Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-12-08, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. desember 2016síða 30

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 9. DESEMBER 2016 SOSIALURIN 142 30 ÍTRÓTTUR BÁRÐUR SKORHEIM GUTTESEN Týsdagin byrjaði  HM á stuttgeil 2016 í Kanada. Stevnan verður hild­in í býnum Windsor sunnast í Kanada heilt niðri við Detroit í USA. Úr Føroyum luttaka trígg­ir svimjarar. Tey eru Sára Ryggs­ham­ ar Nysted úr Suðuroyar Svimji­ felag, Óli Mortensen úr Havnar Svimjifelag og Pál Vitalis Joensen úr Suðuroyar Svimjifelag. Sára Ryggshamar Nysted ven­ ur í Vági, og hinir báðir í Keyp­ mannahavn vegna lestur. Aftur­at teimum eru venjari Jón Bjarna­ son, ferðaleiðari Anita Ryggs­ hamar Nysted, og formaður í Svimjisambandi Føroya, Rókur í Ják­upsstovu. Umframt teir tríggir før­oysku svimjararnar eru tveir før­oyingar, ið svimja fyri Danmørk, nevniliga Frans Johannesen úr Esbjerg og Magnus Jákupsson úr Tórs­havn. Óli fyrstur í hilin Óli Mortensen var fyrsti før­oy­ ingur í hilinum til innleiðandi svimj­ingina til 400 metrar. Hann legði varliga út, men svam seg so líð­andi inn í kappingina og bleiv nummar 46 av 72 svimjarum. Tíðin var 3:52.26 í mun til bestu tíð hansara, sum er 3:50.06 frá stevnu í Svøríki í oktober. Pál Joensen úr Suðuroyar Svimji­felag var næstur. Hann sá mest út til at spara seg til 1.500 met­ra teinin, sum er seinni í vikuni. Hann dragnaði beinanvegin, og kom longur afturum so hvørt. Tíð­ in varð 3:50.95. Hann endaði numm­ ar 44 av teimum 72 svimarunum. Besta tíð hjá honum er hans­ara føroyska met frá EM í Istanbul í 2009 á 3:40.12. Í sama riðli var eisini Frans Johannesen, sum er føroyingur, ið svimur fyri Dan­ mark. Hann svam teir 400 met­rar­ nar upp á 3:45.56 og bleiv nummar 22 av 72. Sára við brotnum rivjabeini Sára Nysted úr Suðuroyðar Svimji­ felag átti síðani tørn í innleiðandi til 200 metrar frí. Hon kom á mál við tíðini 2:07:41 og endaði nummar 56 av 84 luttakandi. Seinni bleiv staðfest, at hon svam við einum brotnum rivjabeini. Henn­ara besta tíð í 200 metra frí er frá Oyggjaleikum í Jersey 2015 á 2:02:60, næstan fimm sekund betur. At enda royndi Magnus Jákupsson seg í 100 metrum rygg. Hann kom á mál við tíðini 53.89, og bleiv harvið nummar 35. Besta tíð hansara 51.75 er frá 2013. TV2sport.dk skrivaði í grein um Magnus Jákupsson, at hann er ein av komandi stjørnunum í danskari svimjing. Hann var við í EM í langteini í London í mai, og er nú við at vera fastur fúsur á danska landsliðinum. Serliga skal man leggja merkið til Magnus Ják­ ups­son á 50 og 100 metrum rygg og firvaldi, verður sagt. Sára nýtt juniormet Mikudagin royndu Pál Joensen og Óli Mortensen seg í 200 metrum frí, ímeðan Sára Nysted royndi seg í 100 metrum frí. Hon gjørdi ikki mætari enn at seta nýtt føroyskt juniormet við tíðini 57.43 sekund. Fyrrverandi juniormetið átti Guðrun Mortensen við 57.62, frá FM í stuttgeil í 2013. Sára Nysted var enntá bert tveir hundraðarpartar frá føroyska senior metinum hjá Elspu Mørkøre, sum er 57,41. Sára bleiv nummar 62 av 127 luttakar­um. Óli Mortensen setti persónligt met í 200 metrum frí við tíðini 1:51.12, í mun til 1:51.19 frá stevnu í Svøríki í oktober. Tað bleiv til eitt 64. pláss. Pál Joensen svam seg á 62. pláss av 106 svimjarum við tíðini 1:50.69, sum er ein vanlig tíð hjá Páli Joensen. Hósdagin svimur Sára Nysted 100 metrar blanda áðrenn hon skal svimja 400 metrar frí fríggjadagin og 200 metrar blanda leygar­dagin. Pál Joensen og Óli Mortensen skulu leygardagin í eldin í 1500 metrum frí. - Sum heild eru vónirnar góð­ar og umstøðurnar eru í toppi. Eg havi aldrin áður verið í Kanada, men her er onki at fýlast á. Venjing­ar umstøðurnar eru góðar, vit búgva væl og kanadiska svimjisambandi tikist avbera væl stýrt, umframt at kanadiska fólkaslagið er avbera vinarligt, sigur Jón Bjarnason úr Kanada. sosialurin@sosialurin.fo MÁLIÐ ER FRAMGONGD Brotið rivjabein og óskil í dansku landsliðsleguni hava ávirkað føroysku luttøkuna í HM í svimjing. Sára Ryggshamar Nysted svam týsdagin við brotnum ryvjbeinin, meðan Pál Vitalis Joensen hevur vant fyri seg sjálvan vegna óskil í donsku leguni HM stuttgeil Kanada: