50 metrarnar. Um Óli torir at fara eftir einari høgari miðal ferð, og kanska leggur meira orku í teir síðstu 500 metrarnar ístaðin fyri 50, trúgvi eg at hann sleppur undir 15 minuttir, sum hevði verið fantastiskt fyri hann. Annars er mál hansara í løtuni at betra sína tíð á 1500 metrum. Um Pál Joensen: Pál hevur tíverri ikki havt optimalar venjingar umstøður, við tí at hann ongan venjara hevur havt seinastu tíðina. Hetta hevur sum heild verið galdandi tey seinastu fýra árini, har danska svimjisambandi ikki hevur megna at hava fastan venjara, men kontraktir og venjarar vera skift út í heilum. Tí royna vit bara at fáa sum best burturúr okkara besta svimjara nakrantíð. Hann hevur vant hart seinastu vikurnar, við eitt sindur meira tempo enn hann kanska er vanur við, og hetta hevur hann nokk merkt týsdagin og mikudagin tá hann svam. Men hesa tíðina hevur hann víst framgongd, og vit vóna at hann svimur upp til sítt besta seinni í vikuni, tá hansara sterkasti teinur verður svomin. Vit vita at tá Pál svimur sítt besta er hann heilt uppi í heims elituni, og tá kann man vænta eitt medaljupláss frá honum. Men persónlig met frá hansara síðu eru ikki eins hugsandi, sum hjá teimum báðu yngru svimjarunum. Sára Nysted: Týsdagin funnu vit útav at eitt rivjabein hjá Sáru var fari úr lið. Hon hevði havt pínu í kroppinum, men hon hugsaði at kanska hetta bert var eymleiki í vøddunum. Tá vóru vit so heppin at fáa ein eysturrískan fysioterapeut at hyggja uppá hana, og hann sá beinanveg at her var galið, og hann fekk rivjabeini uppá pláss. Tíverri funnu vit ikki útav hesum fyrr enn týsdagin og tískil svam hon við hesum í 200 metrum frí áðrenn hon fekk viðgerð. Longu mikudagin sóust stór framstig, tá hon tók juniormetið í 100 metrum frí. Eg ætlaði at hon skuldi blíva skjótasta føroyska kvinna á 100 metrum frí nakrantíð, men hon hevur góðan møg­ uleika aftur vikuskiftið eftir HM, tá kapping er í Havn. Vit skulu ikki vænta nakað finalupláss frá Sáru, men heldur persónlig met, tí hon er so ung enn. Mín filosofi sigur at svimjarar ikki skulu hava eina ávísa grein í ov ungum aldri og tí hava vit serliga arbeitt við blandaðu greinini. Her er tað at vit kunnu rokna við besta úrslitinum frá Sáru. JÓN BJARNASON SIGUR ÚR KANADA: Sára Nysted: Heimbygd/Bústaður – Vágur Suðuroyar Svimjifelag Fødd – 19. januar 2001 Størri úrslit: Oyggjaleikir: fimm gull, tvær silvur og tríggjar bronsur. Fun fact: Bæði foreldur Sáru hava verið á føroyska landsliðinum í svimjing. Pál Joensen: Heimbygd/Bústaður – Vágur/Keypmannahavn Suðuroyðar Svimjifelag Føddur – 10. desembur 1990 Størri úrslit: EM gull (junior) í 400 metrum frí 2008 EM gull í (junior) 800 metrum frí 2008 EM gull (junior) í 1500 metrum frí 2008 EM silvur í 1500 metrum frí 2010 HM bronsa (stuttgeil) í 1500 metrum frí 2012 EM silvur (stuttgeil) í 1500 metrum frí 2013 EM silvur í 800 metrum frí 2014 EM silvur í 1500 metrum frí 2014 Oyggjaleikir: 27 gull, 13 silvur, 7 bronsur. Fun fact: Eigur mest føroysk met hjá monnum Óli Mortensen: Heimbygd/Bústaður – Tórshavn/Keypmannahavn Havnar Svimjifelag Føddur – 7. februar 1996 Størri úrslit: Oyggjaleikir: tvær silvur og fýra bronsur. Magnus Jákupsson: Heimbygd/Bústaður – Tórshavn/Keypmannahavn Havnar Svimjifelag Føddur – 8. september 1994 Størri úrslit: Oyggjaleikir: Tríggjar gull, fimm silvur og eina bronsu. Fun fact: eigur næstmest føroysk met hjá monnum. Frans Johannesen: Heimbygd/Bústaður – Esbjerg West Swim Esbjerg Føddur – 1992